fríggjadagur 11. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 · Lýsingartilfar
18
út í heim
(Ó)kendi Keypmannahavn
Sightseeing, shopping, søvn, slott, spa, strendur,
sýningar, náttarlív, tónleikalív, mentanarlív,
matur og drekka... Hóast tey flestu hava verið
í Keypmannahavn ofta, so eru møguleikarnir
óendaligir, og um tú leggur í, finnur tú okkurt nýtt
og spennandi at uppliva hvørja ferð, tú vitjar
Eydna Skaale
Tey flestu hava verið so ofta í Keypmannahavn,
at tey hava fingið sær vanar. Tær somu stutt leika
parkirnar verða vitjaðar, tær somu matstovurnar
verða nýttar, tær somu handilsgøturnar gingnar
og upplivingarnar eru tí tær somu, sum altíð. Tað
kann saktans vera gott. Men tað er í grundini synd
ikki at gera sær dælt av øllum tí margfeldni, sum
Keypmannahavn hevur at bjóða.
Eitt tað besta við at ferðast er, at tú tá hevur
møgu leika at royna okkurt nýtt. At lata teg taka
á bóli og víðka sjónarringin. So hví ikki taka av
møgu leikanum, tá tú allíkavæl fert avstað?
Nakað fyri øll
Kanska skalt tú seta tær fyri at royna okkurt nýtt,
næstu ferð, tú kemur til Keypmannahavnar. Hvat
við einum túri í operahúsið ella í teatrið? Ella
hvussu við at hyggja at einum HMfótbóltsdysti
á stórskermi á Ráðhúsplássinum í summar? Ella
at uppliva eina av konsertunum við stórum tón
leika nøvnum? Ella hvat við veruliga at liva teg
inn í ferðafólkaleiklutin og fara á sightseeing við
kanal bátunum ella dupultekkarabussunum?
Keypmannahavn hevur hópin av stuttligum
søvnum, sum børnini eisini tíma við á, til dømis
vokssavnið Tussauds ella savnið fyri Gunniess
met. Tey flestu hava verið í Zoo og Tivoli, men
stutt uttan fyri býin eru eisini fleiri minni kendar,
men sann iliga spennandi stuttleikaparkir, til
dømis Knuthenborg Safaripark, sum umframt
djór eisini hevur nøkur meiri Tivolikend tilboð
og Nord sjællands Sommerpark, sum millum
ann að hevur stórt upphitað vatnland. Har fáast
lætt liga dagar at ganga, meðan øll familjan hugnar
sær.
Góð ráð og íblástur
Føroyski hátturin at ferðast uppá er ofta bara at
fara avstað, og so taka tað, sum tað kemur. Men
tað kann vera eitt gott hugskot at leita sær íblástur
til ferðina á teimum mongu heimasíðunum, sum
kunnu vísa á møguleikar, tit kanska ikki sjálvi
høvdu hugsað um.
Tit kunnu millum annað fáa góð ráð um, hvar
tit kunnu fara, um veðrið er gott, um veðrið er
ringt, um tit ynskja wellness, um tit hava børn,
um tit vilja shoppa ella njóta hvønnannan, ja,
heima síðurnar hava góð ráð og tipp, óansæð
hvørji ynskini til ferðina eru.
Um tú bert nýtir eina løtu við telduna, áðr
enn ferðin byrjar, kanst tú fáa eitt yvirlit yvir,
júst hvussu tit kunnu leggja ferðina til rættis, so
leiðis, at hon hóskar til tykkara tørv og ynski. Á
heima síðunum síggjast eisini spennandi tiltøk,
sum kanska krevja, at tit keypa atgongumerki í
góð ari tíð. Spell at missa góðar upplivingar bert
orsakað av vantandi planlegging.
Men óansæð um tú skalt savna tær tankarnar
í ein semi, hugna tær við familjuni, stuttleika tær
við vinfólki ella njóta makan, so hevur danski
høvuðs staðurin heilt víst okkurt spennandi at
bjóða. Tað ræður bara um at leita øll tey góðu
til boðini fram. So tak av møguleikunum og royn
okk urt ókent í Keypmannahavn. Tú fert neyvan
at angra tað…
Heimasíður: visitcopenHagen.com, danmarkguide.dk, aok.dk, bornibyen.dk