leygardagur 19. januar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 19. januar 2002
15
- At nógvur smáur
upsi er í fiskiskapin-
um, man væl merkja,
at góður árgangur er
á veg. Men spurning-
urin er, hvar tann
stóri fiskurin er, sigur
virkisleiðarin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fiskimenn vita nógv um
fisk og fiskiskap. Tískil
verður ofta spurt, hví ikki
verður lurtað meira eftir
teimum, tá ið ásetingar
skulu gerast og lógir og
kunngerðir
broytast.
Hvussu kunnu landkrabbar
vita alt um fisk, tá ið teir
nóg illa hava sæð ein liv-
andi fisk?
Tað var løgtingsmaðurin,
Juul Jacobsen, sáli, sum í
eini valsending umrøddi
henda spurningin. Hann
helt, at nógvir av teimum,
sum gera seg klókar uppá
fisk og fiskiskap, nóg illa
hava sæð ein livandi murt –
og so tók hann, so skemti-
ligur hann kundi vera,
afturí aftur og segði: “Jú,
kanska sín egna!”
Eyðvitað er, at fiski-
menn, sum hava siglt í
nógv ár, vita ein heilan hóp.
Trupulleikin er, at teir hava
smáar møguleikar at føra
hagtøl yvir tað, teir síggja
og uppliva á sjónum. Tí
kann
vera
torført
hjá
teimum at prógva sína
vitan við tølum.
Upsin nógv smærri
Ein, sum hevur ført hagtøl
yvir støddina á upsa, er
virkisleiðarin á Fiskavirk-
ing í Vestmanna, Jens Pauli
Petersen. Talan er ikki bara
um stakroyndir, men um
allan upsan, sum virkið
keypti í fjør, og tað er
sjálvsagt eitt ótal.
Jens Pauli sigur, at miðal-
vektin á upsa í tíðarskeið-
inum, 1. januar til 31. juni
2001 var 2,31 kg. Men í
tíðarskeiðinum, 1. juli til
31. desember var miðal-
vektin bert 1,81 kg. Hetta
merkir, at hvør upsi, sum
Fiskavirking í Vestmanna
keypti seinna hálvár í fjør,
vigaði hálvt kg. minni enn í
fyrra hálvári.
Tá ið Sosialurin tosaði
við virkisleiðaran, hevði
hann ikki tølini við hond-
ina, men helt seg minnast,
at miðalvektin á upsa alt
árið 2000 var 2,3 kg.
Dýrari framleiðsla
Maskinurnar spyrja ikki
eftir, hvussu stórur ella lítil
fiskurin er. Tær skera eitt
ávíst tal av fiski. Er fisk-
urin smáur, minkar fram-
leiðslan. Tískil er dýrari at
framleiða smáan fisk enn
stóran fisk. Jens Pauli vísir
á, at framleiðslunøgdin er
nær tengd at miðalvektini á
fiskinum.
Spurdur, um hann hevur
eina meting av, hvat tað
merkir, at upsin er so
smáur, sigur virkisleiðarin:
- Nei, tað havi eg ikki, og
eg havi heldur ikki spurt
meg fyri. Men tað, at
nógvur smáur upsi er í
fiskiskapinum, man væl
merkja, at góður árgangur
er á veg. Spurningurin er
so bara, hvar tann stóri
fiskurin er.
Jens Pauli sigur, at í
summum førum koma skip
við eini heilari last, har
allur upsin er smáur, og har
eingin stórur fiskur er
ímillum.
Góður upsi í ár
- Men tað, sum vit hava
keypt higartil í ár, er alt
miðalgóður upsi, sum eg
vil meta liggur um eini 2,3
kg. í miðal.
Jens Pauli er tó vitandi
um, at fiskurin, sum skipini
hava fingið í januar, í
nógvum førum hevur verið
smáur, og hann væntar ikki,
at miðalvektin hjá teimum,
sum árið líður, verður so
høg.
- Eg havi skilt, at slagið
hevur verið betri sunnan-
fyri, eitt nú á Munkagrunn-
inum, enn eystanfyri og
innari vestanfyri, sigur
virkisleiðarin at enda.
Jens Pauli Petersen hevur
verið virkisleiðari á Fiska-
virking í Vestmanna í trý
ár.
Jens Pauli Petersen, virkisleiðari, førir hagtøl:
Miðalvektin á upsa
minkaði eitt pund í 2001
- Maskinurnar spyrja ikki eftir, hvussu stórur ella lítil fiskurin er. Tær skera eitt ávíst tal av fiski, og er fiskurin smáur, minkar
framleiðslan. Tískil verður dýrari at framleiða smáan fisk enn stóran fisk, sigur Jens Pauli Petersen, virkisleiðari á Fiskavirking í
Vestmanna
Fløguætlanirnar við
Brandi Enni tykjast
ganga væl. Nógvar
upptøkur eru gjørdar
í Havn, í Klaksvík og í
Danmark. Men eisini
í heimbygdini hjá
Brandi, Tvøroyri,
verður partur av til-
farinum framleiddur
og herfyri sang
Brandur í upptøku-
hølum har, umframt
at hann spældi horn
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Gongst eftir ætlan, so
verður nýggja fløgan við
Brandi Enni at síggja á
handilshillunum
nakað
skjótt. Nógvir góðir tón-
leikarar og sangskrivarar
hava verið við í hesi ætlan,
sum Studio Pegasus stendur
fyri.
Brandur gjørdi fyrstu
ferð vart við seg sum sang-
ara, tá hann sang á fløguni
Mánadags
Mortan
og
síðani kom hann upp í liðið
av Kulum Rótum í Klaks-
vík og hann hevur prógvað,
at hann er framúr sangari.
Men hann er eisini horn-
tónleikari. Og í heimbygd-
ini Tvøroyri hevur hann -
hóast sín unga aldur - í
fleiri ár verið partur av
Tvøroyrar
Hornorkestri,
eins og restin av familjuni.
Á heimavølli
Brandur
hevur
ferðast
nógv, nú upptøkur hava
farið fram til nýggju fløg-
una. Mong av bestu høvd-
unum innan føroyskan tón-
leik hava gjørt sítt til, at
fløgan gerst veruleiki og
upptøkur eru farnar fram í
Klaksvík, í Havn og í Dan-
mark.
Men ein partur av fram-
leiðsluni, ið ætlandi skal
við á fløguna, fer fram á
heimavølli. Brandur hevur í
vikuni verið í upptøkuhøl-
um á Tvøroyri. Og umframt
at syngja, so hevur hann
eisini leikt bæði trompet og
cornett á hesum upptøkum,
tí hann er stinnur horn-
leikari.
Um vikuskiftið fara upp-
tøkur til fløguna fram í
Danmark.
Brandur blæsur á heimavølli
Umframt at vera kendur
sangari, er Brandur Enni
eisini gamal í garði sum
horntónleikari
15
14
Nr. 13 - 19. januar 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Umhugsa
vindmyllur
Norsk Hydro umhugsar
at seta ein hóp av vind-
myllum í Gursken í
Sunnmøre.
Felagið hevur sein-
astu árini gjørt nakrar
vindmátingar í økinum,
og
Svein
Solhjell,
deildarleiðari sigur við
blaðið Sunnmørepost-
en, at kanningarúrslitini
eru góð, og at felagið tí
fer at halda fram við
kanningunum.
Norsk Hydro er í ferð
við at seta 16 vindmyll-
ur norðan fyri Hamm-
erfest. Tær kosta um-
leið
320
milliónir
norskar
krónur
og
kunnu geva 40 mega-
watt ella nóg mikið til
4000 húsarhald. Sam-
bært Svein Solhjell
verða vindmyllurnar í
Sunnmøre á leið líka
nógvar, verður verkætl-
anin veruleiki.
Dýrari bilar
Ein reglugerð, sum ES
fer at seta í gildi í
seinasta lagi tann 1.
oktober í ár, fer at bera
í sær, at tað verður
dýrari at keypa nýggjan
bil í Danmark. Donsku
innflytararnir vænta, at
ein persónbilur, sum í
dag kostar 200.000
krónur, verður umleið
20.000 krónur dýrari
sambært næggju reglu-
gerðini.
Tann nýggja reglu-
gerðin ber samstundis í
sær, at eykalutir til bilar
verða bíligari. Higartil
hava donsku innflytar-
arnir fingið bilarnar
bíligari enn innflytar-
arnir í hinum ES-lond-
unum, tí donsku av-
gjøldini eru so høg,
men tann fyrimunin
missa innflytararnir nú.
Sostatt
verður
tað
dýrari hjá dønum at
keypa sær nýggjan bil,
men bíligari at umvæla
tann gamla.
Lítil
vøkstur
Vøksturin
í
týska
búskapinum var lítil í
fjør. Sambært almennu
hagtølunum var hann
0,6 prosent, og tað er
lítið samanborið við
árið fyri, tá hann var trý
prosent.
Hagtølini vísa eisini,
at týski útflutningurin
vaks 5,1 prosent í fjør
samanborið við heili
13,2 prosent í 2000.
Úr Norðurlondum:
Ja til
kjarnorku
Finska stjórnin hevur
samtykt at byggja eitt
kjarnorkuverk afturat
teimum
fýra,
sum
landið hevur framman-
undan. Tíggju ráðharrar
atkvøddu fyri uppskot-
inum, meðan seks at-
kvøddu ímóti.
Málið um tað fimta
kjarnorkuverkið er eitt
sera eymt politiskt mál,
og tað er ikki óhugs-
andi, at avgerðin hjá
stjórnini
kann
gera
enda á stjórnarsam-
gonguni. Tey Grønu,
sum eru í samgonguni,
hava boðað frá, at
flokkurin fer at end-
urskoða
samgongu-
samstarvið seinni í ár.
Flokkurin er harðliga
ímóti at byggja fleiri
kjarnorkuverk.
Tunnil
til kol
Felagið Store Nordiske
Kulkompani, sum rekur
kolanámsvinnu á Sval-
bard, umhugsar at gera
ein tunnil fyri at stytta
flutningsleiðina
frá
náminum til avskiping-
arhavnina.
Vegurin,
sum nú verður n˝ttur, er
15 kilometrar langur.
Felagið hevur roknað
út, at tað fer at kosta
einar
175
milliónir
norskar krónur at bora
tunnilin.
Harafturat
kemur flutningsbandið
til kolið, og tað verður
mett at kosta einar 85
milliónir krónur.
Umleið 1,2 milliónir
tons av koli koma árliga
úr Svea Nord-náminum
á Svalbard.
Missir
heitið
Norska
kongshúsið
hevur boðað frá, at
Märtha Louisa prin-
sessa
missir
heitið
Hennara
Kongaliga
Hátign tann 1. februar.
Sjálv sigur prinsessan,
at hetta verður gjørt, so
hon verður meiri óheft,
tí hon ætlar at stovna
sína egnu fyritøku og at
forvinna sínar egnu
pengar. Tað er best fyri
allar partar, sigur hon.
Ósemja er um, hvørja
støðu teir afghansku
fangarnir á ameri-
kansku herstøðini
Guantanamo á Kuba
hava. Fleiri altjóða
felagsskapir hava
mótmælt viðferðini,
fangarnir fáa
Árni Joensen
ST-mannarættindakommi-
serurin, Mary Robinson, er
ógvuliga greið í sínari talu,
tá tað snýr seg um fang-
arnar í Guantanamo. Hon
sigur, at teir eru krígsfangar
og skulu viðfarast sum
slíkir
sambært
teimum
altjóða reglum, sum galda á
tí økinum.
Bretska stjórnin sigur
eisini, at menninir eru
krígsfangar, og stjórnin í
London hevur gjørt ameri-
kanarunum greitt, at teir
bretsku
ríkisborgararnir,
sum eru millum fangarnar,
skulu flýggjast bretskum
myndugleikum. Bretland
hevur gjørt greitt, at landið
góðtekur ikki, at amerikan-
arar møguliga fara at døma
teir bretsku ríkisborgarar-
nar til deyða. Sambært
amerikanska verjumálaráð-
num eru umleið 20 av
teimum fangunum, sum
higartil eru komnir til
Kuba, bretskir ríkisborg-
arar.
Løgfrøðiligt
ongamannaland
Norski fólkarættarserfrøð-
ingurin, Arne Willy Dahl,
segði við norska blaðið
Aftenposten í gjár, at tað er
trupult at avgera, hvat slag
av fangum talan er um í
hesum máli, men hann
sigur seg bíða við spenn-
ingi eftir, hvussu ameri-
kanska stjórnin ætlar at
sleppa uttan um Genéve-
sáttmálan um rættindini hjá
krígsfangum.
Arne Willy Dahl sigur, at
enn hava amerikanararnir
ikki sagt beinleiðis, hvørjir
fangarnir í Guantanamo
eru.
- Vit mugu tó ganga út
frá, at hetta eru menn, sum
hava verið í afghanska
herinum, og sum hava
stríðs ímóti amerikanar-
unum, og tá hevur tað
minni at siga, um menninir
eru afghanar, pakistanar,
arabarar ella bretar, sigur
Arne Willy Dahl.
Hann sigur seg ivast í, at
nakar av monnunum kann
skrásetast sum leiguher-
maður, tí tað er einki, sum
bendir á, at menninir hava
virkað
hermenn
við
fíggjarligum vinningi fyri
eyga, sigur hann.
Norski
fólkarættarser-
frøðingurin ásannar, at
málið er eitt sindur fløktari,
um talan er um menn úr Al-
Qaeda, og at vit tá nærkast
einum løgfrøðiligum onga-
mannalandi.
- USA kann uppfata al-
Qaeda
sum
ein
yvir-
gangsfelagsskap,
sum
skipaði fyri atsóknunum
tann 11. september í fjør,
og sum brýtur allar reglur
og siðvanar í kríggi. Men er
hetta amerikanska uppfat-
anin, tá átti tað at verið
løgreglan og ikki hervaldið,
sum tók menninar. Her-
valdið kundi kanska hjálpt
løgregluni,
sigur
Arne
Willy Dahl.
Hann heldur, at USA
tulkar málið soleiðis, at
landið hevði rætt til hern-
aðarligt mótálop við at
kalla fangarnar "lógleysar
krígsmenn". Sjálvur heldur
norski serfrøðingurin, at
tað hevði verið rættari at
kalla teir "ikki-lógligar
stríðsmenn".
Sum aðrir fangar
Spurdur beinleiðis, um
menninir eiga at verða
roknaðir sum krígsfangar,
svarar Arne Willy Dahl:
- Teir eru í hvussu er
fangar, og USA hevur rætt
til at taka teir, um af-
ghanska stjórnin hevur
givið
amerikanarunum
loyvi til tess. Og enn hava
vit ikki hoyrt nakað mót-
mæli frá stjórnini í Kabul.
Harafturat
hevur
USA
fullan rætt til at flyta menn-
inar til Guantanamo, sum
herstøðin er undir ameri-
kanskum
lóggávuvaldi,
hóast hon er á Kuba.
Arne Willy Dahl leggur
afturat, at tá amerikanarar
hava valt at flyta fangarnar
úr Afghanistan, má tað vera
tí, at amerikanarar ætla at
leggja revsimál ímóti teim-
um. Gera teir tað, hava
fangarnir somu rættindi
sum onnur álærd. Verða
teir dømdir til deyða, skulu
amerikansku myndugleik-
arnir kunna myndugleik-
arnar í londunum, haðani
fangarnir eru, um deyða-
dómin, og ávísar reglur eru
fyri, nær deyðadómurin
kann fremjast í verki, sigur
norski fólkarættarserfrøð-
ingurin.
Ivi um fangarnar
í Guantanamo
Taliban og Al Qaeda-fangar á veg til amerikansku Guantanamo herstøðina á Kuba hósdagin. 110 fangar eru úr Afganistan eru
nú á herstøðini
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14