Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 14. juni · Nr. 94 Sosialurin Ítróttarblaðið Ólavur Øre Hansen B68 vann ein týdningarmiklan sigur á B36 á Svangaskarði í gjár. Hóast spælið ikki var nakað at skriva um, so er venjarin hjá B68, Bill Mc Jacobsen, sera fegin um avrikið hjá hans ara liði. – Tað var umráðandi hjá okk um fyrst av øllum, at fáa skil á verju­ partin, tí vit hava latið alt ov nógv mál ígjøgnum síðstu tíðina. Hetta eydnaðist væl, tí vit klára at halda málið reint, samstundis sum vit komu fram til narkar kjansir, og skora eitt mál. Júst tað at skora mál, var mun­ urin á liðnum. Sjálvt um B36 ikki stóð aftanfyri toftamenn hvat stríðs vilja viðvíkur, og høvdu líka nógvar kjansir sum vertirnir, so klár aðu ikki at umseta kjansirnar til mál. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki hjá B36, sum í fleiri dyst um hava havt trupult við at skora uppá kjansirnar, og tá verður trupult at vinna fótbóltsdystir. Sjómaðurin vísti vegin Frá dystarbyrjan sást at tað vóru tvey sera varin lið, sum brustu saman á Svangaskarði. Hvørki tofta menn ella gestirnir úr B36 vildu satsa ov nógv í álops spæl­ inum. Tískil gjørdist ofta talan um langar sendingar upp til áleyp arnar, sum als ikki høvdu bestu arbeiðs­ umstøðurnar hóast teir stríddust fyri hvørjum bólti. Av tí sama var smáligt við opnum kjansum í fyrra hálvleiki, men fyrstu ferð B68 kom til ein líkinda kjans tóku teir av. Sjómaðurin á B68 liðnum, Óli Olsen var trygg­ ur, tá hann hegnisliga tamdi eina diagonal sending frá Øssuri Hansen, og sendi bóltin millum beinini á Jóan Paula Jacobsen og í málið til 1­0, sum eisini gjørdist hálv­ leikstøðan. »Stong-út« hjá B36 Venjarin hjá B36, Sigfríður Clem­ entsen framdi broytingar á liðnum til seinra hálvleik, og hjálpti tað uppá spælið hjá gestunum. Fyrstu løtuna av seinra hálvleiki høvdu gestirnir takið á dystinum, og komu fram til nakrar góðar kjansir, men skotroyndirnar høvdu als ikki sama kvalitet sum uppspælið. Bárður Olsen hevði naskastu skotroyndina hjá gestunum, tá hann tíðliga í seinra hálvleiki smekk aði bóltin á stongina, men inn vildi bólturin ikki. Og júst kjansurin hjá Bárði er ein góð støðumynd av B36 í løtuni, teir gera nógv rætt á vøll inum, men tað er bara tað síðsta sum manglar. Sjávt um gestirnir trýstu fyri at fáa útjavnandi málið, og vóru sera nær við seint í dystinum, men ólukku tíð fyri B36, fekk Ndende sparka bóltin burtur á sjálvari málsrikuni. Tískil vann B68 1­0 á B36 í einum sera jøvnum dysti, sum kundið farið báðar vegir, men marginalarnir vóru við toftamonnum, og so eisini Óli Olsen, meðan B36 enn einaferð mátti fara av vøllinum við ongum, eftir at hava spælt fult upp við mótstøðu liðið. Men hvat hjálpir tað, tá tú ikki skorar uppá kjansirnar. post@sosialurin.fo So bragdaði hjá B68 vodafonedeildin Í einum rótutum dysti við høgum intensiteti og nógvum tvídystum, eydnaðist tað B68 at vinna 1-0 á B36. Talan varð um ein javnan dyst, har einasti munur var, at toftmenn dugdu betur at gagnnýta ein av sínum kjansum, meðan tað gongur strilti hjá B36 at umseta kjansir til mál – Tað var sera umráðandi hjá okkum at vinna dystin, fyri at venda ringu gongdini, og fáa fjarstøðu niður til botnliðini segði ein fegin Øssur Hansen eftir dystin Sjálvt um spælið ikki var tað besta, so var Øssur sera væl nøgdur við avrikið hjá teim um. – Tað ráddi um at standa væl í verjustøðu, og tað gjørdi vit. So hevur tað minni at siga um spælið er rótut. Vit skuldu vinna dystin, og tað er tað sum telur, segði Øssur Hansen Øssur Hansen og hinir í B68 skulu aftur í eldin longu mikukvøldið, tá teir skulu til Fuglafjarðar at spæla móti ÍF. post@sosialurin.fo Øssur Hansen: Sigurin hevur alstóran týdning B68 1 B36 0 Tað var umráðandi hjá okkum fyrst av øllum, at fáa skil uppá verjupartin bill m. jacobsen, b68 tætt Nógvir tættir nærdystir merktu dystin á Toftum, ið annars ikki var nøkur stór uppliving Mynd: Álvur Haraldsen Erling við í stórtapi Vanløse tapti seinasta landskappingardystin 0­4. Hetta hóast heimavøll og eini ætlan um trý stig, soleiðis at liðið kundi vinna seg upp á eitt sjeynda pláss í deildini. Henda royndin miseydnaðist, men í Vanløse eru tey kortini ógvuliga væl nøgd við kappingarárið, har tey vunnið 11 dystir, spælt tíggju javnar og tapt níggju. Tilsamans rakk hetta til eitt áttanda pláss og 43 stig. Erling Jacobsen spældi dystin á tamb í verjuni, meðan Páll Klettskarð ikki var í hópinum. Hinvegin var ein annar maður, sum ikki er heilt ókendur í føroyskum fótbólti, við á Vanløse­liðnum, men fór skaddur av vøllinum tíðliga í dystinum. Dennis Holmberg, sum spældi við B36 í fjør, umboðar í ár Vanløse, har hann hevur havt ein rímiliga sentralan leiklut á liðnum. Hann hevur, eins og Páll Klettskarð, skotið tvey mál fyri Vanløse í ár.