mánadagur 14. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tað var óvanliga lítið fólk í Gunda
dali í gjár, tá HB tók ímóti Víkingi.
Liðini blivu ávíkavist nummar eitt
og trý í fjør, men heldur ikki tað
hjálpti uppá áhugan hjá fólkinum.
HBhúsið sá mest sum bara hálvfult
út. Ein orsøk kundi verið, at HM var
í sjónvarpinum samstundis. Ein
onn ur, at bæði AB og B36 spældu
samstundis, men tað hevur víst
seg í ár, at áskoðararnir eru trekir
at fáast við.
– Tá vit ikki skora, so gera vit tað
torført fyri okkum sjálvar. Bæði í
dag og í seinnu hálvfinaluni ímóti
ÍF hava vit fleiri møguleikar, men
taka ikki av. Eg haldi at vit spældu
fult upp við HB og hevði hatta
brots sparkið fari inn, so rokni eg
við, at tað hevði koppað okkara
veg, tí eg haldi at vit hava munin,
sig ur Niclas Niclassen, liðskipari
hjá Víkingi.
Tað hendi lítið og einki í fyrra
hálvleiki. Hóast fleiri góð uppspøl,
so gjørdist tað sjálvdan vandamikið
framman fyri málinum. Tó so, so
høvdu liðini hvør sín stóra møgu
leika. Fyrsta varð Finnur Justin
ussen spældur leysur, men hann tók
sær ov góða tíð og HB verjan fekk
prika bóltinum frá honum, áðrenn
hann fekk spælt bóltin tvørtur um
tile in púra leysan viðleikara. Løtu
seinni bjargaði Niclas Niclassen
á strik uni, tá Milan Kulijc kom at
standa prúa leysur frammanfyri
mál inum.
– Vit høvdu eitt verjukent út
gangs støði við einum áleypara,
men tveimum skjótum vengrum.
Tað riggaði væl, vit hildu teimum
frá teim um stóru møguleikinum
og fingu skapt onkrar sjálvir. Vit
mangl aðu bara at skora í dag. Tað er
tor ført at tosa um rættvísi í fótbólti,
men eg haldi at vit hava uppiborið
betri í dystinum í dag, sigur Niclas
Niclassen.
HB kom á odda tíðliga í seinna
hálvleiki, tá Símun Samuelssen
royndi seg við frísparki stutt
uttan fyri brots steigin. Geza Turi
í Víkinga málinum tóktist hava
tamar hald á støðuni, men brádliga
tók bólt urin í ein leikara og skifti
kós. Geza Turi varð seldur og HB á
odda. Lítla løtu seinni fekk Víkingur
brots spark, men tað er stong út hjá
Vík ingi fyri tíðina, og brotssparkið
fór sama veg. Í tíðini sum dómarin
hevði lagt aftrat, skoraði innskifti
Levi Hanssen til endaliga úrslitið
20 til HB.
Gjøgnum allan dystin tóktist
HB leggja stórt trýst á Súna Olsen
og Nenad Stankovic á miðjuni hjá
Víkingi. Serliga Nenad fekk harða
viðferð til tíðir.
– Eg haldi tað ávirkar okkum so
nógv. Teir spæla nærmast við fýra
áleyparum og tí eru vit í yvirtal
á miðjuni. Tað gevur okkum gott
pláss at spæla í. At teir á heimavølli
vejla at dekka tveir av okkara spæl
ararum so tætt, tað vísur bara at
teir hava viðring fyri okkum, sigur
Niclas Niclassen.
HB liggur nú aftur fremst, eftir
at NSÍ hevði yvirnátt á fyrsta pláss
inum eftir sigurin á FC Suðuroy
leyg ar dgin. Víkingur hevur nú tapt
tríggjar teir seinastu dystirnar teir
hava spælt. Tveir í landskappingini
og ein í steypakappingini.
– Áðrenn kappingina høvdu vit
eitt mál um at enda í millum trý
tey fremstu, tað er framvegis mál ið
hjá okkum. Kappingin er ikki hálv
runnin enn og vit fara ikki at kasta
handklæði í ringin í juni mánað,
sigur Niclas Niclassen at enda.
Bæði HB og Víkingur skulu spæla
grannauppgerðir
mikukvøldið.
HB skal á Argir at spæla ímóti AB,
með an Víkingur fær vitjan av NSÍ,
sum hevur vunnið eir seinastu sjey
dyst irnar og liggur á einum øðrum
plássi.
trondur@sosialurin.fo
Stongin út móti stongin inn
vodafonedeildin Eitt korter inn í seinna hálvleik stendur Súni Olsen klárar at taka brotsspark.
HB hevur løtuna undan lagt seg á odda, men hetta er møguleikin hjá Víkingi at koma inn aftur í
dystin. Sigandi fyri gongdina hjá báðum feløgunum í ár, so rakti Súni Olsen stongina – og út!
HB
2
Víkingur
0
– Eg havi altíð spælt uppá gleði
og tað vóni eg kann halda fram
í eina tíð aftrat. Bóltførleikin fer
nokk onganveg, men tað merkist
sjálvandi at árini eru blivin
fleiri. So leingi tað er stuttligt
haldi eg fram og enn haldi eg
tað er stuttligt, sigur Andrew av
Fløtum.
HB hevur fleiri ferðir í ár
skorað í evstu løtu og fingið fult
í dystinum, sum HB leikliga ikki
hevur verið omaná.
– Tað er ilt at siga hvar margi
nal arnir koma frá. Tað er rætt
at nógv er koppað okkara veg í
ár, men eg dugi ikki at siga um
vit gera nakað serligt fyri at tað
skal eydnast, sigur Andrew av
Fløtum.
Dysturin í gjár var javnur og
kundi koppað báðar vegir, men
tá Víkingur fekk sín møguleika,
tóku teir ikki av.
– Fyrri hálvleikur var javnur
og tað var lítil ferð á dystinum.
Teir dugdu væl at taka ferðina
av spælinum hjá okkum. Í seinna
hálvleiki sá tað betri út. Vit fingu
ferð á spælið og komu longur
nið an á vøllin. Tað hjálpti nógv,
at vit fingu tað fyrsta málið, tí
tað opnaði eisini dystin, sigur
Andrew av Fløtum.
HB miðvøllurin ansaði væl
eftir Súna Olsen og Nenad
Stanko vic hjá Víkingi.
– Súni og Nenad eru tveir av
teirra bestu leikararum og vit
valdu at leggja teir undir stórt
trýst. Vit vildu heldur at teir
sparkaðu langt, enn at uppspælið
hjá teimum gekk gjøgnum Sùna
og Nenad, sum eru skapandi
kreftirnar hjá Víkingi, sigur
Andrew av Fløtum.
Málið hjá HB fyri kappingina
í ár er greitt.
– Síðani vit taptu í steypa
kappingini, hava vit bara havt
eitt at fara eftir og tað er lands
kapp ingin. Tað er sjálvandi
mál ið at vinna hana í ár og vit
liggja eisini fremst í løtuni.
Vónandi klára vit at halda tað til
kappingin er liðug, sigur Andrew
at enda.
Gleðin drívir verkið
Andrew av Fløtum gjørdist í gjár
31-ára gamal og fleiri ferðir sungu
tey »til lukku til tín« í HB-húsinum,
meðan dysturin var í gongd
Tað er torført at tosa um
rættvísi í fótbólti, men eg
haldi vit hava betri uppiborið
NiclAs NiclAseN, VíkiNgur