fríggjadagur 11. juni 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 · Lýsingartilfar
22
út í heim
Reykjavík er altíð
verdur at vitja
Reykjavík kann bjóða alt, líka frá tí kaldasta til tað
heitasta. Skíðferðir, heitir pottar, handilsmiðstøðir
og náttúruupplivingar, alt hetta finst í Reykjavík
Heri Simonsen
Føroyski sangfuglurin, Jógvan Hansen, sum bert
var eina hársbreidd frá at vinna íslendsku Euro
visionkappingina staðfestir, at Reykjavík og
Ísland sum heild, kann bæði verða ein summar
uppliving, og ein vetraruppliving. Jógvan Hansen,
sum óivað er kendasti føroyingurin í Íslandi
greiðir frá: – kemur ein um veturin, so finst ein
ein góður skíðmiðdepil, sum nevnist Bláfjøll,
har ein kann standa á skíðum, sletu, kavafjøl, og
hvat enn ein hevur hug at gera ella rokast við í
kava. Ferðavinnan í Íslandi hevur nógv ymisligt
at bjóða. Tú kanst leypa út í fallskýggja, og tú
kanst eisini velja flúgva ein túr runt í einum
minni flogfari, her á Reykjavíkarleiðini. Men
ynskir føroyski ferðamaðurin eina meira róliga
uppliving, so ber sjálvandi til at fara til handils
her í Reykjavík. Mest uppløgdu handilsmiðini
hjá føroyingum er at fara í báðar teir kendu
handils miðdeplarnar á Reykjavíkarleiðini,
sum nevnast „Kringlan“ og „Smáralind“. Hesir
handils miðdeplarnir hava eitt ógvuliga stórt úrval
til tann vanliga ferðamannin.
Hin alternativi
Laugarvegurin
Er ferðamaðurin meiri hugaður fyri tí alternativa,
so eigur ein halda seg til Laugarvegin, sum liggur í
mið býnum í Reykjavík. Tað er ein ótrúliga stuttlig
og øðrvísi uppliving at ganga runt í teimum
alter nativi krambúðunum á Laugarvegnum.
Handilin „Spakmansspjarrir“ er nakað heilt fyri
seg. Sniðgevarnir, sum hava arbeiða har hava gjørt
sniðgivin klæði til kvinnur og menn, sum eru
kend millum manna. Sniðgevarnir hava m.a. gjørt
klædnapløgg til norsku Sissel Kyrkjebø, íslendsku
Bjørk, okkara Eivør Pálsdóttir og Pink. Jógvan
Hansen fekk sjálvur heiðurin at verða fyrsti
maðurin, sum hevði eitt sniðgivið klædnaplagg
frá hesum serstaka handli. Men skal ein keypa
okkurt í „Spakmansspjarrir“, so skal gravast djúpt
niður í lumman. Reykjavík hevur kortini nakað til
pengapung, sum ikki er so yvirfyltur við pengum.
Reykjavík hevur eisini nakað til fólk, sum hava
ymiskan stíl. Og tað er lætt at finna tað, sum ein
leitar eftir í tí íslendska høvuðsstaðnum. Ein kann
antin fara til Kringluna ella Smáralind. Hin leiðin
er at fara oman á Laugarvegin. Reykjavík hevur
eisini ymisk kostnaðarstøði, tá tað kemur til at
eta ein betri, ella rættari sagt ein nógv betri bita.
„Perlan“, matstovan sum spakuliga mælir í kring,
„Hummarahúsið“, sum hevur hummararættir av
øllum hugsandi slagi, og „3 frakkar“, sum javnan
hevur stórhvalatvøst á matarlepanum eru væl
kend manna millum.
Á bláman
Jógvan heldur, at fólk sum koma til Íslands eiga
avgjørt at royna tær góðu svimjihallirnar, sum
eru kring alt Ísland, og so avgjørt eisini teir
heitu pottarnar. – Tað eru nógvar svimjihallir í
Reykjavík, og tær flestu av teimum, eru á einum
høgum støði. Á venjingarmiðstøðini „World
Class“ er eitt saunaspa, sum Jógvan vil viðmæla
øll um at royna. Á World Class hava tey eisini eina
framúrskarandi matstovu, og eru hyggjuráðini, at
ein bíleggur borð til aftaná viðgerðina. Tilboðini,
sum eru á breddanum eru ikki av teimum
bílagastu á World Class, men Jógvan heldur, at
tað er vert hvørja krónu at fáa sær ein góðan
bita har. Jógvan heldur tað eisini verða sjálvsagt,
at før oyingar vitja Bláa Lónið, sum við tíðini
er blivið eitt hitt kendasta ferðamálið í Íslandi.
Tá familja, vinir og kenningar vitja í Íslandi er
Jógvan mangan aftur í Bláa Lónið og vitjar, og
Bláa Lónið er avgjørt eitt stað, ein ikki troyttast
av. Íslendska krónan er framvegis lág, og tað gevur
eisini føroyska ferðamanninum, sum er staddur
í Íslandi ein eyðsýndan fyrimun. Føroyingar eru
eisini sjáldsama vælkomnir í Íslandi. Søguligi
bondini, og ættarbondini millum londini eru
eisini sterk, og um enn ikki tað gongur at samskifta
beinleiðis á føroyskum og íslendskum, so ber til
at samskifta á onkrum øðrum grannamáli. Og so
er ikki at gloyma hitt tiltikna lánið, sum hevur
gjørt, at føroyska stjørnan í Íslandi er størri enn
nakrantíð.
myndir: visiticeland