mánadagur 14. juni 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Ráðgevandi
nevndin
hjá
ICES (ACOM) er nú kom in
við sínum niður støð um og
tilmælum
um
botn fiska
stovnarnar undir Føroyum
við denti á tosk, hýsu og upsa.
Mett verður um støðuna
hjá hesum fiskastovnum á
landgrunninum, og eis ini
er tilmæli um tosk á Før
oyabanka. Eisini er stutt yvi
rlit yvir aðrar fiskastovnar,
sum hava áhuga fyri Føroyar
og føroyska fiskiveiði.
Fyri 1. juli skal Havstovan
koma við síni tilráðing til
landsstýrismannin í fiski
vinnumálum, og vanligt er, at
henda tilráðing er eitt sindur
”bleytari” enn tilráðingin hjá
ráðgevandi
nevndini
hjá
ICES.
Jákup Reinert, sum er
limur í ráðgevandi nevnd
ini
hjá
ICES,
sigur,
at
fyri
føroysku
botn fiska
stovnarnar eru útlitini bjart
ari í ár enn í fjør, men hetta
sæst kortini bert í lítlan mun
aftur í ráðgevingini hjá ICES
fyri komandi ár.
– Hetta er tí, at tá einki
annað fyriliggur, nýtir ICES
sonevndu fyrivarnisregluna
sum grundarlag. Hendan
sigur í stuttum, at veiðitrýstið
skal ikki vera hægri enn eitt
ávíst støði (Fpa), eins og
gýtingarstovnurin skal verða
oman fyri eitt minstavirði
(Bpa). Eru hesi krøv ikki
lokin, verður mælt til at
fáa hetta upp á pláss sum
skjótast, sigur hann.
Stórar skerjingar
Tilmælini hjá ICES leggja
enn einaferð upp til stórar
skerjingar í veiðini eftir
toski og upsa, eins og mælt
verður til, at eingin beinleiðis
hýsuveiða fer fram í komandi
fiskiári.
Í stuttum mælir ráðgev
andi nevndin hjá ICES til,
at veiðitrýstið eftir toski
á
landgrunninum
verður
mink að við 24%, meðan
veiði trýstið eftir upsa verður
minkað við heili 38%. Mælt
verður til, at eingin beinleiðis
hýsuveiða verður í komandi
fiskiári, eins og eingin toska
veiða eigur at fara fram á
Føroyabanka.
Um toskin á land grunn
inum sigur ICES, at veiðan
síðan ár 2004 hevur verið
væl undir miðal, men gýt
ing arstovnurin hevur eisini
verið sera lítil síðan ár 2004.
– Í 2007 var gýtingar
stovn urin hjá toski á land
grunninum mettur til ein
ans 17.500 tons, sum er tað
minsta, nakar veit um at siga.
Gýtngarstovnurin er nú við
at veksa aftur og er mettur
at hava verið umleið 32.000
tons hin 1. januar 2009.
ICES sigur, at um gýting
ar stovnurin fer niður um
21.000 tons, verður mett,
at líkindini fyri, at hann
klárar at framleiða góða til
gongd, eru vánalig, sjálvt
um umstøðurnar í sjónum
annars eru góðar.
– Vit mæla til, at gýting
arstovnurin ikki eigur at fara
niður um 40.000 tons.
Ráðgevandi nevndin hjá
ICES vísir á, at fleiri orsøkir
eru til vánaligu støðuna hjá
gýtingar.
Í fyrsta lagi hevur til
gongd in verið undir miðal
síðan ár 2002 – og flestu
ár ini væl undir miðal. Nú
er hon tó batnandi, og
2007árgangurin var beint
und ir miðal, eins og bæði
2008 og 2009árgangirnir eru
mettir omanfyri miðal.
– Ein onnur orsøk til, at
stovnurin hevur verið so
illa fyri er, at vøksturin á
fiskinum eisini hevur verið
vánaligur í fleiri ár, men
eisini her hevur framgongd
verið at sæð í seinastuni.
Ein triðja orsøk, sigur
ICES vera, at veiðitrýstið,
sum er tað einasta, vit sjálvi
kunnu ávirka, hevur verið alt
ov stórt.
ICES mælir til, at ikki
meiri enn 27% í tali skulu
fiskast úr stovninum, með
an lógin um vinnuligan
fiskiskap sigur, at í miðal ikki
skulu fiskast meiri enn 33%
í tali – úr stovninum.
– Men síðan lógin um
vinnuligan fiskiskap varð
samtykt, hevur veiðitrýstið
á toski í miðal verið heili
41% og varð í 2009 mett at
vera 34%. Veiðitrýstið í 2009
var soleiðis næstan í tráð
við lógina um vinnuligan
fiskiskap, men hetta er ov
høgt – og ikki burðardygt,
sigur ráðgevandi nevndin
hjá ICES.
Mælt verður tí til, at
veiðitrýstið eftir toski á
landgrunninum
verður
mink að niður á nevndu 27%
í tali – av stovninum, og hetta
merkir eina minking í veiðini
upp á 24% í mun til verandi
veiðitrýst.
Stongdar leiðir
ICES
sigur,
at
tilmælini
taka fyri, at toskur og hýsa
verða veidd saman í einum
blandaðum fiskiskapi, serliga
við línu.
– Hýsa á landgrunninum
er sera illa fyri, og vit mugu
taka hædd fyri hesum, nú
mælt verður til, at toskur
aftur kann veiðast. Í fjør varð
mælt til, at bæði toska og
hýsuveiðan skuldi minkast so
nógv sum gjørligt. Umframt
at skerja dagatalið, er einasti
máti í verandi dagaskipan
at steingja fleiri hýsuleiðir,
helst alt árið.
ICES
heldur,
at
skal
ein góð tilgongd av toski
tryggjast framyvir, mugu
uppvakstrarøkini inni við
land verða stongd fyri vinnu
ligum fiskiskapi
Neyvt samband tykist
vera millum gróður í sjónum
og veiðitrýst fyri tosk. Í
árum við góðum gróðri eru
tilgongd og vøkstur eisini í
miðal góð, og nóg mikið av
føði er í sjónum. Øvut er í
árum við vánaligum gróðri.
Hetta sæst eisini aftur á
veiðievnunum hjá línu, tí
toskurin, sum serliga er fimm
ár og eldri, tekur nógv lættari,
tá náttúrlig føði vantar.
Víst verður á, at tá megin
parturin av toskinum verður
veiddur
við
húki,
økist
veiðitrýstið, tá gróðurin er
lítil.
– Um bæði tilgongd og
vøkstur hjá toski eru undir
miðal
samstundis,
kann
hetta fáa stovnin at minka
skjótt. Dømir eru um hetta
seinastu árini.
ICES mælir tí í síni til
ráðing til at taka tílík viður
skifti við í umsitingina av
toskaveiðini. Mint verður
eisini á, at við eini slíkari
fiskidagaskipan vil tað altíð
vera ein øking í effektiviteti
í reiðskapi og veiðihættum,
og tí er eisini neyðugt at
stilla skipanina samsvarandi
hesum.
Um toskin á Føroyabanka
sigur ráðgevandi nevndin
hjá ICES, at her ber í løtuni
ikki til neyvt at meta um
stovnsstøddina.
Men við støði í yvir
litstrolingum er stovnurin tó
eftir øllum at døma framvegis
sera illa fyri. Veiðan er
minkað nógv síðani 2003, og
føroysku
myndugleikarnir
stongdu bankan fyri allari
veiðu 1. januar 2009.
ICES metir ikki, at nýggju
hagtølini fyri toskastovnin
á Føroyabanka geva nakra
grund til at broyta ráð
gevingina frá í fjør, tá mælt
varð til, at eingin fiskiskapur
verður loyvdur eftir toski
á bankanum, fyrr enn yvir
litstrolingar aftur vísa, at
stovnurin er komin fyri seg.
Tað merkir, at stovnurin í
minsta lagi skal verða ájavn
við – ella oman fyri – støðið,
hann var á árini 19962002.
Eingin hýsuveiða
ICES sigur í sínari tilráðing,
at veiðan eftir hýsu støðugt
hevur verið minkandi síðan
ár 2003 og hevur seinastu trý
árini verið væl undir miðal.
Gýtingarstovnurin er eisini
støðugt minkaður seinastu
árini og er 1. januar ár 2010
mettur til einans 17.000 tons,
sum er tað minsta, nakar veit
um.
– Tá gýtingarstovnurin á
hýsu fer niður um 22.000 tons,
verður mett, at líkindini fyri,
at hann megnar at framleiða
góða tilgongd, eru vánalig,
sjálvt
um
umstøðurnar
ann ars í sjónum eru góð
ar. Mælt verður til, at gýt
ingarstovnurin ikki fer niður
um 35.000 tons.
ICES vísir á, at fleiri orsøkir
til, at gýtingarstovnurin er
vorðin so lítil.
– Serliga er tað tilgongdin,
sum hevur verið væl undir
miðal síðani ár 2005. Ávís
tekin eru um, at tilgongdin
fer at batna nakað í ár
og komandi ár. Hetta eru
metingar, og hóast rættar,
so er batin lítil. Tað tekur
tíð, áðrenn tilgongdin fær
stórvegis ávirkan á gýt
ingarstovnin.
ICES sigur, at vøksturin
hjá hýsu eisini hevur verið
vánaligur í fleiri ár, men
ICES mælIr aftu
SkErjIngar
SKERJINGAR - Toskaveiðan á landgrunninum skal minka við 24%, og veiðitrýstið
eftir upsa skal minkast við heili 38%. Mælt verður til, at eingin beinleiðis hýsuveiða
verður í komandi fiskiári, eins og eingin toskaveiða eigur at fara fram á Føroyabanka
... neyvt samband tykist vera
millum gróður í sjónum og veiðitrýst
fyri tosk. Í árum við góðum gróðri eru
tilgongd og vøkstur eisini í miðal góð,
og nóg mikið av føði er í sjónum...
ICES