Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 13 - 19. januar 2002 Nr. 13 - 19. januar 2002 13 KT-FÓLK - verkfrøðingur,dátufrøðingur ella líkn. Søkt verður eftir einum KT-fólki til stovnin . Arbeiðsuppgávur Tann, ið settur verður, fer at taka lut í ymiskum edv-verkætlanum við tí endamáli at menna KT- tøknina á stovninum og verður við í rakstri og viðlíkahaldi av telduútbúnaðinum, ið fevnir um umsitingina av eini HP 9000 teldu, umframt viðlíkahald av pc'arum og ráðgeving, menning og útbúgving av starvsfólki. Førleikakrøv Sóknast verður eftir verkfrøðingi, dátufrøðingi ella líknandi. Umsøkjari við kunnleika til Unix, Windows, C og Oracle hevur fyrimun. Setanartreytir Løn og setanartreytir annars vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 5. februar2002. Merkið brævbjálvan "KT-fólk". Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Torkil Zachariassen á tlf.311333 (e-postur: torkil@lv.fo). Til persónligar skattgjaldarar Sjálvuppgávan av inntøkuni fyri 2001 og inntøku av kapitalvinningi hjá persónligum skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skal vera innlatin til Toll og Skattstovu Føroya í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars 2002. Um hálvan februar sendir Toll- og Skattstova Føroya sjálvuppgávur út. Sjálvuppgávurnar eru grønar. Øll, sum móttaka eina sjálvuppgávu, skulu senda hana inn aftur. Teir persónar,Toll- og Skattstova Føroya metir seg at hava rættar upplýsingar um, fáa tó eina skattaupp- gerð,ið er eitt blátt skjal.Hesi fáa onga sjálvuppgávu sendandi. Eru upplýsingarnar á skattauppgerðin ikki rættar, skal sjálvuppgáva sendast inn. Sjálvuppgávan fæst á økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya kring landið. Eisini er hon í bóklinginum »Skatturin 2001«. Framskundað skattauppgerð Tey,ið ikki hava annan frádrátt enn eftirlønargjald,og ikki hava B-inntøku, kunnu fáa framskundaða skatta- uppgerð, um tey innan 1. februar 2002 lata sjálvupp- gávu inn til Toll og Skattstovuna.Á hesi sjálvuppgávu skal bert gjaldið til eftirløn í 2001 verða upplýst og skjalprógv skal viðleggjast. Verða aðrar upplýsingar skrivaðar á sjálvuppgávuna, sum t.d.B-inntøkur og/ella aðrir frádráttir,verður hon at meta sum vanlig sjálvuppgáva, og vil tað siga, at skattauppgerðin kann ikki roknast við at verða gjørd fyrr enn í fyrsta lagi í mars mánaða. Ognaruppgerð Tað er bert neyðugt at lata inn ognaruppgerð, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2000. Tó skulu tey, sum Toll- og Skattstovan sendir ognaruppgerð til, lata hana innaftur. Til feløg v.m. Sjálvuppgávur, roknskapir og inntøkur av kapital- vinningi viðvíkjandi árinum 2001 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m. við roknskaparskyldu skulu vera Økisskrivstovunum hjá Toll- og Skatt- stovuni í hendi í seinasta lagi 1. juni 2002, um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmannakkaárinum 2001 (smb. § 1, 1. stk. nr. 7-16 og § 2 í skattalógini). Ber til at leingja freistina? Tá serlig grund er til tess, kunnu økisskrivstovurnar leingja freistina til 15. august 2002, treytað av at - umsóknin er skrivlig - umsóknin er send áðrenn 1. juni 2002 - sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innkomin. Til privat vinnurekandi Við heimild § 105, 2. stk. í skattalógini og vísandi til kunngerð nr. 92 frá 19. november 1999 frá Fíggjar- málastýrinum skulu sjálvuppgávur, roknskapir, ogn- aruppgerðir og inntøkur av kapitalvinningi við- víkjandi árinum 2001 hjá privatum vinnurekandi við roknskaparskyldu vera Økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya í hendi sum tilskilað niðanfyri: Føðingardagur: Seinasti innlatingardagur: 1/1 – 28/2 1. apríl 2002 1/3 – 30/4 1. mai 2002 1/5 – 30/6 1. juni 2002 1/7 – 31/8 1. juli 2002 1/9 – 31/12 15. august 2002 Um báðir hjúnafelagarnir hava skyldu at føra rokn- skap, kunnu báðir lata inn sambært tí freist, sum er galdandi fyri tann hjúnafelagan, sum hevur tann seinna føðingardagin. Ber til at leingja freistina? Tá serlig grund er til tess, kunnu økisskrivstovurnar leingja freistina til 15. august 2002, treytað av at - umsóknin er skrivlig - umsóknin er send, áðrenn nevndu innlatingar- freistir eru farnar - sjálvuppgávur,roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innkomin Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið tær/teir í seinasta lagi eru fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella eru latin í postin í seinasta lagi omanfyri nevnda innlatingardag. Fellur seinasti inn- latingardagurin á ein leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrsta eftirfylgjandi gerandis- dag. Um fullfíggjað sjálvuppgáva yvir inntøku ikki er latin inn rættstundis, eins og frammanfyri er ásett, verður hækking gjørd samsvarandi reglunum í § 104 í skattalógini. Vitjið eisini heimasíðu stovnsins: www. tollskatt.fo Argir, tann 15. januar 2002 Toll- og Skattaráð Føroya Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Um skyldu at geva upp skattskylduga inntøku fyri 2001 Við heimild í § 100, 2. stk. í skattalógini skal Toll- og Skattaráðið við hesum krevja øll, sum skulu verða sett í skatt, um at geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn niðanfyri nevndu og ávístu freistir eru úti. Kursus i islandsk og islandsk kultur for udlændinge sommeren 2002 Kurserna vänder sig i första hand till besökande nordiska turister Nybörjarkurs 1–12 juli 2002 Fortsättningkurs 15–26 juli 2002 Deltagerantal: Max. 14 på varje kurs Kursavgift: DKR 3.000 Deltagarna bekostar resa och uppehåll själv. Nordens hus kan hjälpa till med att arrangera inkvartering. Anmälan: För den 1. april 2002 på sär- skild blankett som rekvireras från Nordens hus eller på hemsidan http://www.nordice.is För närmare information kontakta språkkonsu- lent Kristín Jóhannesdóttir, tel. +354 551 70 30, fax +354 552 6476, e-post: kristinj@nordice.is Heini Niclasen av Eiði, sum gongur á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, er í starvsvenjing á Sosialinum. Hann hevur verið í býnum í Havn og tosað við floksfelagar, sum eisini eru í starvs- venjing í høvuðs- staðnum STARVSVENJING Heini Niclasen Nú eri eg sjálvur í praktik hjá Sosialinum, og eg fekk so ta uppgávu at skriva um nakrar av hinum praktikantunum, í Havnini. Eg legði fyrst leiðina niðan í SMS, har tríggjar floksfelagar royna seg í hvør sínum handli. Síðani fór eg niðan á Háls, har ein floks- felagi er í praktikk hjá Før- oya Tele. Navn: Judith Jacobsen. Búðstaður: Eiði Hvar ert tú í praktik? Eg eri í praktik í Deres í SMS. Hví valdi tú at fara í prak- tik hjá Deres? Tí at mær dámar klæðini har, og tí at eg helt tað vera spennandi at prøva tað. Hvussu eru fólkini í Deres at arbeiða saman við? Tey eru fitt at arbeiða saman við, tí at tey tosa nógv við meg, eru ung og eru lætt at koma í samband við. Hevði tú eisini valt Deres, um tað var uttan fyri Havnina? Nei tað hevði eg nokk ikki, tí at eg haldi, at tað hevði verið nokkso rotið at vera í praktik úti á bygd. Tí í Havn kann man fara at bio, bowla og gera mangt annað, sum man ikki kann gera úti á bygd. Hvat gert tú, tá ið ert í praktik hjá Deres? Eg støvsúgvi, pussi vindeygu og leggi klæðir saman og standi eisini onkuntíð við diskin. Ætlar tú at arbeiða í einum klædnahandli, tá ið tú verður vaksin? Nei, tað er ikki planurin. Eg ætli mær at vera frisør. Hví valdi tú so ikki at fara í praktik hjá einum frisøri? Tí eg vildi prøva okkurt annað, áðrenn eg fari at vera frisør. Navn: Durita Kallsoy. Búðstaður: Eiði Hvar ert tú í praktik? Eg eri í Veromoda í SMS Hví valdi tú at fara í prak- tik hjá Veromoda? Tí at mær dámar klæðini har. Hvussu eru fólkini í Vero- moda at arbeiða saman við? Tey eru fitt at arbeiða saman við, men eg hevði vilja at tær høvdu tosa meira við meg. Hevði tú eisini valt Vero- moda um tað hevði verið uttanfyri havnina? Nei tað rokni eg ikki við, tí at her er meira at gera enn úti á bygd, og tí at eg sjálv búgvi úti á bygd, og eg vildi gjarna prøva okkurt nýtt, t.d. arb- eiða í einum klædnahandli í Havn. Hvat gert tú, tá ið tú ert í praktik á Veromoda? Eg leggi klæðir saman og standi eisini við diskin og geri eisini nógv annað Ætlar tú tær at arbeiða í einum klædnahandli tá ið tú verður vaksin? Nei tað ætli eg ikki, tí at eg ætli mær at vera frisør. Hví valdi tú so ikki at fara í praktik hjá einum frisøri? Tí eg vil gjarna læra tað, áðrenn eg fari at klippa har, og eisini tí eg havi hoyrt, at man sleppur einki at gera, tá ið man er í praktik hjá einum frisøri, bara sópa gólv og vaska hár. Navn: Jógvan Páll Kristiansen Búðstaður: Norðurskáli Hvar ert tú í praktik? Hjá Føroya Tele. Hví valdi tú at fara í prak- tik hjá Føroya Tele? Tí at øll, sum hava verið her fyrr siga, at tað er sera spennandi. Hvussu eru fólkini at arb- eiða saman við? Øgiliga fitt og hjálpsom. Hvat gert tú, tá ið tú ert í praktik hjá Føroya Tele? Eg umvali telefonir og tílíkt. Hevði tú valt Føroya Tele, hevði tú skula út á bygd? Nei tað hevði eg ikki, tí at næstan øll hini í flokkinum eru farin til Havnar, men eg skal bara vera í Havn í eina viku, og so skal eg eisini til Runavíkar eina viku, men tað tími eg ikki. Ætlar tú at arbeiða á Føroya Tele, tá í tú gerst vaksin? Ja, tí at mær dámar sera væl at skrúva elektrisk ting sund- ur og saman, so tað rokni eg næstan við at eg fari at gera. Navn: Brynleif Andreasen Búðstaður: Eiði Hvar ert tú í praktik? Eg eri í praktik hjá Elding í SMS. Hví valdi tú at fara í praktik hjá Elding? Tí eg visti ikki, hvar eg skuldi fara, og so kom ein lærari við hugskotinum. Hvussu eru fólkini í Elding at arbeiða saman við? Tey eru sera fitt, tí tey hjálpa mær, tá ið tað er okkurt og eru eisini sera fitt at tosa við. Hvat gert tú, tá tú ert í praktik hjá Elding? Eg standi við diskin, seti vørur á plass, seti prísir á vørurnar og eg koyri eisini vørur út. Hevði tú eisini valt at farið í praktik í Elding, hevði tað ligið uttan fyri Havinina? Ja, tað hevði eg nokk, tað hevði bara ikki skula verið uttan fyri Eystur- og Streym- oynna. Ætlar tú at arbeiða við tílíkum, tá ið tú gerst vaksin? Og her svarar hann so: »Kanska og kanska ikki« Næmingar av Eiði og frá Norðskála í starvsvenjing Tórshavn C M Y K 13 12