mánadagur 14. juni 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Sjeyndu ferð á rað
vodafonedeildin Heldur ikki FC Suðuroy megnaði at steðga NSÍ, sum leygardagin vann
sjeynda sigurin á rað. Sigurin var fult uppiborin, tí hóast FC Suðuroy var væl við í spælinum,
skapti liðið ov lítið til at hótta NSÍ, ið verri enn so spældi upp til sítt besta
Hilmar Jan Hansen
NSÍ hevði vunnið síðstu seks
dystirnar og FC Suðuroy tapt teir
síðstu fýra. So á ein hátt vóru liðini
á hvør sínari beinu kós – men tó
við øvugtum fortekni. Dysturin
leygardagin broytti heldur einki,
tí eftir hann hevði NSÍ vunnið sjey
á rað, og FC Suðuroy mátti fara
suðuraftur við fimta tapinum á rað
sum viðføri.
Heimaliðið var greiður favorittur,
og hóast spælið bara í løtum koyrdi,
sum tað hevur gjørt tað í onkrum
av undanfarnu dystunum, var
sigurin fult uppiborin. Og hóast
NSÍ hevði nógv fleiri kjansir enn
FC Suðuroy, ber ikki ordiliga til at
siga, at NSÍ skuldi vunnið meira,
tí FC Suðuroy var í løtum væl við.
Serliga fyrsta korterið eftir steðgin
kundu suðuroyingarnir gjørt um
seg, tí tá fingu teir í eina góða løtu
heimaliðið at hopa aftur eftir hæli.
– Vit vistu, at tað fór at vera
strævið ímóti FC Suðuroy, hóast
liðið
liggur
niðast.
Teir
eru
desperatir eftir at fáa stig, men vit
skuldu snøgt sagt bara vinna dystin.
Spælið var ikki so gott hjá okkum,
men vit eru øgiliga glaðir fyri
stigini, segði Jústinus R. Hansen, ið
arbeiddi væl á NSÍ-miðvøllinum.
Hann var eisini upphavið til
fyrra málið, tá hann vann bóltin
frá Obi Charles og rak fram í høgru
síðu, áðrenn hann sendi væl innfyri,
har Klæmint A. Olsen í øðrum
umfari fekk bóltin í málið. Tá var
eitt gott korter farið av dystinum,
og næstu løtuna hevði NSÍ fleiri
ferðir møguleika at økja.
Eitt nú fekk Klæmint einar tveir
góðar bóltar frá Debes Danielsen, ið
saktans kundu givið mál, men ikki
bar til. Og tann størsta kjansin átti
Christian Høgni Jacobsen, tá hann
slapp púra leysur ímóti málinum,
men skjeyt fleiri metrar við síðuna
av. Toppskjúttin hevur nú ikki
skorað í fýra dystum!
NSÍ tamarhald á
Beinanvegin eftir steðgin hevði
Jann Martin Mortensen eisini
gyltan møguleika at økja um
leiðsluna, tá hann spældi saman við
Christian Høgna, sum við hælinum
sendi bóltin inn um verjuna hjá FC
Suðuroy. Men í tveimum førum
fekk Stanislav Kuzma vart fyri, so
einki kom burturúr.
Síðani kom besta løtan hjá FC
Suðuroy, ið legði nógv fyri og trýsti
av øllum alvi. Burtur úr tí komu
eitt nú fleiri hornaspørk, men
kortini ikki teir stóru kjansirnir.
Tó fekk Jón Krosslá Poulsen ein, ið
saktans kundi givið eitt útjavnandi
mál. Hann tamdi eitt innlegg við
bringuni og smekkaði til, men
bólturin fór beint oman fyri
yvirliggjaran…
Eftir
hetta
vann
NSÍ
seg
innaftur í dystin og hevði fyri tað
nógva sama tamarhald á støðuni,
sum liðið hevði tað í fyrra hálvleiki.
Og eitt korter fyri dystarenda kom
seinna málið, sum í veruleikanum
avgjørdi dystin. Andras Gango sendi
eitt málspark yvir á hina hálvuna,
har Klæmint fekk forlongt við
høvdinum inn um verjuna til Debes
Danielsen, sum kom spurtandi og
tamdi bóltin, áðrenn hann kaldliga
sendi hann inn undir málverjan hjá
FC Suðuroy, ið kom út ímóti.
Ikki
fyrr
enn
heilt
ímóti
endanum fingu suðuroyingarnir
hol á, tá Mamuka Toronjadze, ið
var sera eyðsýndur á miðvøllinum
hjá FC Suðuroy, sneiddi einar fýra
ella fimm NSÍ-arar av, áðrenn hann
spældi út í vinstru síðu til innskifta
Henning G. Joensen, ið fór um koll,
tá Jónhard Frederiksberg legði fót
fyri hann. Brotssparkið setti Jón
Krosslá Poulsen trygt í málið, hóast
Andreas Gango fór rætta vegin.
– Vit vistu av áðrenn, at hetta
fór at vera torført, og vit vónaðu
eisini, at vit kundu fáa eitt stig við
heimaftur. Men tá vit fingu málið,
var tað ov seint. Annars haldi eg, at
spælið hjá okkum var í lagi, og hóast
vit liggja aftast, er nógv enn eftir av
kappingini, so vit royna at arbeiða
og satsa víðari, segði málskjúttin
hjá FC Suðuroy.
NSÍ
2
FC Suðuroy
1
MÁlRevUR
Klæmint A. Olsen legði NSÍ á odda
1-0, og hóast hann eisini brendi
onkrar kjansir í dystinum ímóti
FC Suðuroy, var hann næstsíðstur
á bóltinum, tá NSÍ økti til 2-0
Myndir: Álvur Haraldsen
NSÍ er framvegis sum ein
gongu stjørna við fullari ferð
og annað umfarið á rað læntu
runavíkingar um vikuskiftið
oddasessin í eitt samdøgur, til
HB hevði spælt. Liðið hevur
skorað mest mál og hevur bestu
málúrtøkuna, men er framvegis
tvey stig aftan fyri odda liðið.
– So leingi, sum tað gongur
so væl hjá okkum, njóta vit tað
bara. Vit vita jú, at tað kann
vera so skjótt hvønn vegin, tí tá
vit bara fingu eitt stig burtur úr
fyrstu fýra dystunum, høvdu
vit kanska heldur ikki trúnna
uppá, at vit kundu vinna dystir,
segði
Jústinus
R.
Hansen
eftir 2-1 sigurin á FC Suðuroy
leygardagin.
– Nú hava vit vunnið sjey
ferðir á rað, og tí halda vit
eisini, at vit kunnu vinna hvørja
ferð og tí fara vit eisini eftir.
Hesa ferð spældu vit ikki so
væl, men vit fóru eftir trim um
stigum og fingu tey. Og eftir
at vit vóru komnir á odda 2-0,
spardu vit kanska kreftirnar
eitt sindur, so vit skulu vera væl
fyri til útidystin ímóti Víkingi
mikukvøldið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Jústinus R. Hansen:
Vit njóta tað
TVit vistu at tað fór at vera strævið ímóti
FC Suðuroy, hóðast liðið liggur niðast. Teir eru
desperatir eftur at fáa stig
Jústinus R. Hansen, nsí