leygardagur 19. januar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 13 - 19. januar 2002
Nr. 13 - 19. januar 2002
17
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2326,
P/F Atlantic Plast, 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
20.12.2001.
Strikan av hjánavni: P/F
Atlantic Bygging (P/F
Atlantic Plast)
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
handilsvirksemi,
íløguvirksemi, harundir at
gera íløgur í fastogn,
feløg, virðisbrøv, valuta
v.m., byggivirksemi og
ídnaðarvirki, harundir at
reka betongblandistøð og
gera framleiðslu úr plast
og selja framleiðsluna.
Skráseting Føroya tann 11.
januar 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2832,
Sp/f Tera, 600 Saltangará.
Viðtøkur broyttar:
03.09.2001.
Kapitalur:
Hækking við kr. 40.000,00
til kr. 120.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 40.000,00 til
kurs 100.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Kaj
Johannesen, 645 Æðuvík.
Innkomin sum stjóri: Arni
Holm Carlsen, 650 Toftir.
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil,
teldutænastur, ídnað og
søluvirksemi og annað
starv í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann
17. januar 2002
Kristin Balle
_____________________
Útsølan í Línbúðini
frá kr.98,- o.a.
øluvøra
21. januar kl. 9.00
byrjar 21. januar kl. 9.00
-10%
Tróndagøta 32 • 100 Tórshavn • Tel. 31 23 85
Línbúðin
Sosialurin - 311820
Café Karlsborg
GÓÐUR DØGVERÐI
v/Olevina Joensen
Á bryggjubakka • Tel. 317464 • Fax 317024
Vælkomin inn á gólvið
Mikudag - hósdag frá kl. 12.00 - 14.00
og 17.00 - 19.00 fæst ræstur fiskur
v/ garnatálg - spiki. Kaffi & kleynur.
Prísur 55,00 kr. pr. persón.
Sigi frá dagin fyri á tlf. 221379 ella 317024
Stongt fyri óteknað
Í januar & februar
KIA Sephia II 1,5 Hatchback
grønur met., árg. juli 2000, km. 17.500
Kr. 120.000
KIA Sephia 1,5 Sedan GTX
reyður, árg. august 99, km. 26.700
Kr. 108.000
Toyota Corolla 1,6 Hatchback
hvítur, árg. maj 99, km. 24.000
Kr. 115.000
Daihatsu Siron 1,0
koksgrátt met., árg. nov. 98, km. 45.000
Kr. 78.000
Kia Clarus 1,8 SLX
blátt met., árg. oktober 97, km. 38.000
Kr. 108.000
Daihatsu Coure 1,0 Lux. model
silvur met., árg. september 2000, km. 7.600
Kr. 98.000
J. Broncksgøta 15 · Tel. 31 06 00
Daewoo Nubira 1,6
silvur met., árg. desember 98, km. 22.000
Kr. 108.000
Hyundai Accent 1,6 SL
ljóst grønt met., árg. des. 99, km. 51.000
Kr. 85.000
Sera góðir nýggjari brúktir bilar til sølu
Til sølu
3 1/2 ára gamal myrkabláur Renault Megané Classic
1.6, í sera góðum standi, til sølu fyri sámuligan prís.
Tlf. 217406 – 3210767
Hafnia
Lounge
Tlf. 31 32 33 · Fax 31 52 50
· Stórt úrval av kaffi
· Dagsins køka
· Sandwich
· Flógv terta við salati
· Ymisk "snacks"
· Smyrjibreyð frá kl. 14-17
(aftaná kl. 17 eftir áheitan)
Upplatingartíðir
Sunnudag - hósdag
Opið kl. 14.00-24.00
Fríggjadag & leygardag
Opið kl. 14.00-01.00
Lesið
Sosialin
Samkoman Keldan í
Skálafirði er farin
undir stóra útbygg-
ing. Eina andaliga
miðstøð nevnir
samkomuleiðarin
byggingina
TRÚARLÍV
Edvard Joensen
Skálafirði: Fyrsta byggistig
av trimum hjá Kelduni í
Skálafirði er komið so
mikið væl áleiðis, at inni-
lokað verður helst í næsta
mánaða. Væntandi verður
flutt inn í hendan bygningin
tíðliga í heyst.
Samkoman
Keldan
í
Skálafirði er farin undir
eina størri verkætlan, sum
fevnir um tveir bygningar
við millumbygningi.
Pauli Høj, samkomuleið-
ari, nevnir byggingina eina
andaliga miðstøð, sum skal
vera miðdepil fyri andalig-
um arbeiði av ymsum slagi.
So sum barna- og ung-
dómsarbeiði, konsertum,
skeiðum og ráðstevnum
eins og vanligum andalig-
um møtum. Sjálvur møti-
salurin, sum eisini verður
gjørdur til konserthøli, fer
at rúma umleið 1.000 fólk-
um, sigur hann.
Fyrri
bygningurin
er
komin upp at standa og
verður væntandi innilokað-
ur seinast í februar. Hann
fer at hýsa stóra salinum og
verður væntandi klárur at
taka í brúk einaferð tíðliga í
heyst, sigur Pauli Høj.
Hann er í einari hædd við
balkong.
Annað byggistig verður
ein eitt sindur minni bygn-
ingur, tó í trimum hæddum.
Har verður í fyrsta umfari
gjørt klárt til barna- og
ungdómsarbeiði í niðastu
hædd. Seinni verður mið-
hæddin innrættað til kømur,
sum kunnu brúkast, tá eitt
nú ráðstevnur ella tílíkt eru
í húsinum. Hvat ovasta
hæddin fer at verða brúkt
til, er ikki rættiliga avgjørt
enn, sigur Pauli Høj.
Millum báðar bygningar-
nar verður kafeteria, sum
skal virka sum eitt slag av
torgi ella samlingsstaði fyri
øll, sum eru í húsunum
báðum, greiðir leiðarin frá.
Talan verður ikki um
nakað leguhús í sama mun,
sum vit kenna eitt nú í
Nesvík ella í Vatnsoyrum,
sigur Pauli Høj. Men kort-
ini verður gjørt so, at til ber
at gista, um tørvur er á tí.
Tað er út í móti einum ári
síðan, at farið varð undir
verkætlanina. Byggiloyvið
varð fingið til vega í mars
mánaða í fjør, sigur Pauli
Høj, og síðan varð farið
undir útgrevsturin.
Hendan byggingin er
kostnaðarmikil, sum vera
man. Fyrsta byggistig fer
helst at kosta einar fýra-
fimm miliónir, og tá alt er
liðugt, fer samlaði kostnað-
urin helst at liggja eina-
staðni millum 15 og 20
milliónir, væntar Pauli Høj.
Men bygningarnir fara
ikki at standa samkomuni
sum so í nøkrum pengum
kortini, greiðir hann frá, tí
alt verður fíggjað við sjálv-
bodnari arbeiðsmegi og
gávum frá Guði og góðum
fólki.
– Fólk geva gleðiliga til
hetta góða tiltak, og einki er
álagt nøkrum sum helst at
lata nakað ávíst, sigur Pauli
Høj.
Hann leggur dent á, at
eingin skal kenna seg
noyddan at lata nakað,
hóast tey koma meira ella
minni regluliga í samkom-
una. Tann, sum einki letur,
er minst líka vælkomin sum
tann, sum letur gávur til
tiltakið.
Miðað verður í móti at
hava alla byggingina lidna í
komandi ári, sigur Pauli
Høj,
samkomuleiðari
í
Kelduni í Skálafirði.
Andalig miðstøð í Skálafirði
Vegagerðin millum
Skála og strender er
byrjað, og fyrsta stig
verður væntandi
liðugt í august. Nær
restin verður liðug,
velst um játtanina,
sigur landsverkfrøð-
ingurin
VEGAGERÐ
Edvard Joensen
Skála: Byrjað er upp á
endaligu vegagerðina mill-
um Skála og Strendur.
Byrjað er innanvert ítróttar-
høllina á Skála, og ætlanin
er at binda í nýggja veg-
endan Innan Glyvur.
Vegføringin verður løgd
úr svinginum innanvert
ítróttarhøllina á Skála og
fer at liggja oman fyri
bygdirnar á Skála og Innan
Glyvur, sigur Oyvindur
Brimnes, landsverkfrøðing-
ur. Í fyrsta umfarinum, sum
nú verður gjørt, er ætlanin
at taka ein góðan kilometur.
Arbeiðið, sum gjørt verður
í ár, fer væntandi at kosta
einar níggju-tíggju milli-
ónir. Tá eru ymiskar út-
reiðslur sum projektering
o.a. uppií, sigur hann.
Vegastrekkið, sum nú
verður gjørt, er boðið út, og
er tað byggifelagið Høj-
gaard & Schultz, sum ger
arbeiðið. Tilboðið frá Høj-
gaard & Schultz upp á
sjálvt arbeiðið var upp á
knappar fimm milliónir,
sigur landsverkfrøðingurin.
Samlaða
vegalongdin,
sum gerast skal, verður
4.350 metrar, sigur hann.
Annað stig i vegagerðini
verður boðið út at gera í
komandi fíggjarári. Lands-
verkfrøðinguirn væntar, at
tað fer at verða umleið tað
dupulta av tí, gjørt verður í
ár. So tá triðja árið er farið,
vónar hann, at vegurin út
eftir vestara armi er lið-
ugur, sigur Oyvindur Brim-
nes.
Tað, sum gjørt verður nú,
er bara sjálvt undirlagið.
Einki verður asfalterað,
fyrr enn alt strekkið er lið-
ugt, sigur Oyvindur Brim-
nes, landsverkfrøðingur.
Gera veg á Skála
Byggifelagið Højgaard & Schultz er farið undir
vegagerðina av Skála út á Strendur
Mynd: Edvard Joensen
Nýggi bygningurin hjá Kelduni er innan fyri verandi samkomuhúsið, sum er vorðið ov lítið til virksemið hjá samkomuni
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
17
16