leygardagur 19. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
koma við ymiskum boðum. Eitt
teirra er frá fotolistini Luc
Delahaye. Hann hevur tikið
myndir av mongum kreppum
kring heimin og soleiðis fingið
nógvar altjóða virðislønir, so
sum Robert Capa Gull Merkið,
og fyri bókina: Winterreise frá
2000 hevur hann fingið Oscar
Barnack prísin. Delahaye hevur
eisini givið út bøkurnar: Por-
traits/l (1996), Mémo (1997) og
Láutre (1999).
Fremst av øllum er Delahaye
ein Magnum fotografur, t.v.s. at
hann er við í heimsins fremsta
bólki av myndamonnum.
Magnumbólkurin, ið byrjaði í
1947, er skaptur av teim
heimskendu fotografunum
Robert Capa, Henri Cartier-
Bresson, George Rodger og
Davis Seymor. Magnumbólkurin
hevur í dag limir um allan heim,
men tey eru tó bert 60 í tali. Tað
er tí sera torført av gerast limur í
hesum elitera bólki. Danir eiga
bert ein lim, ið er hin ungi
Joachim Ladefoged.
Magnumfotografarnir eru væl
skipaðir og teir hava t.d.
redaktiónir í París, New York,
London og í Tokyo. Teirra
netverk av agentum er við til at
geva okkum myndir av
heiminum. Magnumfólkini vilja
vísa heimin í dag og heimin sum
hann er. Stílurin er mangan
sosialrealistiskur og lætt er at
kenna ’Magnumfingramerkið’.
Tað er mangan skeivt og ljótt,
men altíð ómetaliga góðar,
ræðuligar, skelkandi myndir —
ongantíð keðiligar ella ov
abstraktar. Fyrr vóru
Magnumfólkini kend fyri
svarthvítar myndir, men í dag eru
teir ungu farnir undir bert at
arbeiða við farvum.
Eg bar eygað við myndirnar
hjá Luc Delahaye á Lousiana í
Humlebæk uttan fyri Keyp-
mannahavn í fjør vár. Hann var
við á stóru Magnum framsýn-
ingini, ið ferðast kring heimin í
hesum døgum. Hansara myndir
av talibanunum í Afganistan, frá
Tjetjenia, Kroatia og av bosniska
herinum vóru sera ógvusligar og
góðar. Tí var tað náturligt, at eg
vildi síggja meiri, og tí keypti eg
eina bók hjá honum — og fór á
vetrarferð til Russlands.
Ófatulig líðing
Vitandi at stolt er stóra tjóð
okkara
vitandi at fólkið, ið altíð hevur
kent líðing
dømd at liva goymd, sum í teirra
armóð
í hæddini av niðurgerðing, klárt
síggja seg sjálvi.
Luc Delahaye
Vit fylgja vanliga russaranum
um morgunin, har hann bíðar
eftir bussum og tokum — blá-
frystur í kulda. Her er tunglyndi,
eingin sjónleikur, ið listafólk
dámar at gykla fyri sær, sum
nakað meiri innarligt og spenn-
andi. Her eru fólk, ið ikki kunna
annað enn at royna at liva eftir
umstøðunum.
Heitið vetrarferð er eisini ein
góður metaforur fyri støðuna í
Russlandi í dag, sum er sum ein
langur vetur. Vónandi kunnu
russar skjótt uppliva eitt vár og
eitt summar. Seinastu nógvu
myndirnar frá Russandi eru av
skógi, myrkur vetrarskógur í
kava helst tikið frá einum toki, ið
koyrir skjótt. Henda endaleysa
endurtøkan av myndum av skógi
er sum mynd av øllum Russ-
landi. Har er nærum eingin
glotti, bert endaleysir skógir,
kavi, myrkt og kalt. Tó er hin
seinasta myndin av sól — kanska
várið er um at koma? Og kanska
landsins æviga vetrarferð er um
at vera av?
Lívið á ferð
Fotografurin tulkar veruleikan og
komponerar altíð, men hann er
mangan sterkastur sum eitt nú
Delahaye, tá hann bert registrerar
tilveruna hjá fólki og merkir sær
umhvørvið. Hin nakna løtan
finst áðrenn vit hava endurskapt
tryggleikan og eru byrjað at gera
okkum til. Hin góða myndin
finst mangan, har vit ikki hava
mist tamarhaldið, tí vit hava enn
ikki funnið tað, tá vit ikki vita,
hvat hendir ella hvat skal henda
okkum í lívinum. Tað er frum-
menniskjaliga støða okkara sum
Delahaye vil fanga og ikki bert
Russland, tí vit liva okkum inn í
líðingina og tað óendiliga trista
lívið. Hetta er einki annað enn
eitt meistaraverk innan
fotolistina.
Sosialurin Nr. 13 - 19. januar 2002
5
4
Sosialurin Nr. 13 - 19. januar 2002
Luc Delahaye: Winterreise.
2000 Faidon Press Limited,
London, 232 s. (av myndum). 395-
425 kr. (ymiskir prísir í Danmark)
ella £19.96 (á www.Amazon.co.uk).
UMMÆLI
Kim Simonsen
Hvat er Nijni Novgorod, Perm,
Tyumen, Omsk, Mariinsk,
Krasnoyarsk? Jú, russiskir býir,
men hvat er har? Hvør er har?
Og hvat gera fólk har? Hvussu
hava fólk tað veruliga í
Krasnoyarsk, Norilsk, Ulan-Ude
ella í Vladivostok?
Fotografi - at taka eina mynd
er sum at mála løtuna, ið fer nú,
ja, nú er hon farin. Banalt, nú
eru vit her og tá tók onkur eina
mynd og so eru vit altíð har,
altso í myndini. Men bert eitt
brot, ikki kjarnin og ikki
meiningin við okkara lívi, men
ein søga, ein løta. Men lívið er jú
ikki annað enn løtur, tað er sann-
leikin um lív okkara. Lívið er ein
ferð gjøgnum eina røð av løtum.
Fotolistin arbeiðir við hesum
viðurskiftum og kann tí siga
okkurt annað enn aðrar
listagreinar.
Tað listafrøðiliga er ymiskt frá
landi til lands. Soleiðis finst
nakað dupult í upplivingum
okkara, tá vit ferðast. Vit síggja,
at heimurin sær soleiðis út, sum
vit vilja síggja hann og sum vit
hava sæð hann í sjónvarpinum.
Men tó síggja gøturnar í Omsk,
Riga, New Orleans ella í Køln
ikki soleiðis út, sum vit hildu.
Vit merkja, at tíðarandin, ljósið,
byggimynstrini eru ymisk í
veruleikanum og at fólkini
eruhelst ikki sum vit hildu tey
vera. Alt finst sum munir og
líkheitir í mun til okkara innara
rúm, ið ferðin nærum altíð førkar
og veksur. Fjølmiðlarnir í dag
seta alt fram fyri okkum í senn
og órógva mangan mátan vit fata
og skilja umheimin. Eingin nýtist
tí av álvara at ræðast altjóða-
gerðingina, tí hon kemur aldrin
at gera okkum heilt eins. Tað
kemur t.d. ongantíð at lukta á
sama hátt í Singapore sum í
Vladivostok ella í Sumba.
Ljósið, mentanin og fólkini fara
altíð at vera ymisk um enn
fjølmiðlarnir eru nærum eins.
Fjølmiðlarnir eru og verða
ongantíð sum veruliga lívið.
Frá november 1998 og til mars
1999 var franski fotografurin
Luc Delahaye í Russlandi og tók
myndir til bókina Winterreise, ið
kom út í fjør. Fyrsta myndin, vit
síggja frá Russlandi, er ikki
vanligu ikonurnar frá sjónvarp-
inum, ið oftast eru frá Moskva -
frá bíðirøðum, men frá einum
ruskplássi, har ein maður millum
rusk og kava leitar eftir onkrum
av virði. Hin næsta myndin er av
einum deyðum heimleysum
manni, ið er funnin í einum
kjallara — helst frystur í hel.
Næsta myndin er av tveimum
sorgarfullum smábørnum, ið
syrgin sita á eini song og líta
niður. Síðani kemur ein
myndarøð um ein illa klæddan
mann og eina konu, ið sita og
drekka vodka í einum sera
ljótum køki, har endin er tann, at
konan dettur av og liggur
víðopin í øllum klæðunum á
songini. Soleiðis er henda bók.
Við neyvari og pínufullari
realismu fáa vit dagligdagin hjá
vanliga russaranum kring stóra
landið at síggja. Kolanámsmenn
og fólk, sum sleipa kol gjøgnum
kavan. Ein røð er av fólki, ið eru
avdottin ella hava tikið yvirdosis
av onkrum rúsevni. Har eru
myndir av fólki, sum eru niður-
sligin og liggja bløðandi á gøtuni
í kavanum. Onnur álopin, tí tey
hava órógvað russisku mafiuna.
Hetta er ein brúnur heimur, eitt
fyrrverandi vælvirkandi land.
Ein tristur heimur av gráum
bygningum, skitnari luft og
svørtum kava. Ein melankolsk
ferð í eini melankolskari verð.
Sum ein filmur av finska
instruktørinum Kaurimaki, men
nógv verri enn ein slík finsk
luksusmelankoli. Hetta eru fátøk,
líðandi, heimleys og mangan
desperat fólk, ið royna at liva í
Russlandi í nýggju øldini.
Ein ferð til æviga veturin
Hvat er Nijni Novgorod, Perm,
Tyumen, Omsk, Mariinsk,
Krasnoyarsk, Krasnoyarsk,
Norilsk, Ulan-Ude ella Vladivo-
stok? Ymisk fólk kunnu bert
Ein Vetrarferð
– Ein melankolsk ferð ígjøgnum Russland
C
M
Y
K
23
22