Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 Sosialurin Rólant Waag Dam Teir báðir vinmenninir Rói og Kristian vistu ikki hvat teir skulu halda, tá teir nú eitt kvøldi vóru á fjørðinum. Pápi Kristian og teir báðir vóru farnir á flot við einum tríbekki í Sundalagnum norð anfyri Streymin, uttanfyri heimbygdina Norðskála, sum teir so ofta fyrr hava gjørt. Tað er eitt sindur ymiskt, hvat teir royna seg við á fjørð inum. Viðhvørt er tað dorg, aðrar tíðir er tað við tráðu, men sum oftast er tað snøri, ið teir brúka og soleiðis var tað eisini hetta kvøldið. Meðan teir soleiðis liggja og fiska í streymkantinum, har vestfallið hevði ligið hálv anannan tíma og fitt av bergyltum var at draga, varnast teir nakað løgi suðuri móti brúnni um Streymin. Teir høvdu ógvuliga trup ult við at siga, hvat tað var, sum svam frá landi og út á rákið. Ein reki var tað ikki, tí livandi var tað. Ein kópur var tað tó ikki, tí hann hevði neyvan svomið við gumpinum undan. Ein labradorhundur var tað heldur ikki, tí einki fólk var at síggja í fjøruni. Tað líktist heldur ikki einum kavara ella froskmanni. Sum teir komu nærri sóu teir, at talan var um tvey kríatúr og við rákinum nærkaðust tey skjótt upp­ ankraða árabátinum. Eitt lamb og ein ær Komin nærri vilja teir ikki trúgva sínum egnu eygum. Av øllum teimum tankunum, teir høvdu gjørt sær um, hvat hetta mundi vera fyri nakað, sum svam á fjørðinum, var ein ær við einum lambi helst tað síðsta, teir høvdu hugsað um. Men tað var júst eitt lamb og ein ær, sum við mál vísari kós nú vóru komin út á miðfjørð, ið teir sóu. Úr bátinum eygleiða teir tríggir, hvussu lambið at síggja til fekk kaldar føtur og vendi við innaftur móti Eysturoynni. Nú lambið hevði kós ein veg og ærin hin veg, fóru tey bæði at jarma. Ikki júst tað, Rói og Kristian báðir vóru vanir við, tá teir hava fiskað á fjørðinum. Nú síggja teir tríggir í bát inum eisini, at ærin var vorðin nakað tung í sjónum. Kvikliga draga teir snørini og fortøjningin inn og so at rógva, fyri at beina lambinum á. Hetta eydnaðist teimum og ærin, sum hevði ligið og andøvt upp í móti rákinum, helt nú leiðina fram í móti Streymoyarlandinum, tá hon sá, at lambið elti seg aftur. Hetta dámdu teimum báðum Róa og Kristiani væl, at ær og lamb høvdu somu kós inn í móti landi. Tí fylgdu teir við spenningi sjáldsomu ferðini hjá teimum fýrføttu tvørtur um fjørðin. Ein túr ur, sum á vestfallinum var minst dupult so langur, sum var teinurin tikin um kyrrindasjógv. Tískil var talan um ein sera strævn an túr, men ikki strævnari enn, at ærin vann upp land. Har var hon standandi eina løtu, lúgvað og vatn rann. Løtu seinni hevði lambið eisini fingið fast undir føti, og stóð við hennara lið í fjørðuni nakað sunnan fyri Nesvík. Ein løta gekk áðrenn, áðrenn tey bæði fluttu seg niðan á bakkan, óskalaði at vísa seg. Tá tey gjørdu hetta, vendu teir tríggir bátinum og stevndu heim. Og hóast teir báðir Rói og Kristian altíð vilja fiska so nógv sum gjørligt, so var tað fyri einaferð skyld ikki fongurin teir prátaðu um, tá teir høvdu drigið bátin og gingu niðan frá neystinum hetta kvøldið. Sum skilst hoyrdi seyð urin heima í haganum í Streym nesi. Spurningurin er so, hvussu ær og lamb eru komin yvir um til Eyst ur­ oynna? Komu tey eftir brúnni, ella brúktu tey somu rutu, sum Rói og Kristian báðir sóu tey taka hetta kvøldið á fjørðinum. Vinmenninir og systkinabørnini Rói Dam og Kristian Waag Dam fingu eina sera sjáldsama sjón at sjá, tá teir vóru við báti á fjørðinum. Teir vistu ikki hvat tað var, teir sóu, tá teir vóru langt burtur frá og komnir nærri, vildu teir ikki trúgvu tí, teir sóu, tí á fjørðinum svumu ein ær og lamb Sóu lamb og ær svimja tvørtur um Streymin Við fartelefonini eydnaðist tað 12 ára gamla Róa og 8 ára gamla Kristiani at avmynda lambið, sum saman við eini ær svam tvørtur um Streymin Systkinabørnini og vinmenninir Rói og Kristian eru ofta á fjørðinum og dáma væl at fiska Fulltrúi til Kappingareftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið Søkt verður eftir einum fulltrúa til Kapp­ ingareftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið. Kappingareftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið eru fyrisitingarliga skipað saman við Posteftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Elveitingareftirlitinum og Skráseting Føroya. Vit kunnu bjóða eitt sera fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi upp­ gávum við stórum týdningi fyri vinnu og borgarar. Starvið er persónliga og yrkis­ liga mennandi, umframt er møguleiki fyri nógvum samskifti við vinnulív, altjóða myndugleikar og aðrar myndugleikar í Føroyum. Tú kemur at starvast í einum óformligum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi. Dent­ ur verður lagdur á, at tað arbeiði, ið latið verður úr hondum, er á høgum fakligum støði. Tískil eggja og stuðla vit starvs­ fólkum okkara at menna sínar førleikar á viðkomandi økjum. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: At innsavna tilfar og gera búskaparligar greiningar á fjarskiftisøkinum. At gera ymiskar marknaðargreiningar fyri Kappingareftirlitið. At luttaka í málsviðgerðini av málum. FørleikAr vit vænta at tú hevur: Viðkomandi búskaparfrøðiliga kandidat­útbúgving, , t.d. cand. oecon. ella cand. polit. Lesandi á kandidatstigi, ið eru við at verða liðug við útbúgvingina, eru eisini vælkomin at søkja. Góð analytisk evni. Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, alt eftir hvør uppgávan er. setAnArtreytir Setanartreytir verða eftir galdandi sátt­ mála við BLF ella annað avvarðandi fakfelag. Setanin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmans­ skrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn, saman við prógvum og møgu­ ligum ummælum, skal sendast til: Kappingareftirlitið Skálatrøð 20 Postboks 73 FO­110 Tórshavn og verða stovninum í hendi í seinasta lagi tann 30. juni 2010, kl. 12. Um tú ynskir nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Terja Sigurðsson, deildarstjóra, á tlf. 35 60 41 og t­post: terjes@kapping.fo ella við Sigurd Rasmussen, fulltrúa, á tlf: 35 60 44 og t­post: sigurdr@kapping.fo www.kapping.fo www.fse.fo