Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. juni · Nr. 94 6 Sosialurin Áki Bertholdsen – Tað er ikki longur cool at koyra við kenning! Tað staðfestir Jón Klein Olsen varapolitiinspektørur. Nýggjastu hagtølini hjá løgregluni vísa, at talið á bilførarum, sum verða tiknir fyri at koyra við kenning er nú tað lægsta síðani í 1999, altso tað lægsta í heili 10 ár. Hetta eru tøl, sum Jón Klein Olsen, fegnast um. – Tølini eru farin tann vegin, eg vónaði, sigur hann. Hinvegin staðfestir hann, at tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni, tí hagtøl kunnu broytast rætti­ liga nógv ár undan ári. Kortini hevur hann eina kenslu av at hesi seinastu árini hevur gongdin verið, at færri og færri koyra ávirkað av rúsdrekka. Hevur tikið fleiri ár Hann heldur seg hava stað­ fest, at hesi síðstu árini er hend ein stór hug burðs­ broyting, sum ber í sær, at tað er blivið ómodernað at koyra við kenning. Men hendan hug burðs­ broyting er sanniliga ikki komin av sær sjálvum. – Tað eru nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi og sum tilsamans føra til, at rúsdrekakkoyring minkar, men tað tekur langa tíð at broyta hugburðin hjá fólki. Hann vísir á, at nú í nógv ár hevur Ráðið fyri ferðslutrygd ført eina mið vísa upplýsingarherferð í skúl­ unum, har eisini løgreglan og sjúkraflutningstænastan hava verið við. Á hesum skúlavitjanum hava tey greitt næmingunum frá um ferðslu, um ferðslu­ vanlukkur og um rús drekka­ koyring á ein hátt, har tey ikki hava lagt fingrarnar ímill um. Á hesum skúlavitjanum hava tey eisini havt onkran við, sum er offur fyri rús­ drekka koyring og har við ­ kom andi hevur greitt frá, hvussu vandamikil rús ­ drekka koyring er og hvussu skjótt tað er at enda í rullu­ stóli, ella tað, sum uppaftur verri er. – Vit merkja, at hetta set ir síni spor hjá teimum allarflestu, sigur Jón Klein Olsen. Hann ivast ikki í, at hendan upplýsingin í skúl un­ um er ein orsøk til, at tað er ikki longur at tað er ikki cool at koyra við kenning longur. Løgreglan vísir seg Ein kundi eisini freistast til at hildið, at ein orsøk til, at færri verða tikin fyri rús­ drekka koyring, er tann, at løgreglan ger minni burtur úr at kanna bilførarar, enn hon hevur gjørt. Ongi hagtøl finnast um hetta, tí hagtalsskipanin er løgd um, so at tað ber ikki til at finna samanberandi hagtøl enn, sigur Halldis Poulsen, fyrisitingarligur leið ari hjá løgregluni. Men Jón Klein Olsen held­ ur ikki, at tað er orsøkin. Tvørturímóti sigur hann, at løgreglan er so nógv úti á vegunum, sum tilber. – Vit leggja dent á at vera sjónlig á vegunum. Serliga tá ið stór veitslukend tiltøk eru, har nógv fólk savnast, gera vit nógv burtur úr at vísa okkum, sigur hann. Hann heldur eisini, at tað hevur sína ávirkan, at fjøl­ miðlarnir gera burtur úr, tá ið vanlukkur henda. aki@sosialurin.fo Brennivínið fer inn RÚSDREKKAKOYRING Talið á bilførarum, sum verða tikin fyri at koyra við kenning, er nú tað lægsta í 10 ár. Jón Klein Olsen, løgreglumaður, heldur, at hetta er úrslitið av einum miðvísum arbeiði, sum higartil hevur vart í fleiri ár Áki Bertholdsen Um ikki so langa tíð fer tað at vera lættari hjá løgregluni at taka bilførarar, sum koyra ávirkaðir. Í hesum sambandi fær løg reglan nýggja tøkni sum fer at gera tað nógv skjótari at staðfesta um bilførari er ávirkaður ella ikki. Sum mannagongdin er nú, skal løgreglan føra ill­ grunaverdar bilførarar til lækna at taka blóðroynd at staðfesta promilluna, tí annars halda prógvini ikki í rættinum. Jón Klein Olsen, vara poli­ tiinspektørur, sigur, at hetta fer við rættiliga nógvari tíð, sum løgreglan ístaðin kundi brúkt nógv betri við at staðið úti á vegnum og kanna bilførarar. Men nú er nýggj tøkni á veg. Talan er um eitt tól, ið nevnist alkometur og tað er so patent, at tað mátar promilluna so mikið neyvt á staðnum, at tað heldur sum prógv í einum rættarmáli. – Tá ið vit fáa alkometrini, kunnu vit alt fyri eitt stað­ festa um ein bilførari er ávirk aðir ella ikki og sostatt sleppa vit undan brúka tíð upp á at fara til lækna at taka blóðroynd. Jón Klein Olsen sigur, at hesi alkometrini eru ment og roynd og nú hevur løgreglan í útvaldum støðum fingð tólini at royna í verki. Hann sigur, at tá ið tólið verður leysgivið, skulu løg­ reglufólkini eisini venjast at brúka tey. Hann dugur ikki at siga, nær løgreglan í Føroyum fær alkometrini, men tað fer at ganga eitt sindur av tíð enn. – Men tað er ongin ivi, at tá ið vit fáa tey, fara vit at almannakunngera tað væl og virðiliga, so at almenningurin verður væl kunnaður, so at tað ikki kemur óvart á nakran. Ráðið fyri Ferðslutrygd tekur undir við, at løgreglan fær alkometur. – Tað fer at gera teirra ar­ beiðið munandi effektivari, at tey kunnu gera eina langa røð av kanningum í einum høggi, ístaðin fyri at noyðast at brúka tíð upp á at koyra fólk til lækna at taka blóðroynd, sigur Sølvi Reinert Hansen. aki@sosialurin.fo Betri møguleikar at taka fullar bilførarar RÚSDREKKAKOYRING Løgreglan herðir tiltøkini ímóti teimum, sum koyra ávirkaðir og nú skal hamarin fella beinanvegin Vit merkja, at tað setir síni spor Tað er ikki longur cool at koyra við kenning Nú skal hamarin fella beinanvegin Talið á teimum, sum verða tikin fyri at koyra bil við kenning er lækkandi og hesi seinastu árini er tað sum heild farið niður í helvt aftur ímóti tí, tey vóru fyri 20 árum síðani. Hugburðurin er broyttur halda bæði løgregla og ráðið fyri Ferðslutrygd Ár Skuld- setingar 1989 321 1990 312 1991 232 1992 222 1993 199 1994 170 1995 133 1996 150 1997 170 1998 155 1999 127 2000 153 2001 156 2002 159 2003 194 2004 168 2005 160 2006 180 2007 195 2008 164 2009 134 Skuldsett fyri at koyra ávirkað av rúsdrekka/heilivági Hendan talvan vísir, hvussu nógvar bilførarar, løgreglan hevur tikið hesi seinastu 21 árini fyri at hava koyrt bil, ávirkaðir av rúsdrekka. Hóast tølini eru skiftandi, sæst, at sum heild eru tølini lækkandi, tí hesi seinastu árini verða sum heild ikki meiri enn helvtina so nógvir bilførarir tiknir, sum fyri 20 árum síðani. Tølini fyri 2009 eru tey lægstu í 10 ár