Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 14. juni · Nr. 94 Sosialurin Leo Poulsen Málið snýr seg um, at Ingibjørn tann 13. febru ar 2008 uttan fyri em bæt is ­ tænastu hevði leita eftir upplýsingum á CPR­dátu­ grunninum hjá løgregluni. Upplýsingarnar skuldi hann nýta at tryggja sær, at hann hevði rætt telefonnummar hjá før oyskari kvinnu, bú sit­ andi í Danmark. Hendan kvinnan eigur eina dóttir saman við føroyingi, sum Ingibjørn Eldevig bæði sum bygdarmaður og gjøgnum arbeiði sítt sum løg­ reglumaður kendi. Kvinnan hevði fingið polititilhald sett fram móti manninum í 1999 og tað varð longt aftur í fimm ár aftrat í 2004. Viðkomandi heitti á Ingibjørn Eldevig um at kanna eftir, um kvinnan hevði vilja latið honum eina mynd av dóttrini, og tað var hetta, sum núverandi sýslu­ maðurin gjørdi um kvøldið tann 13. februar 2008. Eftir at hann var komin á vakt á løgreglustøðini í Runavík hetta kvøldið, leit aði hann fyrst inni á data grunninum yvir CPR­ nummur hjá løgregluni, og síðani ringdi hann av løg­ reglu støðini til kvinnuna, hóast hann visti, at maðurin, hann ringdi fyri, ikki á nakran hátt mátti seta seg í sambani við kvinnuna. Ingibjørn Eldevig játtaði seg sekan í at hava leita inni á datagrunninum hjá løgregluni utta fyri em­ bætis tænastu, men noktaði seg sekan í at hana sett seg í samband við kvinnuna mansins vegna. Tað gjørdi hann egna vegna, greiddi hann frá í rættinum fríggja­ dagin. Dómarin metti tað tó vera prógvað, at sýslumaðurin hevði ringt til kvinnuna aðra manna vegna, og Ingibjørn Eldevig varð tí dømdur eftir ákæruskrivinum, og fekk 10 ferðir 450 krónur í dagbøtum, umframt at gjalda sakarmálskostnaðin. Verjin bað um umhugs­ ingartíð at kæra dómin. Sjálv ur hevði Ingi bjørn onga við merk ing tikl málið eftir dómin. Leo Poulsen – Tá vit á vári 2009 stungu út í kortið hvørja leið vit skuldu taka fyri at venda gongdini í Smyril Line, so var tað hitt einfalda, vit konsentreraðu okkum um. Tað sigur Peter Holm, stjóri á Smyril Line. Felagið er farið frá akkurát at hóra undan, til at vera ein sunn og gevandi fyritøka. – Orkan er avmarkað, og tí hava vit valt at fokusera upp á nakrar fáar marknaðir. Fyrst og fremst føroyska, danska, týska og hollendska marknaðin, og so hava vit nakrar fáar aðrar marknaðir, har vit ikki leggja serliga orku í, sigur Peter Holm. Sama er galdandi við teim um produktum, sum fe ­ lagið bjóðar. Eisini har verð­ ur fokuserað á nøkur einvís øki. Danin, Lars Bo Hansen, er kendur innan shippingøkið, og heldur javnan fyrilestrar á Copenhagen Business School, har strategiin hjá Smyril Line og gongdin í felagnum er fast ur táttur í fyrilestrunum. Hann fylgir væl við gongdini í felagnum. Øskan dýr Tað er ikki bara flogferðslan, sum hevur mist nógvan pen­ ing orsakað av øskuni frá Eyjafjallajøkli í Íslandi. – Vit hava rættiliga merkt árinini av øskuni. Vit hava fingið nógvar avlýsingar frá ferðafólki, sum aftra seg við at fara til Íslands, og serliga eru tað ferðir, sum fólk kortini ikki keypa og heldur útseta til næsta ár. Vit tosa um mistan vinning í milliónaflokkinum, sigur Peter Holm. Hinvegin flutti Norröna nógv fólk millum Føroyar og Danmark, meðan flúgvingin var mest tarnað av øsku. ­ Í mun til vanligar túrar millum Føroya og Danmark, har eini 200­300 fólk eru við, høvdu vit upp í 1100 fólk umborð. Men hetta er bíliga vertíðin, so tað merktist ikki so væl, sum tað kundi, sigur Peter Holm. leo@sosialurin.fo Strategi sum undirvísingartilfar Strategiin, sum leiðslan á Smyril Line legði saman við dananum Lars Bo Hansen, verður nýtt av dananum í hansana fyrilestrum á Copenhagen Business School Sýslumaður brotið revsilógina Sýslumaðurin í Eysturoynni, Ingibjørn Eldevig, var seinnapartin í dag funnin sekur í at hava brotið §155 og §265 í revsilógini. Dómurin var 10 dagbøtur á 450 krónur umframt at hann skal gjalda sakarkostnaðin. STRATEGI Peter Holm hevur saman við leiðsluni megnað at vent gongdini í Smyril Line, so felagið nú kastar væl av peningi av sær Mynd: Jens Kristian Vang