fríggjadagur 11. juni 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010
28
– Tað irriTeraði meg, Tá fólk søgdu, aT Tað altíð regnar. eg visTi væl, aT soleiðis
er Tað bara ikki, men eg hevði eingi Tøl aT vísa á. efTir aT eg byrjaði aT skriva
niður í februar 2008, gjørdisT eg rættiliga bitin av hesum. sum Tíðin gongur,
skrásetingarnar eru vorðnar fleiri, og Til ber aT gera samanberingar, er heTTa
bara vorðið meiri og meiri áhugaverT og spennandi, sigur birgar Johannesen
Samrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Birgar Johannesen, sum føroyingar
kenna frá bókaútgávum og tón leika
sendingum í Kringvarpi Føroya,
hevur heilt síðan í februar mánaði
2008 skrásett, hvussu veðurlagið í
høvuðsstaðnum háttar sær. Alla hesa
tíð og hvønn einasta dag frá klokkan 08
á morgni til midnátt hevur hann gingið
við blokki uppi á sær og hevur fest á
blað, tá broytingar eru í veðurlagnum
við denti á avfall.
– Alla hesa tíð havi eg skrivað niður,
tá broytingar eru í veðurlagnum, tíma
fyri tíma, og síðan telji eg saman
mánaða fyri mánaða, fjórðingsár fyri
fjórðingsár – og ár fyri ár.
Birgar sigur, at hann hevur fylgt
sera neyvt við veðrinum, síðan hann
byrj aði, og tí eru hansara skrásetingar
eisini rættiliga eftirfarandi. – Men tað
ber ikki til at skráseta alt manuelt.
Skal alt, sum hendur í veðurlagnum,
takast við, mugu onnur tól upp í leikin.
Hann vísir á, at hann í sínari skrá seting
serliga hevur heft seg við, um tað er
avfall ella turt veður, og hvat avfall
talan er um.
– Tað er ógjørligt neyvt at skráseta
manuelt, hvussu nógvar sóltímar vit
hava, sum dagarnir ganga. Men eg
geri mær eisini notatir um, hvørt tað
er klárt, yvirskýggjað, tám ella mjørki,
leggur Birgar Johannesen aftrat.
Birgar
heldur skil á
veðrinum
sum nevnt í byrjanini av hesi grein, fór birgar johannesen
undir at skráseta avfall í havn longu í februar í 2008.
í einum yvirliti, sum hann hevur gjørt yvir fyrsta
fjórðingsár í 2008, 2009 og 2010, sæst, at í fyrsta
fjórðingsári 2010 eru 136 dagtímar fleiri turrir enn í
fyrsta fjórðingsári 2009.
við tað, at birgar ikki hevur januar mánaða í 2008 við,
er ikki rætt at samanbera fyrsta fjórðingsár hetta árið við
hini bæði seinnu, 2009 og 2010.
vit kunnu tó taka høvuðstølini við, sum hann í hesum
yvirliti hevur skrásett:
Februar/2008: Turt í 312 tímar/ avfall í 152 tímar.
Mars/2008: Turt í 380 tímar/ avfall í 116 tímar.
Januar/2009: Turt í 361 tímar/ avfall í 135 tímar.
Februar/2009: Turt í 301 tímar/ avfall í 147 tímar.
Mars/2009: Turt í 376 tímar/ avfall í 120 tímar.
Januar/2010: Turt í 398 tímar/ avfall í 98 tímar.
Februar/2010: Turt í 390 tímar/ avfall í 58 tímar.
Mars/2010: Turt í 386 tímar/ avfall í 110 tímar.
birgar johannesen hevur eisini gjørt eina samanteljing
sum vísir, at í januar, februar og mars í 2009 vóru
tilsamans 1038 tímar uttan avfall – og 402 tímar við
avfalli.
Taka vit so fyrsta fjórðingsár í ár – 2010 – vóru
samanlagt 1174 tímar við ongum avfalli – og 266 tímar
við avfalli.
– hetta merkir, sum eg nevndi, at vit hava havt 136
turrari dagtímar í fyrsta fjórðingsári 2010 enn um somu
tíð í 2009, sigur havnamaðurin, sum nú á triðja ári neyvt
skrásetir avfall og veðurlag í høvuðsstaðnum.
Turrari í 2010
Grenj um veðurlag
Men hvat var tað so, sum fekk havn
armannin við mammu av Signabø og
pápa úr Havn at brúka so nógva tíð upp
á at skráseta føroyska veðurlagið?
– Tað irriteraði meg, tá fólk søgdu,
at tað altíð regnar. Eg visti væl, at
soleiðis er tað bara ikki, men eg hevði
eingi tøl at vísa á. Eftir at eg byrjaði
at skriva niður í februar 2008, gjørdist
eg rættiliga bitin av hesum. Sum tíðin
gongur, skrásetingarnar eru vorðnar
fleiri, og til ber at gera samanberingar,
er hetta bara vorðið meiri og meiri
áhugavert og spennandi.
Birgar Johannesen heldur, at fólk
eru nøkur stór grenj, tá ræður um veður
og avfall.
– Vanligt er at hoyra fólk siga, at
tað regnar altíð í Føroyum, men tað
passar slett ikki. Tað er turt tað mesta
av tíðini. Fyri summi virkar tað soleiðis,
at kemur eitt grovt æl, so er dagurin
oyði lagdur – tí tað bara regnar og
regnar, halda tey.
Spurdur, hvaðani hann heldur, at
føroyingar munnu hava tað, at vit
brúka so nógva tíð upp á at tosa um
veðrið, sigur hann, at hetta hava vit
helst fingið inn við móðurmjólkini,
sum hann tekur til.
– Tað eru tveir bólkar, tú avgjørt
... vit hava havt 136 turrari dagtímar í fyrsta
fjórðingsári 2010 enn um somu tíð í 2009...