Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 · Lýsingartilfar 20 út í heim Stórar upplivingar í London Tað er ómøguligt at troyttast London býi, sum bjóðar allar hugsandi upplivingar. Her er nakað av tí, tú kundi vitja í London í summar Eyðun Klakstein Camden Markets Marknaðurin í Cam­ den Town tel ist mill um best um tóktu ferða­ mál ini í London. Eingi 100.000 fólk leggja hvørt vikuskiftið leið­ ina fram við á markn­ að inum, har tey selja handverk, klæði, mat og mangt annað. Upp runa liga var marknaðurin opin sunnudag, og tað er fram vegis tann stóri dagurin, men nógv er eisini at fáa har gjøgnum vikuna. We Will Rock You London bjóðar eina ørgrynnu av ment anar­ tiltøkum, og býurin er ikki minst kendur fyri teir mongu framúr góðu sangleikirnar. Klassisku sangleikirnir eru framvegis har, og fleiri nýggjari leikir kunnu eisini upplivast. Ein av teimum populerastu er We Will Rock You, sum gongur á áttanda árið á Diminion Theatre. Hesin sangleikurin byggir á tónleikin hjá Queen og er eina vitjan verdur. Afternoon tea Síðani miðskeiðis í 17. øld hava bretar drukkið te seinnapartar. Vanliga verður afternoon tea drukkið millum klokkan trý og fimm seinnapartar. Skikkurin er kanska ikki tann, hann einaferð varð, men víðahvar í London ber til at uppliva klassiska drekamunnin hjá bretum. Á The Cadogan Hotel í Sloane Street bjóða tey framúr gott te, bestu skons í býnum, tvíflísar og køkur. Ein av teimum, sum plagdi at leita sær á hotellið, var rithøvundin Oscar Wilde. Í hølunum á Jack The Ripper Á heysti í 1888 spjaddi Jack The Ripper ræðslu í London. Víðagitni drápsmaðurin gjørdi um seg í East End í London, og tað varð ongantíð staðfest, hvør Jack The Ripper var. Á Jack The Ripper Tour kanst tú fara í hølunum á drápsmanninum í London og síggja gomlu gøturnar, smogurnar og onnur støð, har hann gjørdi um seg. Heimsins besti fótbóltur Premier League er sterkasta landskappingini í fótbólti, og nógvar av størstu fótbóltsstjørnunum í heiminum spæla í Onglandi. Næstu vikurnar eru stjørnurnar til HM og í summarfrí, men longu frá august eru aftur fótbóltsdystir á skránni. Stóru leikvøllirnir bjóða eisini innar, so at tú kanst uppliva stadion innanífrá. Hitt tey kendu á Tussauds Øll tey kendu fólk ini í heiminum halda til á Madame Tusaud­ savninum í London. Eftirgjørdu voks­ figur anir um boða tær kendur films stjørn­ urnar, víðagitnu tón­ leik ararnar, heims leið­ arar og onnur fólk. Tú kanst heilsa upp á fólk sum Paris Hilton, Wayne Rooney, tey konga ligu og mong onnur. Nýskapandi list Á Tate Modern savn­ inum kanst tú uppliva nýggjari og nýmótans list úr øllum heiminum. Stutt frá Thames ánni, í einum fyrrverandi orku bygningi, ber til at uppliva listafólk sum Bonnard, Matisse, Picasso, Rotkho, War­ hol og Dalí. Eygað yvir London Mest vitjaða ferðamálið í Bretlandi er London Eye. Stóra hjólið liggur við Thames ánna, og 135 metrar uppi í luft­ ini kanst tú síggja yvir stóran part av enska høvuðsstaðnum. Hálv­ fjórða millión fólk sita hvørt ár í hjólinum, og í bestu summartíðini kann tað verða ein góð løta at bíða fyri at sleppa framat. Stórsligin søga The Natural History Museum er eitt stórt upplivilsi. Í stór slig­ num bygningi ber til at uppliva alt frá dino­ saurum og hvalum til skriðdjór, gimsteinar og apur. Høllirnar eru drag andi og spennandi – men minst til at vitja skrið djórini og teir mongu gimsteinarnar. Bon Jovi á O2 O2 Arena í London bjóðar stórar konsertir við kendum tónleikabólkum. Allan juni mánað fer amerikanski rockbólkurin Bon Jovi at halda til har og hava einar 10 konsertir. Onnur kend nøvn kunnu eisini upplivast á O2 Arena komandi mánðirnar – One Republic, Kid Rock, Leona Lewis, Aerosmith, Rod Stewart og Earth, Wind & Fire. Í hølunum á Jack the Ripper London Eye Natural History Museum