Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. juni · Nr. 94 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Fuglfirðingar mugu leita sær troyst í, at ein ring aðalroynd ofta gevur eina góða premieru. Hesari vónini kunnu fuglfirðingar so liva í til tann 6. august, tá teir skulu takast við EB/Streym aftur í steypafinaluni, sum verður spæld á summarfestivalinum. Tað einasta sum sang hjá fuglfirðingum var netið í málinum, tað syrgdi sundalagsmenn fyri á trimum sinnum. Í fyrra hálvleiki var tó nær við, at fuglfirðingar komu á lagið. ÍF var leikliga omaná ein stóran part av fyrra hálvleiki, og høvdu fuglfirðingar góðar møguleikar, men í teimum avgerandi løtunum frammanfyri málið, vóru fuglfirðingar ikki nóg neyvir. EB/ Streymur satsaði uppá mótálop, og hesi góvu eisini felagsliðnum nakrar góðar royndir í fyrra hálvleiki, men Jákup Mikkesen í ÍF-málinum stóð væl. Mál í mótálopi Fimm minuttir undan steðginum eydnaðist tað sundalagsmonnum at fanga ÍF í einum mótálopi. Gudmund Nielsen var síðstur á bóltinum, og hann fekk Sundalagið og stevnuhýrin á Sundalagsstevnu at kóka við sínum máli til 1-0. Tað gingu bert nakrir fáir minuttir av seinna hálvleiki, so høvdu sundalagsmenn aftur fanga ÍF á skeiva beininum. Hesaferð var tað málrevurin, Arnbjørn Hansen sum fekk netmeskarnar hjá ÍF at syngja. ÍF kom ikki leikliga fyri seg aftur aftaná 2-0 málið hjá EB/ Streymi. Sundalagsmenn vóru skjótari, skilabetri, avgjørdari og hugflogsríkari í seinna hálvleiki, og tí var einki at siga til, at teir vunnu stórsigur. Stórsigurin var staðfestur av einum “da capo” hjá Arnbirni Hansen. ÍF var í seinna hálvleiki ikki at kenna aftur, um sammett verður við avrikið í seinnu hálvfinaluni, sum týskvøldið var ímóti Víkingi í Sarpugerði. EB/ Streymur hevur funnið tónan á tí heimliga pallinum, áðrenn teir skulu út á altjóða pallin í Europa League, og so seinni á tann serliga pallin á summarfestivalin. Tað mest harmiliga hjá ÍF leygarkvøldið var tó, at økslin hjá Alexander Jovovic fór úr lið, og hann verður tí neyvan at síggja aftur á leikvøllum í fyrru hálvu av landskappingini. heris@sosialurin.fo Tróndur Arge Einsamalla málið í dystinum skoraði innskifti Ebbe Kristin Thomsen stutt fyri hálvleik. Hann rak framvið fleiri argjamonnum í vinstru síðu og smekkaði bóltin í málið umvgis stongina. B71 liðið lá aftarliga á vøllinum og spældi uppá skjótálop. Teir komu til fleiri góðar møguleikar men hvørja ferð stóð Heðin Stenberg í vegin. Fyrst var yað Mikkjal Hentze, ið var leysur og seinni høvdu bæði Ebbe Kristin og Símun Hansen góðar møguleikar, men Heðin bjargaði. Tað var týdningarmikið fyri okum at fáa luft oman til AB og FC Suðuroy. Eg haldi at sigurin er uppiborðin. Vit høvdu fleiri stór- ar møguleikar, ið vit skulu skora uppá. Eg haldi ikki AB hevði nakran møguleika, so eg haldi tað er uppi- borið, sigur Høgni Midjord. Málið hjá B71 kom í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Vit koma á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki og loysti orduliga upp hjá okkum. Ebbe Kristin er akkurát komin tá og eg haldi faktist, at hann skorar fyrstu ferð hann hevur bóltin, sigur Høgni Midjord. B71 hevur nú 12 stig á triðj aftasta plássi. Teir hava við sigrinum lagt sjógv ímillum seg og hini bæði liðini í botninum. Munurin á okkum og AB í dag er, at vit skapa møguleikar, meðan teir ikki skapa nakað. Tað er týdningarmikið fyri okkum at vinna hesar heimadystirnar, sigur Høgni Midjord B71 skal mikukvøldið í Gunda- dal at spæla imóti B36, sum ikki hevur vunnið í átta lands kapp- ingardystinum. Vit hava vunnið tveir teir sein- astu dystirnar og vilja meir enn gjarna vinna tað triðja eisini. Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna og vit hava góðar vónir til mikukvøldið, sigur Høgni Midjord. trondur@sosialurin.fo B71 klatrar víðari vodafonedeildin B71 vann ígjár ein týdningarmiklan 1-0 sigur á argjamonnum heima á Sandi. Hóast AB hevði bóltin meir, so var tað B71, ið skapti møguleikarnir. Var tað ikki fyri Heðin Stenberg í AB málinum, so kundi sigurin verið væl størri hjá heimaliðið. Heðin Stenberg: Vit skapa einki B71 1 AB 0 EB/Streymur 3 ÍF 0 Heðin Stenberg stóð ein góðan dyst í málinum hjá AB, tá teir í gjár taptu fyri B71. Tó so, so er Heðin ikki heilt samdur í, at B71 hevði uppiborið sigurin. – Teir skora uppá sínar møguleikar, meðan vit ikki megna at skapa nakað. Eg havi nógv meiri spæl enn teir og stýra dystinum, men tað eru málini, ið telja. Eg haldi vit spæla nógv betri, men vit koma ikki til nakrar møguleikar og teir koma til onkrar møguleikar og skora so eitt mál, sigur Heðin Stenberg. B71 legði seg á odda í yvirtíðin í fyrrahálvleiki við máli frá Ebba Kristin Thomsen, ið júst var innskiftur. – Tað var ringt at fara til hálvleik, tá teir skoraðu so sutt undan steðginum. Serliga tí vit føldu at vit stýrdu dystinum í fyrra hálvleiki, sigur Heðin Stenberg. AB fær mikukvøldið vitjan av HB, ið liggur fremst. – Vit hava góðar vónir til dystinum ímóti HB. Um eg minnist rætt, so hava vit ikki tapt ímóti HB á heimavølli í bestu deildini. Tað ætla vit heldur ikki hesu ferð, sigur Heðin Stenberg EB/Steymur rakti tónan í aðalroyndini vodafonedeildin Liðini sum skulu spæla steypafinalu á summarfestivalinum í Klaksvík dystaðust við Margáir leygarkvøldið. Tað gekk so syngjandi hjá EB/Streymi Kollektivur niðurtúrur Fritleif í Lambanum hjá ÍF heldur, at ÍF var væl við í fyrra hálvleiki, men at tað var heimaliðið, sum hevði teir flestu málmøguleikarnar. – Tað gekk galið beinavegin í seinna hálvleiki. Tað gingu bert nakrir fáir minuttir, so skora teir beint aftaná, at vit høvdu ein møguleika til at javna. Aftaná 2-0 málið hjá teimum høvdu vit einki at bjóða uppá, staðfestir Fritleif í Lambanum. – Tað plagar at ganga væl ímóti EB/Streymi, men vit mugu staðfesta, at vit høvdu ein kollektivan off-day. Men vit ætla at reisa okkum mikukvøldið ímóti B68, undirstrikar Fritleif í Lambanum. Hann harmaðist eisini um, at Alexander Jovovic fekk ein skaða, har økslin fór úr lið, men hann heldur, at hinir á liðnum áttu kortini at megnað at lagt eitt væl betri avrik fyri dagin ímóti EB/Streymi.