leygardagur 19. januar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 13 - 19. januar 2002
Vit kunnu vera meiri ella
minni opin yvir fyri um-
heiminum. Og blind yvir
fyri tí, ið hendir okkara
næsta. Liva vit bert av
vana, ella eitt lív, ið er fylt
við stríði og strevi, kunnu
vit gloyma at vera opin.
Somuleiðis tá vit eru mið-
søkin, og bert hava eitt
ávíst áhugamál ella egnan
tørv fyri eyga.
Vit kunnu eisini liva við
øllum sansum, har vit ikki
halda okkum aftur, ikki eru
líkasæl og uttan at vita tað,
beinleiðis opin fyri heimin-
um. Opna sansingin kann
vera merkt av sjálv-
gloymsku, ið er eitt ideal
innan lívsheimspekina.
Soleiðis at vera til staðar,
at vit uppliva og sansa uppá
ein upptiknan og sjálv-
gloymandi hátt. Í vananum
er tað mesta av handahógvi
merkt, og vit loka, við
lítlum áhuga, tað mesta
útum okkara sansir. Tá vit
eru mál- og miðsøkin eru
bert tey brøgd við umheim-
inum áhugaverd, ið bein-
leiðis tæna okkara enda-
málum, og vit gerast hálv-
hjartað og hugur okkara
syndraður. Hetta er ikki tað
sama, sum tá vit uppliva, at
okkurt tekur allan okkara
huga, fyllir hugaheimin, tí
her eru vit mangan ikki
beinleiðis harrar yvir
okkara áhugamálum. Vit
vera førd, togað við og
missa tamarhaldið á okkum
sjálvum. Gongur alt væl
‘hvørva’ vit fyri okkum
sjálvum, tí vit eru full-
komiliga upptikin av
onkrum øðrum enn okkum
sjálvum. Ofta møta vit hes-
um í skaldskapi, at per-
sónarnir eru kloyvdir ímill-
um sjálvgloymsku og
sjálvseygleiðan, sum t.d. í
“Gosta Berlings saga”eftir
Selmu Lagerlof, har vit
møta persóninum Mari-
anne, ið er tvíbýtt ímillum
sína trá og sjálvseygleiðan.
Seinni sigur frásøgufólkið í
skaldsøguni, at hesin døkki
máttur:”... situr inni í myrk-
astu krókunum í sálini og
pilkar sálina í slintrur”.
Soleiðis er tað eisini í
ævintýrinum: “Snedronn-
ingen” eftir H.C. Andersen,
har Kay fær trøllasplintur í
eygað, ið fær hann at síggja
heimin gjøgnumskoðandi
og við kulda, har:“..alt gott
og vakurt svinnur til
nærum einki”. Soleiðis er
ein ávís óneyðug skerjing
og minking í sjálvseygleið-
anini. Hesin máttur setur
okkum uttanfyri og festir
mangan líkasælu, háð, spott
og vanvirðing fyri øllum
góðum og óndum.
Eru vit opin uttan óneyð-
ugar sjálvsatfinningar,
kunnu vit uppliva rørslu og
umskapan, ið bara soleiðis
koma til okkum, kenslur
okkara, tankar og sansir.
Vit síggja okkurt nýtt í
lívinum, og tankar og hug-
flog menna aðrar tankar.
Soleiðis virkar hetta aftur á
ein sjálvan, og ein gerst
enn meiri opin. Soleiðis
kemur tað blívandi undan
kavi, ið er knýtt at dreym-
um og hugflogi okkara,
ikki ynski- ella dagdreym-
ar, men tað slag av hug-
flogi, ið danski heimspek-
ingurin Løgstrup kallar
virkin samanseting av
okkara dreymum. Meiri
tápuligir lívsfilosoffar sum
m.a. Schopenhauer meina,
at okkara trá og ynski bert
stava frá einum lágum
støði, meðan uppgávulyndi
er tað hægsta. Hetta fær
Nietzsche at halda, at
sjálvsveruleikagerð er einki
aftur ímóti tí at vinna á
sjálvum sær, ið víðari førdi
hann til at tankarnar um tað
appoloninska (varðveit-
andi) og tí dionysiska
(stremban, søkjandi og
skapandi). Hjá Nietzsche er
umráðandi at geva tí
dionysiska pláss. Franski
Bergson hevði eina umfat-
andi lívsáskoðan, har alt lív
hevur eina uppkomu í elan
vital, ið er ein ævig fram-
alandi trá, ið strembar
uppeftir, úteftir, víðari í
bardaga ímóti náttúruni og
tí striltni, ið er í lívinum.
Innan modernaða eksi-
stensheimspeki er aðal-
tankin, at menniskja sjálvt
skal standa fyri egnari til-
veru, tí lívið og tilveran
koma ikki bert til ein av
sjálvum sær, ei heldur sum
úrslit av innari ella uttari
ávirkan. Menniskja má
fyrihalda seg til egnar
møguleikar og ávirkan
uttanifrá. Eksistensheim-
spekin fastheldur menniskj-
ans frælsi, og at vit eru
fjarstødd frá heiminum.
Hjá Heidegger fær henda
hugsan fótafesti, at ting og
menniskja eru so ymisk, at
menniskja má fata ting sum
fremmand. Soleiðis er ein
erligur og veruligur, er
heimurin, um vit fyrihalda
okkum til hann, óheimligur
(unheimlich), ið aftur leiðir
okkum til óttan, ið er or-
søkin til tann dám, ið eyð-
kennir tað eginliga. Mo-
dernaða lívsheimspekin,
tað vil siga eksistensheim-
speki roynir at taka avleið-
ingarnar av modernitetin-
um, óttanum og guðloysi, í
einum heimi, ið er upp-
loystur og bert hevur tað
meining, ið vit sjálv áseta.
Danmark og Føroyar eru aftur
komin á bylgjulongd. Løg-
maður og danski forsætisráð-
harrin kunnu nú tosa saman í
allari fordragiligheit, og sjálvt
landsstýrismaðurin í sjálv-
stýrismálum og danski for-
sætisráðharrin ganga hond í
hond og klappa hvørjum
øðrum á ryggin. Soleiðis sá tað
út, tá Anders Fogh Rasmussen
støkk inn á gólvið í Føroyum í
vikuni, og soleiðis umtalaðu
bæði Rasmussen og Kallsberg
støðuna í donskum miðlunum.
Her er vend opinbart komin
í, og tað kann man sum
føroyingur bara frøast um. Tí
hvat kann man annað ynskja
enn góð og virðilig viðurskifti
millum fólk og lond í hesum
heiminum. Men tað sum skjótt
kann leggja ein dempara á
frøina er spurningurin um, hvat
í veruleikanum hevur ført til
tær hørðu konfrontatiónirnar,
sum verið hava millum londini
bæði seinastu try árini.
Eitt stutt afturlit gevur onga
ábending um, hvat hevur leitt
til knappligu broytingina í
viðurskiftunum millum Før-
oyar og Danmark.
Politiska støðan hjá breiða
meirilutanum á Fólkatingi
mótvegis Føroyum er ikki
broytt ein tumma, og nýggi
danski forsætisráðharrin hevur
lagt seg eftir at føra Føroya-
politikkin hjá undanfarnu
stjórn víðari.
Støðan hjá meirilutanum á
Løgtingi hevur kanska broytt
sjónarhátt frá stuttskygdum til
langskygt, men politiska støð-
an er óbroytt.
Men fyri hálvum ári síðan
bar einki til. Nú ber alt til.
Hvussu ber tað til?
Eftir øllum at døma er virð-
ingin millum partarnar tað
einasta, sum er broytt.
Sum føroyingur búsitandi í
Danmark havi eg ofta kent
eina trongd til at umbera, Før-
oya fólks vegna, ta vantandi
virðing fyri donsku starvs-
feløgunum, sum føroyska
landsstýrið møtti upp við til
samráðingarnar herniðri.
Og í sama viðfangi havi eg
sum føroyingur í Danmark ofta
kent meg traðkaðan á av tí
respektleysa tóna, sum danskir
politikarar og fjølmiðlar hava
brúkt í umtaluni av føroysku
ynskjunum um sjálvstýri. Hetta
sleppa eg og allir hinir lands-
menninir her í Danmark
vónandi undan í framtíðini.
Tað, ið Anders Fogh Ras-
mussen sum nýtt blóð í sam-
bandinum millum Føroyar og
Danmark hevur ført við sær, er
ein vilji til at gloyma fortíðar
samanbrestir og aftur virða
føroyingar.
Við at vísa føroyskum
politikarum virðing og ásanna,
at danska virðingin fyri føroy-
ingum í seinastuni hevur verið
lítil, hevur danski forsætisráð-
harrin rætt eina vinarhond.
Hann fekk skjótt eina aftur-
ímóti.
Tað, sum føroysku politik-
ararnir tó ikki síggja út til at
hava fatað, var, at Anders Fogh
við hesum eisini valdi at
gloyma ta vánaligu virðing,
sum føroyingar hava víst
dønum hesi seinastu árini. Og
tá Anders Fogh segði “Nu skal
vi have en ordentlig og
respektfuld dialog mellem
Færøerne og Danmark” fataðu
føroyskir politikarar tað sum
eina staðfesting av, at nú
broytti danski forsætisráð-
harrin kós og gekk føroyskum
ynskjum á møti.
Tað sum Anders Fogh tó
allarhelst meinti var, at nú er
tíðin komin til at føroyingar
eisini fara at sýna dønum størri
virðing.
Vónandi fer hesin boðskap-
urin í framtíðini at verða tulk-
aður sum ein áheitan heldur
enn sum ein eftirgeving frá
danskari síðu, tí annars kann
nýggja støðan skjótt fara at
líkjast teirri gomlu aftur.
Og tað er nú einaferð lættari
at banka uppá og lata hurðina
upp enn at blása hana inn. Tað
mugu føroyingar hava ásannað
eftir blásiroyndirnar her niðri
seinastu fýra árini.
Rættið eina vinarhond
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Rúnar Reistrup, Aarhus, runar@reistrup.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Sjálvgloymska
Málbitin
Háfloygt
"Skagens Avis" rósar Anniku Hoydal upp um
skýggja, visti eitt blað at siga frá. Her eru tvey
blandað saman: "upp til skýggja" og "upp um
skýggini". Um kann aldri stýra hvørsfalli!
Kjak - ikki "tjak"
Fleiri bløð stava hetta orð skeivt, skriva "tjak", sum
onga grund hevur undir sær, tí ongastaðni verður
hetta orð sagt við [tj], sum t.d. tjógv og tjaldur. Rætta
stavingin er kjak.
Dagrøkt - dagstovnar, avreiða o.tíl.
Sigið [dag-] og ikki [dea-] í hesum orðum og øðrum
við sama fyrra liði.
Sigið eisini avreiða [au-] og ikki [eav-] og kavbátur
[kau-], ikki [keav-].
Tjald og hjól
Tey, ið bera tíðindi, annaðhvørt tað er í loftmiðlum
ella bløðum, ráða fyri, hvønn veg málið hjá almenn-
ingi fer. Siga og skriva tey t.d. "telt" og "hjul", ja, so
verður tað so hjá fólki flestum. Siga og skriva tey
harafturímóti tjald og hjól, munnu hesi orð hava betri
møguleika at koma fyri seg, sum frá líður, eisini í
talaðum máli.
Byggjarí (da. byggeri)
er mishátt orð og skuldi verið óneyðugt í føroyskum.
Vit hava t.d. orðið bygging, ella eisini húsabygging.
Úr Orðafari nr. 3, 1987
Kim Simonsen skrivar
Seinastu dystirnar
hevur ikki gingið
nakað serligt, og nú
kenna vit trýst á
okkum, heldur Julian
Johnsson um støðuna
hjá Hull City, har
leiðslan millum
annað hevur gjørt av
at seta vaktarmenn
við bilarnar hjá
leikarunum
ONGLAND
Jákup Mørk
Boðini úr havnarbýnum,
Hull, í Onglandi vóru
greið, tá fótbóltsliðið í bý-
num fyrireikaði seg til
inniverandi kappingarár.
Við keypi av millum
øðrum Julian Johnsson og
setanini av Brian Little sum
venjara, setti nýggi stjórin,
Adam Pearson, kós móti
hægri tindum. Liðið, sum í
løtuni er í fjórð bestu ensku
deildini skuldi snøgt sagt
finna sítt pláss longur uppi,
og uppflytan í aðru deild
var fremsta málið.
Skulu vinna
At byrja við tóktist eisini at
ganga sum eftir ánni, og tó
at kappingin í oddinum var
hørð, so helt Hull seg alla
tíðina framat, og lógu teir
millum annað eitt langt
skifti á øðrum plássi í
deildini.
Seinasti mánaðin hevur
kósin tó verið ein heilt
onnur. Í løtuni siga hag-
tølini, at Hull ikki hevur
vunnið í sjey dystum á rað,
og fýra teir seinastu eru
taptir, og nú er av álvara
farið at sansa at.
- Tað eru framvegis 60
stig eftir at spæla um, so
har er einki sum helst
avgjørt, men tað er klárt, at
vit skjótt skulu i gongd við
at vinna nakrar dystir.
Leygardagin
skulu
vit
spæla á heimavølli móti
Exeter, sum er miðskeiðis á
stigatalvuni, og tann dystin
skulu vit altso vinna, um vit
framhaldandi skulu halda
stutt tjóður í triðja pláss-
inum, sum eisin ber bein-
leiðis uppflytan við sær.
Luton og Plymouth, sum
eru í oddinum, verða í
øllum førum sera tung at
basa.
Leiðslan sett
vaktarfólk
Spurdur, um leikararnir
annars hava kent nakað
trýst á sær, nú gongdin ikki
hevur verið so hugalig,
sigur Julian, at tað hevur
ikki verið heilt sørt.
- Seinasta dystin, sum vit
spældu, var tað í øllum
førum ikki serliga stuttligt.
Longu í hálvleikinum byrj-
aðu áskoðararnir at rópa
eftir okkum, og av trygd-
arávum hevði leiðslan í
felagnum eisini sett vakt-
armenn, har bilarnir hjá
leikarunum standa parker-
aðir, men eg vil tó ikki siga,
at vit kenna okkum hóttar
kortini.
- Talan er eisini um
nógvar rættiliga ungar og
óroyndar leikarar, og hesir
kenna kanska meira trýst á
sær, enn um talan var um
leikarar við nógvum yrkis-
royndum, heldur Julian,
sum við sínum 26 árum
telist millum teir meira
royndu á liðnum.
Ein av persónunum, sum
sjálvandi fær sín part av
skuldini, er venjarin hjá
Hull, Brian Little. Hann
hevur annars roynt eitt
sindur av hvørjum, og
hevur millum annað vant
stórfelagið, Aston Villa,
men hóast hesar royndir, so
tykist Julian eisini hava
varhugan av, at venjarin
kennir trýst á sær.
- Eg haldi í øllum førum,
at hann hevur framt onkur
mistøk. Ikki minst tað, at
hann í seinastuni hevur
skifti so nógv út í hópinum.
Til hvønn dyst eru einir
fýra til fimm leikarar
skiftir, og so er tað sjálv-
sagt, at tað er ringt at finna
nakra rútmu í liðnum.
- Eisini haldi eg, at leik-
arakeypini eru dekan ov
nógv í tali. Hetta órógvar
eisini rútmuna, og nú
hópurin er komin upp á
einar 30 mans, so kunnu
allir ikki vera eins væl
nøgdir. Sjálvandi skal hóp-
urin vera breiður, men eg
kann ikki fyristilla mær, at
tørvur skal vera á 30 leik-
arum, og hjá teimum, sum
standa aftarliga í røðini, er
tað tí lítið eggjandi bara at
koma til venjingar og spæla
við eykaliðnum.
Gingið væl
Hóast tað soleiðis ikki er
nakar dansur á rósum í
løtuni hjá Julian, so tykist
miðvallarstríðsmaðurin at
trívast væl við yrkistilver-
uni í Onglandi.
- Eg kann ikki siga annað
enn, at hetta fyrsta árið
hevur gingið nógv betri enn
væntað.
- Tá eg kom higar, rokn-
aði eg ikki við, at eg alt fyri
eitt skuldi fáa ein týðandi
leiklut á liðnum. Ikki minst
varð roknað við, at eg
skuldi stríðast við Theo
Whitmore um eitt pláss á
miðvøllinum, men ístaðin
eru tað fyri tað mesta vit
báðir, sum hava mannað
miðvøllin, og tað hevur
riggað fínt okkara millum.
Hann er kanska ikki leik-
arin, sum vinnur teir flestu
bóltarnar, men hann er sera
góður tekniskt, og so kann
eg liggja aftan fyri og rudda
upp, soleiðis sum eg eri
vanur við, heldur Julian.
- Verður sæð burtur frá
teirri vikuni, tá eg lá sjúkur,
so eri eg byrjaður inni í
øllum dystunum, og bert
skiftur út nakrar heilt fáar
ferðir, so eg kann ikki siga
annað enn, at eg persónliga
eri væl nøgdur. Eg havi tó
alla tíðina vita, at ein niður-
túrur fór at koma, og so má
eg bara stríðast enn meira.
Tað eru hvørja ferð fimtan
mans,
sum
sita
heilt
uttanfyri, klári eg at vera í
hópinum, so er tað eisini
gott.
Spurdur, um hesin niður-
túrurin nú er um gera um
seg, er Julian eitt sindur
ivandi.
- Í løtuni kenni eg meg
kanska eitt sindur trýstan.
Felagið hevur júst keypt
Richard
Sneekes.
Ein
hollending, sum áður hevur
leikt við Bolton og West
Bromwich Albion. Hóast
hann ikki er heilt ungur
longur, so er hetta tó ein
leikari, sum felagið hevur
ætlanir við, og tí kann
hugsast, at hetta fer at raka
meg, men tað fáa vit so at
síggja, sigur Julian, áðrenn
vit at enda ynskja honum
góða eydnu við komandi
dystunum.
Nr. 13 • leygardagur • 19. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Heimasíðan hjá OB,
ww.ob.dk, skrivaði hós-
dagin, at OB og Frede-
ricia eru komin ásamt
um, at føroyski lands-
liðsleikarin,
Johan
Byrial Hansen, komandi
hálva árið skal spæla við
Fredericia.
Síðani
Johan
fyri
hálvum øðrum ári síðani
kom til OB, hevur talan
bert verið um átta dystir
á besta liðnum, og í
longdini er hetta sjálv-
sagt ikki ein nøktandi
støða.
Enn er sáttmálin ikki
skrivaður undir, men í
OB verður sagt, at hetta
verður gjørt ein av kom-
andi døgunum.
Fredericia er í løtuni á
13. plássi í næst bestu
donsku deildini.
-jm
Byrial útlæntur
Hull er undir trýsti
- Seinasta dystin, sum vit spældu, var tað í øllum førum ikki serliga stuttligt. Longu í
hálvleikinum byrjaðu áskoðararnir at rópa eftir okkum, og av trygdarávum hevði leiðslan í
felagnum eisini sett vaktarmenn, har bilarnir hjá leikarunum standa parkeraðir, sigur Julian
millum annað um trongstøðuna, sum Hull í løtuni er í
C
M
Y
K
27
26