Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 14 Sosialurin Mikukvøldið 8. juni 2005 spældu Føroyar og Írland HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Umleið 5.000 fólk vóru til dystin, sum endaði við, at Írland vann við tveimum málum. Landsliðsvenjari hjá Før- oyum var Henrik Larsen, og venjarin hjá Írlandi var Brian Kerr, sum í dag er venjari hjá føroyska landsliðnum. Brian Kerr segði eftir dyst- in, at hann var væl nøgdur við at fara heim aftur til Írlands við trimum stigum, tí øll lið hava trupult við at vinna á føroyingum í Føroyum. Kelda: Sosialurin 10. juni 2005 Nøvn Føðingar 17. mai fingu Harriet og Bárður Lydersen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2550 gr. 1. juni fingu Jona Lamain og Jákup í Horni, Hørs holm, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 3160 gr. 2. juni fingu Akiko og Ragnar Waagstein, Japan, ein son. Hann vigaði 3720 gr. og var 52 cm langur. 5. juni fingu Eyð Traber og Magni Olsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3480 gr. 6. juni fingu Judith Reinert Petersen og Samuel Peter Petersen, Kambsdali, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 6. juni fingu Durita Andreassen og Andrias Hansen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3650 gr. 7. juni fingu Joan Poulsen og Jóhan Petur Johanne sen, Funningi, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3620 gr. 7. juni fingu Kristina Atnadóttir og Tórður Johannesarson, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3275 gr. Fyri 5 árum síðan: Brian Kerr vann á Føroyum Epileptikarafelag Føroya er vertur fyri norðurlendskum epilepsifundi komandi viku- skifti 11. – 13. juni. Í sambandi við norð ur- lendska fundin kemur Absa- lon Eysturoy, lækni, at tosa um gengransking í epilepsi í Føroyum. Eisini fer Bjarki á Rógvi Hansen at tosa um SUDEP fyribrigdið, ið merkir brádligi deyði hjá teimum, ið hava epilepsi. Hesi innlegg eru ikki almenn, men verða viðgjørd á tí norðurlendska fundinum. Nev n d a r fo r kv i n n a n Rand fríð Sørensen sigur, at uttan stuðul frá stovnum og fyri tøkum, hevði hesin norður lendski fundurin slett ikki kunnað verið hildin í Føroy um, og eru tey sera fegin um tann stuðul, tey hava fingið til hetta tiltakið. Í sambandi við, at Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur er í Føroyum, verður ein fyrilestur í Miðlahúsinum, mánakvøldið 14. juni Kl. 19.30, har Bjarki kemur at tosa um kognitivt órógv hjá fólki við epilepsi. Hesin fund- ur er almennur, og øll eru vælkomin. Norðurlendskur epilepsifundur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Nú er skjótt síðsta freist, at søkja um upptøku á Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya. Í mun til und an farin ár, har lesandi vórðu upptikin í februar, er tann broyting, at lesturin byrja í septembur. Sjúkr arøktar frøðis út- búgv ing er á bache lor støðið og eftir lokn að útbúgving eru enda leysir arbeiðs- og lestrar møgu leikar kring heimin. Tey, sum hava áhugað í hesi útbúgving, mugu skunda sær, tí freistin at søkja um upptøku er 14. juni! Meira um útbúgvingina er at finna á heimasíðuni setur. fo Eina framtíð sum sjúkrarøktarfrøðingur Andlát Okkara elskaði pápi, abbi og langabbi Jógvan Davidsen, Elduvík andaðist hósdagin 100 ára gamal. Farið verður frá Eysturoyar røktar- og ellisheimi leygardagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður sunnudagin kl 14.00 úr Elduvíkar kirkju. Familjurnar vegna Diana, Stig og Hjørdis tey, ið vilja minnast Jógvan við blómum ella kransi kunnu í staðin lata Eysturoyar røktar- og ellisheimi eina peningagávu. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og samkenslu, tá ið okkara kæri bróðir, svágur, gubbi og abbabeiggi Rodmund Nysted Joensen andaðist og varð jarðaður. Eisini ein tøkk til starvsfólkið á G1 intensiv, ið vóru um hann. Tøkk til Ingu Dam fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og vakra talu í kirkjuni. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til øll, sum á ymsan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Familjunar vegna Esbern, Jónvør, Berit, Allan og Joan Tøkk Hjartans takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpti til, tá kæra móðir, vermóðir og omma okkara Tóra Spangenfeldt andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri kransar og blómur og tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Finn og Jógvan við familju