fríggjadagur 11. juni 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93
20
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
J
ohan var sonur Elspu og
Dánjal í Horni í Havn.
Hóast hann doyði so ungur
kann nakað greiðast frá
honum.
Í
skiftinum
hjá
honum finst nakað. Hann
hevur verið maskinmeistari
eins
og
pápi,
og
hann
var
»værnepligtig«
hjá
»Søværnets Kaserne«, tá ið
hann doyði. Her hevði hann
eisini bústað. Johan fekk
influensa, sponsku sjúku, og
hann varð innlagdur á »Det
for Hær og Flaaden fælles
Epidemihospital.« Johan var
bert sjúkur í 10 dagar, táið
hann doyði. Hetta hevur
gingið so skjótt, at ættin
heima visti einki fyrr enn
deyðsboðini komu.
Tað varð gjørt upp eftir
hann í Danmark. Endiliga
uppgerðin vísti, at Johan
átti til góðar kr. 256,53,
sum var fitt av peningi tá í
tíðini. Hetta var saman við
einum kufferti við hansara
ognarlutum sent til Føroyar.
Johan hevur eisini verið
framskygdur á annan hátt.
Hann hevði nevniliga teknað
ein lívstrygging, sum nú gav
kr. 2.000. Hetta var ein heilt
stór upphædd tá.
Pápin reisti spurningin,
um sonurin kundi eiga part av
bjargingarløn í samband við
eini bjarging hjá Beskytteren,
sum var eitt kent sjóverjuskip
við Føroyar. Hesum skipi
hevur Johan so siglt við.
Dánjal
visti
um
onkran
annan av manningini, sum
hevði fingið bjargingarløn.
Men tað varð greitt frá, at
Johan hevði fingið hendan
pening útgoldnan umborð.
Johan hevði eisini siglt við
krússaranum Heimdal. Tað
var vist hetta skip hann nú
sigldi við.
Bragdligur unglingi
Andlátið av Johan varð eisini
umrøtt í bløðunum. Dimma
lætting skrivar 30. oktober:
»Í gjárkvøldið fekk maskin
meistari Daniel Samuelsen
(Dánjal í Horni) her í býnum
tey
sorgarboð,
at
sonur
hansara Johan Samuelsen
er deyður i Keypmannahavn
av influenza. Hetta kom heilt
óvæntandi, tí ikki var áður
frætt nakað um, at Johan var
vorðin sjúkur.
Tað er jó soleiðis í hesi tíð,
at deyðin dagliga hevur boð
eftir mongum ungum manni,
og í heimum víða hvar sita
syrgjandi mammur og pápar.
Vit hoyra og lesa dagliga um
deyðans verk, og vit hugsa
um tey sorgarbundnu víða
hvar um heimin, men tað vil
so vera, at sorgin fyrst kenst
dupult tung og nívandi, tá tað
eru eins nærmastu, deyðin
kallar heim. (Hetta var undir
fyrra heimsbardaga.)
Johan í Hodni er deyður
– langt burturi frá Føroyum
og barnaheiminum, ið áttu
allan hansara kærleika. Og
hjá okkum, ið frá barnaár
unum kendu hann og síðan
komu saman við hann bæði
her í Føroyum og aðrastaðni,
vil tað kennast sum ein
stórur saknur, at vit aldri
skulu síggja hann aftur,
tann lívsglaða og dámliga
unglingin.
Johan í Hodni var ein
evnaríkur og rættsinnaður
ungur maður. Hann hevur
verið Føroyum til æru, hvar
hann hevur ferðast.«
Tingakrossur skrivar:
»Í gjárkvøldið bórust tey
sorgartíðindi higar til landið,
at Johan Samuelsen, sonur
Dánjal í Horni, var deyður
í Keypmannahavn av influ
ensa (spanskari sjúku.)
Í vónríkastu ungdómsár
um er Johan tikin burtur úr
lívinum, sum tyktist at liggja
ljóst og fagurt fyri honum.
Hann verður syrgdur av
øllum, ið kendu tann vinsæla,
vakra og vituga unglingin.«
Tað sæst annars í HB
bókini hjá Jógvan Arge, at
Johan hevur verið virkin í
fótbólti. Hann var sum eyka
maður við einum felagsliði av
HB, Miðvágs Bóltfelag og TB
á eini fótbóltsferð til Noregs
í 1910.
Deyðslýsing 30.
oktober 1918
Det meddeles herved Slægt
og Venner, at vor elskede Søn
Maskinist Johan Pauli
Samuelsen
er død i København den 28
ds. af Influenza.
Paa hans dybtsørgende
Søskendes og egne Vegne
Elsebeth
og
Daniel
Samuelsen.
Takkarlýsing
9. november 1918
Til alle dem, der har vist os
Deltagelse i anledning af vor
kære Søns Død og Begravelse,
bringer vi herved vores dyb
følte tak. En hjertelig tak
til Provst Dahl. En særlig
tak til kaptajn Lorch samt
Officerer og Menige paa
Stationsskibet.
Elsebeth og Daniel
Samuelsen
Johan hevur eisini verið
virdur av sínum starvsfeløg
um. Skipið, hann sigldi við,
kom á Havnina við líkinum.
Tað er hetta, sum liggur aftan
fyri endan á hesi tøkkini.
Børnini
hjá
Hannis
í
Horni, beiggja Johan, minn
ast framvegis til hvussu dygt
deyðin hjá Johan serliga tók
ommuni nógv ár aftaná.
Spanska sjúkan
Spanska sjúkan, sum Johan
doyði av, gjørdi eisini um seg
í Føroyum. Tann 9. november
1918 er ein vegleiðing frá
Færøernes Lægeforening í
Dimmalætting, um hvussu
fólk skuldi bera seg at fyri at
forða fyri smittuni. Sjúkan
smittaði gjøgnum munnin.
Tí skuldi spýtt sóttreinast,
og ein skuldi vara seg fyri,
at sjúklingur hosta, njósa
ella tosa beinleiðis móti
einum. Tey sum ansa einum
sjúkum, skuldu verða vard
við serligum klæðum.
Tey sjúku skuldu fara
beinleiðis í song fyri ikki at
smitta onnur.
Fyrstu føroyingar
við Smirli
Elspa, mamma Johan, átti
tveir beiggjar, Jóan Magnus
og Jóhannes. Johannes var
motorpassari og doyði av
roykeitran umborð á Sur
price hjá Restorff. Johannes
var giftur við Angeliku, sum
sat einkja í 60 ár sum umrøtt
í røðini Hendur ið Sleptu. Ein
sonur teirra var Palli Henrik
sen, kendur politikkari í
Havn.
Fyrsta skip, Dánjal sigldi
við, var hjá Østrøm og
kallaðist
Enigheden.
Tað
sigldi uppá Leith í Skotlandi.
Hetta var eitt dampskip,
og Dánjal byrjaði sum fýr
bøtari. Dánjal kom at vera
maskinmaður restina av síni
tíð, hóast hann ikki hevði út
búgving. Tí mátti hann hava
undantaksloyvi hvørt ár.
Dánjal var eisini við hvala
bátum og við Isafold hjá
Skipafelagnum. Dánjal sigldi
uppá England og Týskland
og aðra staðni.
Hann kom umborð á
Smiril í 1898 saman við Niklas
í Køk. Smiril kom til Føroyar
í 1895. Øll manningin var
tá donsk. Teir báðir vórðu
fyrstu føroyingar við Smirli.
Fyrst í 1900 byrjar bolla
fabrikkin hjá Jacob Lützen,
og tá kemur Dánjal at arbeiða
har.
Dánjal var fyrst og fremt
kendur sum maskinmeistari á
Ruth hjá Mjólkaforsýningini.
Her sigldi hann við í nógv ár.
Systkini
Systkini hjá Johan vóru:
Albert, umrøddur í Mið
vikuni. Edvard, sum hevði
spinnarí saman við Johan
Evensen. Bernhard giftist
til Fuglafjarðar. Hann datt
oman og doyði. Alex, Karl
og Johannes búðu í Havn.
Albert kallaði beiggjan upp.
Hetta er Johan Norðfoss,
eisini kendur frá Miðvikuni
Tað var ein systir, Magn
hild, sum giftist við GøtuJens
(Simonsen.) Hann var eisini
kendur sum BommJens, tí
hann hevði bommvirki.
Johan í Horni gjørdist offur fyri sponsku sjúku
Tey í Horni eru ein kend ætt í Havn. Eisini eru tey kend fyri at blíva
ógvuliga gomul. Men Johan hjá Dánjal í Horni gjørdist bert 27 ár
JOHAN PAULI SAMUELSEN
F. 11. JUNI 1891
D. 28.OKTOBER 1918
HØJT ELSKET
DYBT SAVNET
Johan spældi við HB. Hetta er fyrsta mynd,
sum er tikin av kampliðnum hjá HB.
Aftast frá vinstru: Emil Rein, Johannes Simonsen,
Valdemar Rein, Johan Samuelsen og Theodor Nielsen.
Miðjan: Poul Niclasen, Axel Mouritsen
og Wenningsted Mortensen
Fremst: Jens L. Hansen í Funningsstovu,
Johan Danielsen og Hans Debes
Johan Pauli Samuelsen
gjørdist bert 27 ár
Komandi partur
Í komandi parti frætta vit um Jettu og Jacob Lützen,
kendur handilsmaður í Havn
Foreldrini hjá Johan vóru Elspa og Dánjal í Horni í Havn