Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 19. januar 2002 29 Leygardagin skal VB royna at vinna inn aftur tey fýra málini, sum Stjørnan vann fyrru hálvfinaluna við COCA-COLA KAPPINGIN – KVINNUR Jákup Mørk Tað var ikki sørt, at kvinnurnar hjá VB iðraðu seg, tá tær fyri viku síðani vóru í Klaksvík, har fyrra hálvfinalan móti Stjørnuni var á skránni. Bert fimm minuttir fyri leiklok stóð tá á jøvnum millum liðini, men seinastu minuttirnar skeyt heima- liðið fimm mál fleiri enn VB, og vunnu tær sær tí ein kanska avgerandi fyrimun í finalustríðnum. Tað eru hesi fýra málini, sum VB nú skal royna at vinna innaftur, og hóast møtumikið, so er tó einki at ivast í, at hetta er gjørligt hjá VB. Tvey tey seinastu kappingarárini hava tær úr Vági verið í partur av steypafinaluni, og báðu ferðirnar eydnaðist teimum í hálvfinaluni at basa liðu- m, sum í landskappingini vóru stødd ovarligari á stigatalvuni. Hinvegin hevur Stjørnan tey bæði seinastu árini tapt hálvfinalur sínar móti lið- um, sum á pappírinum hava verið veikari. Í fjør fyri júst VB, og árið fyri vóru tað tá komandi steypavinnararnir úr Kyndli, sum bremsaðu annars einaráðandi klaks- víkingunum. Hagtølini tala soleiðis fyri VB, men tað er fyrst og fremst á vøllinum, at dyst- urin skal avgerast, og hóast tað sálarliga er ein góð barlast við hagtølunum, so vinna hesi í sjálvum sær ongan dyst. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 1 1 - 0 - 0 381 232 149 14 2 Stjørnan 2 2 - 0 - 0 380 293 87 13 3 Neistin 2 1 - 1 - 0 305 261 44 11 4 VB 2 1 - 1 - 0 323 335 -12 9 5 Kyndil 2 0 - 0 - 2 311 365 -54 3 6 Sóljan 2 0 - 0 - 2 250 385 -135 2 7 StÍF 1 0 - 0 - 1 223 302 -79 1 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 - 0 408 339 69 15 2 Neistin 2 2 - 0 - 0 442 363 79 14 3 StÍF 1 1 - 0 - 0 363 346 17 8 4 H71 2 0 - 0 - 2 384 409 -25 6 5 Tjaldur 2 1 - 0 - 1 342 384 -42 6 6 KÍF 3 0 - 0 - 3 393 438 -45 4 7 Kyndil 2 1 - 0 - 1 320 373 -53 4 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 9 8 - 1 25 7 18 9 2 Mjølnir 10 7 - 3 24 15 9 9 3 Dráttur 11 5 - 6 21 22 -1 6 4 ÍF 10 3 - 7 17 24 -7 3 5 Fleyr 10 2 - 8 8 27 -19 3 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 11 8 - 3 28 14 14 10 2 Fleyr 10 6 - 4 23 20 3 7 3 Fram 9 6 - 3 22 16 6 6 4 ÍF 10 2 - 8 12 27 -15 4 5 Mjølnir 10 3 - 7 16 24 -8 3 Fyrsti finalisturin skal finnast Dystir hetta vikuskiftið 1. deild kvinnur 20.01 14.30 Neistin - VÍF 20.01 14.30 StÍF - Sóljan 20.01 13.30 VB - Kyndil 1. deild menn 19.01 16.00 H 71 - Kyndil 20.01 16.00 Neistin - VÍF 20.01 16.00 StÍF - Tjaldur Coca-Cola kappingin kvinnur 19.01 17.00 VB - Stjørnan Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 19.01 13.00 ÍF - TB 20.01 13.00 Mjølnir - Fleyr Meistaradeild menn 20.01 15.00 ÍF - Fram 20.01 15.00 Mjølnir - Fleyr Flogbóltur: So hevur Fleyr aftur fingið vind í seglini. Hós- kvøldið gekk tað út yvir Fram, sum tapti fyri triðju ferð á rað Emil Lisberg Jacobsen Yvirskriftin skal ikki takast heilt bókstaviligt, tí enn hava teir í Fram tíð og kunnu avgera tað sjálvir, men fyribils eru teir settir til viks í oddastríðnum, eftir at Fleyr hóskvøldið sigraði 3-1 í Eysturskúl- anum. Og í øllum førum má sigast, at dysturin móti ÍF á Kambsdali í morgin fær ómetaliga stóran týdn- ing fyri víðari gongdina hjá Fram í kappingini. Fyri Fleyr kom úrslitið sera væl við, tí við uppi- borna sigrinum er munurin millum teir og SÍ er so at siga eingin. Sjálvur dysturin var ikki so øgiliga nógv at rópa hurrá fyri. Fyri Fleyr stóð hann ikki mát við dra- matiska sigurin móti SÍ fyri eini viku síðani - sjálvt um úrslitið var eins gott - og teir í Fram høvdu heldur ikki so nógv at fegnast um, og bara í løtum var spælið gott hampuliga leingi ísenn. Hartil er at siga, at høllin í Eysturskúlanum sum heild ikki leggur upp til alt ov gott spæl, tí har er trong- ligt. Trý sett sama úrslit Tvey tey fyrstu settini endaðu 25-21, men til hvør sítt lið. Fleyr vann tað fyrsta, har bæði liðini høvdu sínar løtur og vóru frammanfyri. Tað næsta settið vann so Fram, og tað gjørdu teir tryggari enn tølini vísa. Í triðja setti var tað so aftur Fleyr, sum hevði yvir- vág, og teir førdu so at siga allan vegin. At tað endaði 26-24 vísir, at endin bleiv eitt sindur spennandi, men tað var ikki fyrr enn móti endanum av settinum, at tað bleiv veruliga javnt millum liðini. Fjórða sett bleiv tað síðsta í dystinum. Fleyr hevði enn einaferð Jan Hentze millum teir bestu bæði í álopi og í verju, og teir vunnu settið við somu tølum sum tað fyrsta - 25- 21. Við sigrinum kom Fleyr upp á níggju stig fyri 11 dystir, og tað er bert eitt færri enn SÍ. Fram verður standandi á seks stigum, men teir hava leikt ein dyst færri enn bæði SÍ og Fleyr. Fram-Fleyr 1-3 (21-25, 25-21, 24-26, 21-25) Fleyr setti Fram til viks Flogbóltur: Báðir kvinnudystirnir hetta vikuskiftið hava greiðar favorittar, meðan tað er eitt sindur meira ivasamt hjá monnunum. Báð- ar deildirnar kunnu hava eitt nýtt oddalið, tá dystirnir í dag og í morgin eru leiktir Emil Lisberg Jacobsen Tveir kvinnudystir og tveir mansdystir verða leiktir í meistaradeildunum hetta vikuskiftið, og bæði hjá kvinnum og monnum kann oddasessurin skifta eigara. Fyri at taka kvinnudystir- nar fyrst, so er tað kortini ikki so øgiliga sannlíkt, at TB missir fremsta plássið, sum tær hava átt alla kappingina. TB skal møta ÍF á Kambsdali, og verður hetta fyrsti landskappingar- dystur hjá TB-kvinnunum í 2002. Í Mjølnir-kappingini var avrikið ikki meir enn næstbest, men tað verður óvæntað, um ÍF megnar at koppa teimum í dag. Tað hevur snøgt sagt gingið av skriðuni hjá ÍF í seinastuni, og sjálvt um tær vunnu móti Fleyr síðsta sunnudag, var tað fyrsti sigurin í langa tíð. TB verður ein heilt øðrvísi mótstøða. Er TB favorittur á Kambsdali í dag, so er Mjølnir enn størri favoritt- ur í morgin, tá tær fáa Fleyr á vitjan. Mjølnirkvinnurnar hava nú aftur fingið gullið í eygsjón, og nógv halda, at nú steðga tær ikki aftur. Hvussu er og ikki, so er lítið sum bendir á, at tað verður Fleyr, sum leggur fót fyri klaksvíkskvinn- urnar. Tað líkist framvegis eini innanhýsis avgerð millum Mjølnir og TB, og bæði liðini vita, at stig mist móti nøkrum av hinum liðunum kunnu gerast sera kostnaðarmikil. Trýstið liggur á Fram Hjá monnunum kann odda- sessurin eisini skifta hend- ur. Tað ger hann, um Fleyr vinnur í Klaksvík í morgin. Eftir tveir ósigrar móti ÍF fekk Fleyr tveir sigrar innan fimm dagar móti hinum báðum oddaliðunum SÍ og Fram, og við einum sigri móti Mjølni fara teir uppum SÍ - sum ikki spælir hetta vikuskiftið - á stiga- talvuni. Hjá Mjølni hevur tað ikki gingist nakað ser- ligt, og nú ÍF hevur fingið fótin fyri seg aftur, er klaksvíksliðið niðast í deildini. Av tí sama er Fleyr sjálvsagdur favorittur í morgin, men sum úrslitini í bestu mansdeildini higar- til hava lagað seg, veitst tú aldrin... Tað sama kann sigast um hin mansdystin, sum er á Kambsdali millum ÍF og Fram. Fyri Fram er tað altavgerandi at vinna og minka gloppið upp til oddasessin. Støðan hjá Fram eftir tapið móti Fleyr hóskvøldið versnaði mun- andi, og teir hava illa ráð til at missa fleiri stig, serliga ikki móti liðum, sum eru niðanfyri teir á stigatalvuni. Fuglfirðingar kunnu hinvegin fara á vøllin við góðari samvitsku, tí hjá teimum hevur tað gingið væl í seinastuni. Og teir vita eisini, at trýstið í morgin ikki liggur á teimum, men á Fram. Tað er eingin sum roknar við ÍF sum føroyameistara, og tí kunnu teir bara taka tað sum tað kemur. Oddasessirnir kunnu skifta hendur KVINNUR 19.01. ÍF-TB 20.01. Mjølnir-Fleyr TB 9 8-1 25-7 9 Mjølnir 10 7-3 24-15 9 Dráttur 11 5-6 21-22 6 ÍF 10 3-7 17-25 3 Fleyr 10 2-8 9-27 3 MENN 20.01. ÍF-Fram 20.01. Mjølnir-Fleyr SÍ 11 8-3 28-14 10 Fleyr 11 7-4 26-21 9 Fram 10 6-4 23-19 6 ÍF 10 2-8 12-27 4 Mjølnir 10 3-7 16-24 3 29 28 Nr. 13 - 19. januar 2002 Ein av avgerandi dystunum í botn- stríðnum í bestu kvinnudeildini verður leiktur sunnudagin, tá Sóljan vitjar á Skála HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Hóast nógv hóvasták er gjørt burtur úr, at dysturin millum Sóljuna og StÍF frá grundspælinum enn ikki er spældur, so merkir hetta tó ikki, at liðini ikki vilja spæla móti hvørjum øðrum. Sunnudagin vitjar Sóljan á Skála, og nógv bendir á, at hetta kann gerast ein av avgerandi dystunum í stríð- num um at sleppa undan niðurflytingini. Undan dystinum er støð- an tann, at Sóljan hevur eitt stig meira enn StÍF, men hetta er sjálvandi ikki nøkur vissa fyri, at støðan fer at verða hin sama, tá kappingarárið er runnið. Verður hugt at dystunum, sum liðini bæði hava leikt í seinastuni, so er skjótt at staðfesta, at úrslitini hjá StÍF hava verið eina tonn betri enn tey hjá Sóljuni. Tepur tap hava verið fyri bæði Stjørnuni og VB, og havandi hetta í huga, so áttu strandakvinnurnar at verið betri fyri í løtuni. Hinvegin prógvaði Sóljan fleiri ferðir í fjør, at meðan tær ikki standa seg so væl móti sterkaru liðunum í deildini, so eru tær væl førar fyri at finna rætta spælið fram til røttu tíðina, og so er spurn- ingurin, hvørt hetta eisini fer at vera galdandi sunnu- dagin. Greiðir favorittar Tveir aðrir dystir verða í kvinnudeildini um viku- skiftið, og í báðum er talan um greiðar favorittar á pappírinum. VÍF vann mikukvøldið fyrru hálvfinaluna móti Neistanum, og tað er illa hugsandi, at tær ikki eisini vinna dystin sunnudagin. Ikki minst tá VÍF miku- kvøldið framhaldandi tókt- ist hava dystirnar ímóti hollendska Hellas malandi í heysinum. Nú eru aftur fýra dagar farnir aftur um bak, og megnar VÍF at savna tankarnar um upp- gávurnar í heimligu kapp- ingini, so er einki at ivast í, at tvey stig afturat koma inn á stigakontina. Í Vági verður dystur mill- um VB og Kyndil, og her líkist VB einum greiðum favoritti. Eisini hóast Kyndil ímóti júst VB fekk nakað, sum líktist einum veruligum upptúri stutt undan jólum. Upptúrurin var tó lítil, og síðani tykjast kyndilskvinnurnar at vera falnar í nær sagt vanligu grøvini, har liðið sýnir nógv minni enn tað, sum tær eru førar fyri. VB hevur tó heldur ikki havt so gott glið á í sein- astuni, men á heimavølli eru tær altíð drúgvar, og enn hava tær møguleikan fyri bronsuni at stríðast fyri. Grundað á seinastu dystirnar, er lítið at ivast í, at Neistin er favorittur ímóti VÍF sunnudagin, men vestmenningar hava áður prógvað, at teir kunnu reisa seg, tá mest stendur á HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Absolutti toppdysturin hetta vikuskiftið er uttan iva tann í Havn millum Neistan og VÍF. Ein dystur, sum lættliga kann gerast avgerandi fyri, hvønn veg meistaraheitið fer, og sum í øllum førum fer at geva eina ábending um, hvussu liðini eru fyri, nú vit so spakuliga nærkast enda- spurtinum í hondbóltskapp- ingini. Mugu standa saman VÍF tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið, tá teir mikukvøldið vitjaðu á Skála, men hóast hetta var fyrstu ferð, so kann neyvan sigast, at tapið kom sum nakað sjokk fyri vestmenn- ingar. Verður sæð burtur frá dystinum móti Neistanum fyri hálvari aðru viku síð- ani, so er langt síðani, at VÍF hevur sýnt eitt sann- førandi avrik. Móti koll- firðingum prísaðu teir sær lukkuliga fyri, at tað eydn- aðist at toga sigurin í land, og beint fyri jól fingu teir bert eitt stig úr dystinum móti H71. Hetta kundi bent á, at liðið hevur stórar trupul- leikar at dragast við, og hesir gerast neyvan minni av, at hvørki Sámal Joensen ella Eli Müller, tykjast vera tøkir í løtuni. Ein lítil møguleiki er tó fyri, at Sámal kann vera við sunnu- dagin, men spurningurin er, um vestmenningar vilja vága eyma ryggin í einum dysti, soleiðis at skaða- steðgurin gerst longri enn neyðugt. Sigurin móti Neistanum prógvaði tó sum sagt, at liðið kann reisa seg, og kanska verður sálarliga ávirkanin av hesum dyst- inum júst tað, sum kann bjarga VÍF. Teir vita við sær sjálvum, at teir eru førir fyri at standa saman, tá nógv stendur á, og neyvan hevur hetta verið so neyðugt hjá teimum í langa tíð, sum tað verður sunnu- dagin. Verjan er lykilin Neistin líkist hinvegin einari væl smurdari ma- skinu í løtuni. Á álopssíðuni er liðið mest sum flúgvandi í hvørj- um dysti, og eru teir ikki tað, so hevur liðið kortini somikið sterkar einstak- lingar, at hesir mest sum einsamallir kunnu avgera ein dyst. John Petersen, Hans Áki Dal-Christiansen, Jacob Jónsson og Heini Joensen, eru allir leikarar, sum á einum góðum degi fara upp um tey 10 málini, og so kann gerast meira enn tungt hjá mótstøðuliðunum. Móti VÍF í Vestmanna var trupulleikin tó, at ringu dagarnir vóru ov nógvir í tali, og hetta kundi bent á, at liðið er eins væl fyri sálarliga, sum vestmenn- ingar eru tað. Hinvegin kann hetta eisini viðføra, at viljin til at vinna verður enn sterkari hesaferð, og hendir tað, er lítið at ivast í, at Neistin er greiður favoritt- ur. Størsti trupulleikin hjá liðnum hevur leingi verið verjuparturin, men spurn- ingurin er, hvørt hesin kortini er um at verða loystur. Fleiri av seinastu dystunum hevur liðið roynt seg við 3-2-1 verju, og møguliga er hendan nú somikið væl innspæld, at hon verður avgerandi lutur- in. Undir øllum umstøðum, so hevur Neistin valla ráð at tapa dystin sunnudagin. Gera teir tað, so er VÍF trý stig á odda, og so kann Neistin bara vóna, at vest- menningar annars halda á fram við tungu gongdini, soleiðis at stig verða mist á vegnum, meðan havnar- liðið samstundis skal vinna alt sítt, og tað kann gerast ein tung og drúgv bíðitíð. Tvær lokaluppgerðir Annars verða dystir afturat leiktir um vikuskiftið, og er í báðum førum talan um lokaluppgerðir. Í Havn hittast H71 og Kyndil leygardagin, og hóast hoyvíkingar á pappír- inum eru sterkari, so er spenningurin um dystin stórur. Júst móti H71 vann Kyndil ein hampuliga ó- væntaðan sigur í grund- spælinum, og tað er so avgjørt einki, sum bendir á, at liðið er vorðið veikari, nú farið verður undir grund- spælið. Tvørtur ímóti hevur spælið verið heilt gott til tíðir, men spurningurin tyk- ist vera, um teir raka rætta dagin móti hovvíkingum, sum við Bjarna, Halgir og Finni hava einstaklingarnir, sum lættliga kunnu søkka alla vón hjá Kyndli um stig leygardagin. Seinsti dysturin verður á Skála, har StÍF tekur ímóti Tjaldri, og eins og við hinari lokaluppgerðini, so tykist hesin dysturin at vera víðopin. StÍF hevur annars við sigrinum á VÍF alla grund til at bera høvdið høgt, eins og sjálvsálitið skuldi verið í topp. Tískil kunnu teir lættliga fatast sum sjálv- sagdir favorittar. Við StÍF tykist tó einki at vera sjálvsagt. Avrikini hava svingað millum tað eminenta og tað heilt vána- liga, og so er spurningurin, hvussu lagið verður hesa- ferð. Heldur ikki hjá Tjaldrin- um hevur stórvegis skil verið á, hvussu avrikini hava verið. Til tíðir hevur mest sum alt borið til, meðan støðan aðrar tíðir er júst hin øvugta, so alt í alt tykist dysturin á Skála vera púrasta opin. Avgerandi í botninum Brakið verður á Hálsi Hóast tær ikki hava vunnið, síðani tær vitjaðu Kyndil í grundspælinum, so hevur fleiri ferðir verið sera nær við hjá StÍF. Sunnudagin fáa tær vitjan av Sóljuni, og hetta er ein dystur, sum hvørgin parturin hevur ráð at tapa Neistin hevur valla ráð at tapa dystin sunnudagin. Gera teir tað, eru vestmenningar trý stig á odda, og tá kunnu teir bláu ikki avgera nakað sum helst sjálvir C M Y K 28