fríggjadagur 11. juni 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
út í heim
Lýsingartilfar · Sosialurin 11. juni 2010
Atlantic Airways hevur nógv at bjóða sínum
kundum í ár. Í samstarvi við Iceland Air bjóðar
felagið flogferðir til kend ferðamál í USA, har
ferðast verður um flogvøllin í Reykjavík. Í hes um
sambandi verður eisini arbeitt við fleiri nýggjum
tilboðum, sum verða galdandi alt árið.
Atlantic Airways hevur eisini víðkað familju
pakkaferðirnar til Danland frítíðar støðini og til
Dancenter summarhús í øllum Danmark.
Eisini bjóðar Atlantic Airways flogferðir suður
í heitari lond um Stansted Airport í London,
umframt tær vanligu pakkaferðirnar til Stavanger,
London, Keypmannahavn, Billund og Aalborg.
Fyri at tillaga seg til eftirspurningin verður í
summar flogið til Reykjavíkar tríggjar ferðir um
vikuna.
Atlantic samstarvar eisini við føroysku ferða
skrivstovurnar, umframt verður arbeitt miðvíst
við at víðka um online tilboðini, sum kunnu
bók ast beinleiðis á atlantic.fo. Her er serliga
talan um booking av leigubilum, hotellum og
flog ferðum.
Vit arbeiða alla tíðina við at víðka okkara net
verk og samstarv við útlendsk flogfeløg við t.d.
ferðum til aðrar heimspartar sum t.d. Asia, sigur
Jákup Sverri Kass, sølu og marknaðar leiðari hjá
Atlantic Airways.
Við Atlantic Airways kring heimin
Vit hava hópin av tilboðum til ferðafólk í
summar. Bæði tað sum vit kunnu bjóða,
og tað sum vit bjóða í samstarvi við
onnur flogfeløg kring um í heiminum,
sigur Jákup Sverri Kass, sølu og
marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways
Jákup Sverri Kass
Sølu og marknaðarleiðari, Atlantic Airways