mánadagur 14. juni 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Viss AB stýrdi heiman
á Sandi, so haldi eg teir
skuldu skift stýrimann
Í dag var egnarin og fiskimaðurin uppá
spæl ímóti pedagogunum úr Havn. Toftir
eru, og fer altíð at verða ein fiskibygd
AB skal nú hava nýggjan stuðul og nýggjar
búnar. Talan verður um termodraktir,
og høvuðsstuðul verður “Fóm Ìsur”
Víkingur vildi ikki taka stig frá HB, tí
so hevði NSÍ blivið nummar eitt
Hvar eru White Tigers. Man
hoyrir einki frá teimum
B36-arnir eru vorðnir avhaldsmenn.
Teir JAVNA ongantíð í einum dysti
Finnur Justinussen má fá HANS
at leggja sær LAG Á
Halló vinningurin hjá tykkum skuldi verið
ein kassi við “SEVEN UP” – heilsan NSÍ´ari
Malmáðurin hjá Onglandi er til GREEN í dag
Víkingur við óhvøssum vápnum. Tað hvassasta
var mussaskøðið hjá Atla, ið gav gult kort
Eg og HANS syngja sama LAG
Sjálvandi brennur Súni Olsen í Havn....
hann dugir jú ikki havna-MÁL
12
stuttligastu sms'ini
frá 3. hálvleiki
NSÍ steyp
úr Svøríki
Sören Flink, sum er svenskari við serliga stórum áhuga fyri føroyskum fótbólti, handaði leygardagin
formanninum í NSÍ, Sølva R. Hansen, nýggja steypið, ið fylgir við heiðrinum »Fair Play Prize«
Mynd: Hilmar Jan Hansen
FAIR PLAY
Hilmar Jan Hansen
Síðstu seks árini hevur svenskarin
Sören Flink fylgt sera væl við
føroyskum fótbólti, samstundis
sum hann á heimasíðuni, www.
faroenews.se, eisini hevur givið
øðrum møguleika til tað. Eisini8
gevur hann teimum vitjandi á
heimasíðuni møguleika at tippa
um føroyskar dystir, umframt at
har finst mangt annað.
Um vikuskiftið var Sören Flink
millum annað til dyst í Runavík,
har ørindi hansara vóru at handa
eitt serligt steyp, sum heimasíða
hansara vildi geva NSÍ, tí liðið var
tað av øllum, sum kappingarárið í
fjør fekk fægst gul og reyð kort.
Heiðurin, ið hann nevnir »Fair
Play Prize«, handaði hann NSÍ-
formanninum, Sølva R. Hansen, í
hálvleikinum, tá NSÍ leygardagin
spældi ímóti FC Suðuroy. Talan
er um ferðasteyp, so komandi
árini verða tað tey »skikkiligastu«
liðini, ið sleppa at hýsa steypinum,
sum verður latið í samráð við
Fótbóltssambandið.
Steypið er eitt serligt glas-
listarverk, ið finska Kaisa Tukonen
hevur gjørt til endamálið, og sum
sæst á myndini, ið varð tikin í
Runavík leygardagin, kann tað
saktans fríðka um eitt og hvørt
steypaskáp! Vit kunnu til stuttleika
leggja aftrat, at í løtuni bendir
einki á, at NSÍ fær steypið aftur
komandi kappingarár, tí í løtuni eru
runavíkingar aftastir í kappingini
um at fáa »Fair Play Prize« fyri
2010…
hilmarjan@sosialurin.fo
FótbóLtuR Runavíkingar fingu fægst gul og reyð
kort í landskappingini í fjør, og fyri tað fingu teir
leygardagin handað steyp sum vinnara av nýggja
»Fair Play Prize«, ið svensk heimasíða letur