Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 Sosialurin Lærlingar til Nomatek Til framleiðslu okkara søkja vit eftir hand­ verkslærlingum at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um fram­ leiðslu av útgerð úr rustfríum stáli. Hetta verður gjørt við framkomnum mask­ inum og vælútbúnum maskinsmiðum og sertifikatsveisarum. Nomatek arbeiðir innan projektering og framleiðslu av útgerð til vinnuna. Hevur tú hug til hetta arbeiði á einum áhugaverdum arbeiðsplássi í støðugari menning, so send eina skrivliga umsókn við viðkomandi prógvum til okkum. Nomatek byrjaði virksemi sítt í 1979 sum teir fyrstu í Føroyum, sum burturav projekteraðu og framleiddu útgerð úr rustfríum stáli. Á Nomatek nýta vit nógva orku til menning av nýggjari útgerð fyri at halda okkum í fremstu røð, tá tað snýr seg um at framleiða útgerð til virkir og at kunna loysa aðrar uppgávur á besta hátt. Á teknistovuni nýta vit mest 3D tekningar, har vit projektera í Inventor, sum er eitt av mest framkomnu telduforritunum til maskinkonstruktión. Innan framleiðsluna seta vit stór krøv. Útbúnir handverkarar og røttu maskinurnar eru alneyðug. Søkt verður eftir lærlingum í yrkinum maskinsmiðir. – heildarveitari av rustfríum stáli Nomatek við Sa Ndá 1 F o-100 tór Shav N tel. 356900 FakS +298 356901 Nomatek@ Nomatek.Fo www. Nomatek. F o www.grafikmaster.fo Sp/F Grannskoðaravirkið INPACT | løggilt grannskoðaravirki | R.C. Effersøesgøta 26 | Tórshavn | Tlf. 31 47 00 | inpact@inpact.fo | www.inpact.fo Sosialurin / KvR 34 18 00 Grannskoðaranæmingur Grannskoðaravirkið INPACT sóknast eftir ungum fólki, ið hevur hug og hegni at menna seg í grannskoðarayrkinum. Grannskoðarin er fyrsti ráðgevi hjá nógvum fyritøkum, og yrkið sum grannskoðari krev­ ur tí førleikar at seta seg inn í tær av­ bjóðingar, ið vinnufyritøkur koma út fyri. Til hetta krevst royndir og útbúgvingar, og tað er tí avgerandi fyri okkum at hava væl útbúgvin starvsfólk. Vit nýta tí bæði tíð og orku uppá at útbúgva okkara starvsfólk. Fyri at menna og viðlíkahalda starvsfólka­ hópin sóknast vit tí eftir næmingi at læra seg grannskoðarayrki. Hetta fevnir partvís um at luttaka í teimum arbeiðsuppgávum, ið dagliga koma fyri her á skrivstovuni. At byrja við sum atstøðari hjá royndum grann­ skoðara og við hóskandi uppgávum ann­ ars. Men so við og við verður tú før/ur fyri at átaka tær størri uppgávur og eisini sjálv­ støðuga ábyrgd. Fólk, ið koma í starv hjá okkum fylgja eini útbúgvingarleið, sum ger tey før fyri at arbeiða við eini breiðari viftu av temum avbjóðingum, ið fyritøkur og stovnar í almenna geiranum koma út fyri. Umframt praktiska arbeiðið ímynda vit okkum, at tú byrjar at lesa HD á Føroya Handilsskúla í heyst. Lesnaðurin fer fram eftir arbeiðstíð 2 kvøld um vikuna, umframt í vikuskiftunum. Útbúgvingin tekur til­ samans 4 ár, og er sett saman av 2 pørtum. Fyrri partur tekur 2 ár og gevur eitt breitt handilsligt støði. Annar partur er meiri spesialiseraður, og har fert tú meiri í dýpdina í roknskapi og grannskoðara­ fakinum sum heild. Eftir 4 ára útbúgving ert tú bachelor í búskapi og roknskapi. Um tú hevur hug at halda fram við ástøði­ ligari útbúgving kanst tú halda fram við lesnaði á master stigi. Cand. merc. aud. er ástøðiligi parturin av útbúgvingini hjá einum statsautoriserað­ um/løggildum grannskoðara. Útbúgvingin fer fram við hægri lærustovn í Danmark og kann takast sum sjálvlestur úr Føroyum. Vit gjalda allar kostnaðir til útbúgvingina, umframt at geva tær viðkomandi arbeiðs­ uppgávur og frí til útbúgvingina, tá tað krevst. Men útbúgvingin er krevjandi, og tað er tú, sum førir hana út í lívið. Tann vit sóknast eftir skal hava persónligar eginleikar, so sum: • sjálvstøðug/ ­ur • hevur evni at menna teg við støðugt meiri krevjandi arbeiðsuppgávum • ábyrgdarkenslu Fakligir førleikar: • Miðnámsútbúgving, so sum HH, student, HF ella annað, ið kann javnmetast við hetta. • Um tú væntar at taka prógv í summar, er tú eisini væl komin at søkja. • Dugir enskt í skrift og talu • Góðan telduførleika Um tú hevur hug at søkja og vilt vita meiri, ella um okkurt ivamál er, er tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Thomsen, statsaut. revisor tlf. 794707 ella Jógvan Joensen, løggildur grannskoðari tlf. 794722. Vit ætla, at tú byrjar á skrivstovuni hjá okkum í seinasta lagi 1. september 2010. Vit vilja tí fegin hava tína umsókn við prógvum og CV innan 15. juni 2010. Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT løggilt grannskoðaravirki R.C. Effersøesgøta 26 Postbox 191 FO­100 Tórshavn Teldupostur: inpact@inpact.fo Sp/f Grannskoðaravirkið