Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 13 - 19. januar 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Eitt og hvørt nýggjár krevur umhugsan. Tá vit fóru inn í ár 2000 var nógv hugsað um, hvat tað nýggja túsund- árið fór at innibera. Hetta hugsaða markið millum 31. desember 1999 og 1. januar 2000 varð brúkt sum ein miðil til at seta samfelagið og tilveruna undir sjóneyk- una. Allir teir stóru heims- politisku og eksistensiellu spurningarnir vóru enn eina- ferð settir, og vit blivu nærmast tvungin til at hugsa um, hvar vit vóru stødd, og hvagar vit vildu at rákið skuldi bera okkum. Vit blivu eisini forførd til at halda, at okkurt heilt nýtt var í væntu tá vit fóru um tað fiktiva markið inn í eitt nýtt túsundár. Nú eru tvey ár síðan vit fóru um markið, og tey flestu høvdu helst gloymt gyklingina um, at hetta skuldi verða ein nýggj tíð merkt av altumfatandi broyt- ingum. So kom tann 11. september. Vit blivu rykt úr dvalanum og fingu sjón fyri søgn - heimurin var kortini ikki sum hann plagdi. Ein vanligan týsdag vórðu 5000 fólk heilt uttan ávaring dripin í New York. Var tað kríggj? Tað var ikki lætt at definera hendingina, tí hetta var ein heilt nýggj og ókend støða í heimssøguni, har ein relativt lítil, ikki-statsligur felagsskapur framdi eina atgerð við so skelkandi konsekvensum, við so mongum offrum, sum man annars bara sær í stórum kríggjum. Hvat sigur hendingin tann 11. september okkum so um heimin í tí nýggja túsund- árinum? Og ikki minst um heimin í 2002? Tað sum eg býti merki í, er, at vit í dag liva í einum risikosamfelagi uttan sín søguliga líka, skapt av tí ógvusligu tøknifrøðini vit í dag umsita. Í dag hava vit so skjót tok, bussar og ferjur, at tað skal bara ein evarska lítil feilur til, so er tað fatalt fyri nógv fólk. Ein lítil menniskjaslig ókon- sentrasjón bara í einum eygnablunki, ella ein lítil tøkniligur kortslutningur, er alt sum skal til. Tøknifrøðin skal eitast at vera útviklað fyri at gera lív okkara betri, fyri at lætta um, men fyrst og fremst fyri at nøkta okkara grommu krøv, sum ikki endiliga sam- svara við nakran veruligan tørv. Tað áhugaverda í hesum sambandi er, hvør ið skal hava ábyrgd av, at tøkni- frøðin virkar sum hon er ætlað, at tok ikki renna saman, at ferjur við 20 míla ferð ikki sigla á sker, at flúgvarar ikki flúgva inn í bygningar, at brøv við skaðiligum pulvuri ikki verða send, at eitur ikki verður stoytt í drekkivatnið ella at atomvápn ella reak- torar ikki verða sprongdir. Hvør skal hava eftirlit við øllum hesum faktorunum, sum ikki ber til hava tamar- hald á? Og hvør skal síðan hava eftirlit við eftirlitinum o.sfr. Tað skulu bara nakrir fáir psykopatar ella terroristar til, fyri at oyðileggja út um øll mørk sum vit higartil hava hildið okkum til. Tað ringasta við terrorismu er sjálvandi tey ítøkiligu offrini hon krevur, men minst líka ringt er tann ræðslan og vónloysi hon spjaðir í fólkinum, ein konstantan iva, ótryggleika og ótrivna. Í dag er tað bara hugflogið sum setur mark fyri, hvussu víðgongdir terroristarnir verða næstu ferð, tøknifrøð- in er har. Tað sum atgerðin 11. september fyrst og fremst hevur gjørt okkum greitt, er, at globaliseringin saman við tí ógvusligu tøknifrøðini, hevur gjørt sjálvt tey sterk- astu samfeløgini viðbrekin, og ikki nógv skal til fyri at býta álitið til tað vælvirk- andi samfelagið um við ræðslu og sundurloysing. Er tað so, at hendan øldin veruliga inniber nakað nýtt? Eru vit farin inn í tað paranoidu fasuna í globali- seringini? Eingin ivi er um, at avbjóðingarnar í ár 2002 og helst eisini tey næstu 98 árini eru stórar. Uppskriftin er fyribyrging, men fyri- byrging krevur, at vit lata nakað av okkara ríkidømi til tann partin av heiminum sum er við sviðusoð. Vit mugu javna munin út og soleiðis drepa tað eitrandi hatrið sum eyðmýking og fátækradømi skapar. Vit vilja helst ikki taka tey neyðugu fyribyrgjandi stigini, men - tora vit at lata vera? Tað globaliseraða risikosamfelagið Durita Holm skrivar: ÚR GOMLUM DØGUM Eirikur Lindenskov Myndin omanfyri er úr savninum hjá Birgari Jo- hannessen í Havn. Hon er tikin í Vágsbotni. Birgar heldur, at myndin er frá umleið 1920, men hetta er tó ikki heilt vist. Eingin bilur sæst á myndini, men fýra hestavognar. Fyrsti bilurin kom til landið í mai 1922. Jaktin, sum liggur næst bryggjuni, varð kallað »Armóðin«, men hví hetta var, ella hvussu jaktin í veruleikanum æt, veit Birgar ikki, men tað vil hann fegin frætta. Birgar heldur, at maðurin í lastini er Óli Arge, tí hann førdi hesa jaktina eitt ávíst tíðarskeið. Er onkur, ið veit um myndina at siga, ella sum kennist við fólkini á myndini, ella sum dugir at siga, nær myndin er tikin, vil Birgar Johannessen fegin frætta. Myndaeigari: Petur Skeel Jacobsen »Armóðin« í Vágsbotni umleið 1920 Næmingar á VBV seinast í fýratiárunum Hendan myndin er tikin av næmingum á VBV seinast í fýratiárunum. Húsið, VBV, hevði navn eftir »Vandbygningsvæsenet«, og hýsti í fleiri ár preliminer- og studentaskúlanum, til skúlin flutti niðan í Hoydalar fyri um 40 árum síðani. Standandi frá vinstru: Eyðun Sørensen, Valdemar Dalsgaard, Petur Skeel Jacobsen, Kristian Andreassen, ?, Elinborg Húsgarð, Gunna Thomsen, Per Mohr, Elinborg Andreasen, ?, Anna av Kák ?, Hella Arge, Karin Lützen, ?, Hákun Eysturlíð, ?, ?, Jacoba, Hanna Nielsen, Edvard Joensen í Sumba, Gunnvør Hansen, ?, ?, Jákup Joensen í Lopra, Sigrid Dam, Magnus Simonsen, Eydna Helmsdal, Per Hansen, Sverri Egholm, ?, Ansvein Mikkelsen, ?, Kristoffer Thomassen, ?, ?, ?, Hjalgrím Hilduberg ?, ?, ?, Rólant Waag Høgnesen. Húkandi frá vinstru: Alex Sólstein, Hjørmund Joensen Næs, Erhard Næs, Símin Simonsen, Fritjolf úr Skúvoy, Ólavur Hátún, Poul Olsen, ?, Sigvald Kristiansen og Arne Jacobsen Er onkur, sum kennist við fólkini á myndini, ella sum dugir at siga, nær myndin er tikin, vil Birgar Johannessen fegin frætta. Myndaeigari: Petur Skeel Jacobsen »Armóðin« var jakt, ið brúkt varð at flyta góðs í land í Havn fyrra partin í farnu øld Sosialurin Nr. 13 - 19. januar 2002 3 MINNI Edvard Joensen Hann búði í einum lítlum, ljósa- grønum húsum uppi í brekkuni tvær gøtur niðan frá matstovuni La Terazza. Júst sum í bókini, hóast tað vóru fleiri enn eitt rúm í hesum húsunum, Fuentes búði í. Myndirnar á vegginum vóru tó ikki av Halga Hjarta Jesusar ella Halgu Moynni í Gobre, uttan av Gregorio Fuentes og Hemingway bæði á floti og á bryggjuni, afturkomnir við stórfongi, sum varð vigaður. Jú, hann var errin av at hava verið vinmaður við kenda rithøvundan. Gregorio Fuentes varð føddur á kanarisku oynni Lanzarote í 1897. Men har var so óliviligt, at pápin, sum sigldi sum kokkur við farmaskipi, tók drongin við sær bara seks ára gamlan. Á ferðini yvir Atlantshavið úr Spania til Cuba, doyði pápin, og drongurin varð verandi eftir hjá góðum fólki á Cuba, har hann síðan búði alt sítt sera langa lív. Hann var tó nakrar ferðir aftur á Lanzarote sum vaksin. Men tað var við flogfari, greiddi hann frá. –Tað var einki fyri at sita í einum stóli allan vegin og roykja sigar, helt hann. Hitti Hemingway Gregorio Fuentes og Ernest Hemingway hittust fyrstu ferð í 1928, tá Fuentes var skipari á einum cubanskum farmaskipi, sum tók manningina á einum amerikanskum stuttleikabáti upp í einum ódnarveðri í Karibiska Havinum. Umborð á hesum stuttleikabátinum var millum onnur Hemingway, og tá hesin seinni fór at halda til á Cuba, leitaði hann bjargingarmann sín upp, og teir gjørdust vinmenn. Fuentes var í eini 30 ár skipari á stuttleikabáti Hemingways, sum í dag stendur í garðinum uttan fyri húsini hjá Hemingway, ið nú eru savn, uttan fyri Havana. Í ferðamannabókini Lonely Planet um Cuba, verður nevnt um Gregorio Fuentes, sum býr í lítlu útróðrarbygdini Cojimar uttan fyri Havana. Greitt verður frá, hvør hann er, og hví hann er verdur at hitta. So tá blaðmaðurin í 1999 vitjaði á Cuba, var sjálvsagt, at vitjað varð á Hemingwaysavnin- um á garði hansara, og at roynt varð at sleppa at hitta gamla Gregorio Fuentes, sum tá var 102 ára gamal. Tað eydnaðist eisini, og var eitt rættiliga stórt upplivilsi at sita í stovu við hesum manni, sum hevði livað so tætt saman við Hemingway, og sum fólk úr øllum heiminum at kalla høvdu stokkið inn á gólvið hjá. Tó fann eg onga heilsu úr Før- oyum í gestabókini. Men hon kom so. Hann visti ikki, hvar Føroyar vóru, men tá positiónin á Koltursnakki, 62 norður og sjey vestur, varð skrivað í, nikk- aði gamli skiparin. Søgan Søgan um »Gamla mannin og havið« byggir á eina hending, ið fór fram, tá Gregorio var 19 ára gamal og róði einsamallur út við eini jollu úr Cojimar. Eitt kvøldið var hann ikki aftur- komin, tá myrkt var vorðið, og hinir útróðrarmenninir fóru at leita eftir honum. Teir funnu hann stutt úr landi. Hann var fastur í einum svørðfiski, sum var so stórur, at hann fekk ikki lívið av honum einsamallur. Men illanstíð vildi hann sleppa, og morgírigur sum hann var, varð hann hangandi í fiskinum. Hann roknaði við, at teir fóru at leita, og so varð. Við felags hjálp varð fiskurin avlív- aður og sleipaður til hús. Bókin er so bygd víðari á hesa søguna, sum hann greiddi Hemingway frá. Tá filmur varð gjørdur yvir skaldsøguna, har Spencer Tracy hevði høvuðsleiklutin, var tað kortini ein »stand in«, sum fekk fiskin í filminum. Og hesin var eingin annar enn vinmaður høvundans, Gregorio Fuentes. Vert er at leggja merki til, greiddi hann frá, at allar mynd- irnar, har maður og fiskur eru á, áðrenn fiskurin er deyður, vísa ryggin á manninum. Umhvørvið Tað var nakað heilt serligt at lesa bókina umaftur í hesum um- hvørvinum, her hon var vorðin til. Umhvørvið í Cojimar, har Gregorio Fuentes búði, og har Hemingway hevði bátin liggj- andi, er so líkt tí í skaldsøguni, at einki er ivast í, at her fór søgan fram. Matstovan liggur har beint oman fyri bátahylin, og hon eitur eisini La Terazza, eins og í bókini. Hon er tó ikki kallað upp eftir bókini, segði eigarin frá, tí hon æt so, langt áðrenn bókin kom út. Men Hemingway hevur bara brúkt rætta navnið. Havnin liggur í eini lítlari vík, og fiskahúsið er enn á øðrum arminum, har útróðrarbátarnir leggja upp. Hávahúsið hinu- megin sóu vit einki til kortini, hóast tað væl kann hava verið har. Og uppi í brekkuni búði tann gamli maðurin í einum lítlum húsum. Alt á honum var gamalt. Hann var klænur og hevði brúnar blettir í andlitinum og kundi fyri tað verið gjørdur til at passa til lýsingina hjá Hemingway. Men hann er ikki meira. Hann hevur lagt inn og hevur sett mastrina og skutlastongina upp við bróstinum fyri seinastu ferð. Gamli maðurin er deyður Hann var 104 ára gamal, nú hann andaðist sunnudagin 13. januar. Gregorio Fuentes, vinmaður og skipari Hemingways í 30 ár. Hann var fyrimyndin til høvuðspersónin í heimskendu skaldsøguni »Gamli maðurin og Havið«, ið Hemingway fekk bókmentavirðirløn Nobels fyri. Sosialurin vitjaði Gregorio Fuentes á Cuba í 1999 Gregorio Fuentes, vinmaður og skipari Hemingways í 30 ár Gregorio Fuentes, h.m., og Ernest Hemingway, v.m., hittust fyrstu ferð í 1928 Gregorio Fuentes og Edvard Joensen í 1999 C M Y K 21 20