Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 18 Sosialurin Kunningarfundur um Diplomútbúgving í Leiðslu SkeiðsDepilin – So fært tú neyðuga førleikan sd.fo Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri. SkeiðsDepilin | Marknagilsvegur 75 | postboks 3239 | FO–110 Tórshavn | tel 318813 | fax 313374 | info@sd.fo Diplomútbúgvingin í Leiðslu er ætla verandi og komandi leiðarum. Útbúgvingin setir fokus á tína leiðslu og gevur tær møguleika at menna tínar leiðsluførleikar við at sameina innlit í ástøði og verkligar royndir í leiðslu. Diplomútbúgving í Leiðslu er hægri útbúgving skipað sum parttíðar lestur í 2½ ár. Útbúgvingin er sett saman av 6 obligatoriskum modulum, 3 vallærugreinum og høvuðsuppgávu. Skeiðsdepilin bjóðar útbúgvingina. Nærri kunning um Diplomútbúgvingina í Leiðslu er á heimasíðu okkara, www.skeidsdepilin.fo Diplomútbúgving í Leiðslu byrjar á Skeiðsdeplinum í september 2010, treytað av at undirtøkan er nøktandi. Í hesum sambandi verður kunnandi fundur mánadagin 21. juni kl. 17.00 á Hotel Hafnia, Parnassi. Leiðsla, undirvísarar á útbúgvingini og umboð fyri útbjóðara, sum Skeiðsdepilin samstarvar við, fara at greiða frá útbúgvingini. Lesandi fara eisini at greiða frá sínum royndum. Lærlingur til Bilrøkt Førleikakrøv: Góðan røkiskap Kundavinarligur SIT-útbúgving Koyrikort er ein fyrimunur Søkt verður eftir lærlingi til mekaniska verkstað okkara. Fá meira at vita um starvið við at venda tær til tlf. 358888 ella t-post: bilrokt@bilrokt.fo Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 22. juni 2010. Stiðjagøta 3 · Postsmoga 1234 Tlf: 35 88 88 · Fax: 35 88 80 bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo Bilvask Vit vaska bilin innan og uttan Verkstaður Dekk, oljuskift og umvælingar Leigubilar Persón- og vøruvognar. Góðir og bíligir Flutnings- hjálp Vit flyta bilar, maskinur o.m.a. Sosialurin / KvR 34 18 00 MarknaðarsaMskipari til Vága FloghaVn www.floghavn.fo Vága Floghavn er í einari menningartilgongd. Flogvøllurin og farstøðin verða útbygd komandi 2 árini. Tí søkir Vága Floghavn eftir einum marknaðarsamskipara, sum skal betra um tilboðið til flogfeløg og ferðafólk - og við hesum víðka um inntøkugrundarlagið hjá Vága Floghavn. Útbyggingin letur upp møguleikar fyri nýggjum ferðamálum og tilboðum til verandi og nýggjar marknaðir og viðskiftafólk, sum nýggi marknaðarsamskiparin skal troyta best møguligt. Marknaðarsamskiparin skal hava ábyrgdina av at menna tænastu útboðini hjá floghavnini, menna atgongdina til verandi og nýggjar marknaðir, skipa fyri søluátøkum og luttaka í handilsligu menningini av nýggju farstøðini, eins og luttaka í øðrum uppgávum í sambandi við virksemið hjá floghavnini. Marknaðarsamskiparin skal hava útbúgv- ing, so sum cand merc, HD, ella aðra hósk- andi útbúgvin, góð samstarvsevni og duga at arbeiða sjálvstøðugt, royndir frá privata ella almenna arbeiðsmarknaðinum innan marknaðarføring og kunnleika til føroyskt, danskt og enskt mál. Marknaðarsamskiparin kemur í virki sínum at samstarva við avvarandi starvsfólk hjá Vága Floghavn eins og uttanhýsis ráðgevar og samstarvsfelagar. Miðað verður ímóti at seta starvið 1. august 2010, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Dávid Reinert Hansen ella Regin I. Jakobsen á telefon 354400 ella teldupost: drh@floghavn.fo Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. juni 2010. Allar umsóknir við neyðugum fylgiskjølum verða viðgjørdar í trúnaði og skulu sendast til: Dávid Reinert Hansen, teldupost: drh@floghavn.fo jXej`i%]f