Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. juni · Nr. 94 28 Sosialurin Kjak Dimmu reinføri »Eitt endamál hjá flestu lond­ um í framkomna heiminum er at hava moralskt rein­ føri.« Soleiðis byrjaði oddagrein við heitinum »Reinføri« í Dimmu seinasta hósdag. Oddagreinaskrivarin heldur síðani fram við at greiða frá, hvussu Dimma heldur seg moralskt reina við millum annað ikki at lata onnur gjalda ferðaseðlar fyri starvsfólk á Dimmu. Hetta er tó ikki galdandi, um allir miðlar verða bodnir við – hvør skal siga, um onkur er førur fyri at keypa alla føroysku pressuna í senn, so eru vit til sølu, annars ikki. Oddagreinin er partur av drúgvari neiligari viðgerð hjá Dimmu av ferðini hjá uttan­ ríkis ráðnum og Gransk­ ing arráðnum til Brússel. Tað, sum Dimma áhaldandi hevur funnist at, er, at uttan­ ríkisráðið einans hevur boðið Kringvarpinum við, og at Kringvarpið hevur tikið av. Møguliga er oddagreinin í Dimmu eisini eitt aftursvar til miðlateig hjá undirritaðu í Sosialinum dagin fyri, har eg seti spurnartekin við øsingina hjá Dimmu og undrist yvir, at journalistiski integriteturin skal verða hóttur av einum ferðaseðli. Allir miðlar fáa ókeypis atgongdir av ymisk­ um slag, men fyri tað eiga redaktiónirnar at vera so mikið sterkar, at tær halda fast í sakligan og kritiskt eygleiðandi journalistikk. Dimmu dummleiki Hósdagin helt eg odda grein­ ina vera eitt sindur stuttliga, men fríggjadagin fekk eg spýggjandi vaml. Tí sama blað, sum reypar um, hvussu moralskt og reinført tað er, hongur minni enn eitt døgn seinni ein ikki­almennan, ikki­dømdan føroying út á forsíðu og grein við fullum navni og stórari mynd. Í oddagreinini hósdagin skrivar Dimma, at »vit eru eitt lítið samfelag, har tey flestu kenna hvønn annan so ella so. Ein slík samanseting av borgarunum krevur, at vit hava uppaftur strangari eftirlit við, at alt fer rætt fram.« Hvussu í allari víðu verð kann ein redaktión skriva hetta, og so nakrar tímar seinni senda seinasta vikuskiftisblað á gøtuna? Tað mugu mangla onkrar skrúvur ella heilasambond onkrastaðni at hava eitt so ræðandi kikarasýn. Tað er ikki nøkur um­ ber ing fyri Dimmu, at Vága­ portalurin kvøldið fyri hevði havt eina beinleiðis leinkju til kanadiskan miðil, sum vísti navn og mynd. Vágaportalurin strikaði skjótt leinkjuna, og tað kann ikki passað, at seriøsa Dimma hevur slaturjournalistikk úr Vágunum sum fyrimynd. Um hatta er moralska reinføri hjá Dimmu, vil eg fegin verða løgd undir at eggja til skitnan rotinskap. Dimmu ráð Tað er gott, at miðlar eru á varðhaldi, eisini mótvegis hvørjum øðrum. Men tað er troyttandi, at øll mál skulu drukna í innanhýsis smáligheit og øvundsjúku. Um Dimma hevði farið til Brússel, um allir miðlar vórðu bodnir við, so latið Kringvarpið eiga handan vinkulin í frið og skrivið um tað, sum málið veruliga snýr seg um: nýggjar spennandi møguleikar hjá føroyskari gransking og manglandi føroyskan Evropapolitikk. Dimma hevur eisini leingi prikað Miðlahúsið við, at Dimma eigur einasta óhefta blað í Føroyum. Tað er sunt, at spurningur verður settur við, um Miðlahúsið er nóg atfinningarsamt, serliga mót vegis fíggjarligum stuðl­ um, men Dimma er neyv­ an so rein, sum hon letst. Viðgerðin av t.d. Eik og Posta ber mangan brá av at vera meir enn bara sakligur journalistikkur. Men vónandi dugir Dimma at taka góðu ráðini í oddagreinini til sín: »Tí eiga vit at ansa eftir og minna hvønn annan á, at korruptión og vina­ og kenningapolitikkur er ein farin tíð.« Men kanska eisini hava í huga, at korruptíon er bara ein av rótunum til alt tað ónda. Manglandi menniskjalig virðing er ein onnur. Dorit Hansen dorithansen4@gmail.com Dimm, Dimmari, Dummast Fyri hálvum øðrum ári síðani gav Dimma sær sjálvari ársins neyðrakett fyri fíggjarligt óskil. Í ár burdi Dimma kanska fingið rakettina aftur, hesuferð fyri redaktionelt óskil. Bill Justinussen førdi í síðstu viku fram, at tað er ógjørligt fyri ein kristnan at vera fyri, at samkynd kunnu skráseta seg í parlag. Tí skulu kristnir politikar arbeiða fyri at seta mørk, so samkynd t.d. ikki sleppa at skráseta seg í parlag. Eri ósamd við Bill í hesum av tí, at eg meti, at tað eru tvey sløg av marksetan – ein marksetan millum menniskju og ein marksetan fyri tað einstaka menniskja viðvíkjandi trúgv og virðum. Ádú ádu, hvat verður mann ikki lagdur undir at hava sagt ­ ella í hesum førinum fyri at vera fyri? Í síðstu viku førdi Bill Justinussen nevniliga fram, at eg taki undir við, at vit í Føroyum skulu hava fría fosturtøku og fría rúsdrekkasølu. Eg veit als ikki av, at eg havi úttalað meg um hesi mál ­ eg havi úttalað meg um skrásett parlag og um, at samkynd skulu kunna ættleiða, ja ­ men fría fosturtøka? Fría rúsdrekkasølu? Nei, tað havi eg ikki úttalað meg um. Eg fari at biðja teg um ikki at taka forhastaðar kon­ klusiónir, Bill. Ansa eftir tín­ um orðum. Skal gera vart við, at tað, eg her beri fram, er egna vegna og ikki vegna Ung­ mannafelagið Samband. Skrásett parlag Lat okkum hyggja eftir mál­ inum um skrásett parlag. Tað er blivið ført fram, at eg sum kristin ikki kann vera fyri, at samkynd skulu sleppa at skráseta seg sum par, tí Bíblian er ímóti tí. Í hesum eri eg ósamd. Fyrst skal sigast, at eg meti, at Bíblian er greið í hesum máli, og at hon sigur, at tað er skeivt at liva saman sum samkyndur. Tá eg so kortini kann vera fyri, at samkynd skulu kunna skrá seta seg í parlag, er tað orsakað av fylgjandi: Tvey sløg av marksetan Um eg havi skilt Bill rætt, so skrivar hann, at tað er týdningarmikið, at mynd­ ug leikarnir seta mørk. Eg eri samd í hesum ­ tað er SERA týdningarmikið, at myndugleikarnir seta mørk. Men sum eg síggi tað, so finnast 2 sløg av mørkum, ið politiska skipanin kann seta borgarum. Tað fyrsta slagið av mark­ setan er í samspælinum mill um borgarum í sam fe­ lag num. Hetta markið forðar einum menniskja í at skaða eitt annað menniskja. Eitt konkret dømi uppá hetta er, at eitt menniskja ikki hevur loyvi at drepa ella á nakran hátt skaða eitt annað menniskja. Tað snýr seg so statt um samspælið millum borgarar, og at verja borgararnar. Hitt slagið av marksetan snýr seg um persónligt frælsi. Her hyggja vit ikki longur eftir samspælinum millum borgararnar, men eftir tí einstaka borgaranum. Við hesari marksetan fara myndugleikarnir inn á tað persónliga økið hjá borg­ aranum og diktera, hvat hann skal halda, og hvørji virðir, hann skal byggja sítt lív á. Borgarin sleppur so statt ikki at velja síni egnu lívsvirðir. Tann seinna mark­ setanin ikki í samsvar við evangeliið Eg eri fyri tí fyrra slagnum av marksetan í samspælinum millum menniskju, har mynd ugleikarnir fara inn og forða menniskjum at skaða onnur menniskju. Orsakað av hesum kann eg t.d. ikki vera fyri fríari fosturtøku av tí, at eg haldi, at tá snýr tað seg ikki um eitt menniskja, men um tvey menniskjalív – eina kvinnu og eitt fostur. Men eg eri sterkt ímóti tí seinna slagnum av marksetan, har politiska skipanin fer inn á tað persónliga øki og dik terar, hvat menniskjan skal halda. Og eg meti ikki, at evangeliið leggur upp til eina tílíka marksetan – ALS ikki. Menniskju mugu sjálv sleppa at velja, um tey vilja fylgja Bíbliuni ella ikki. Bill tosar um, at vit kristnu skulu vera ljós og salt ­ hetta skulu vit absolut vera. Men hvar áleggur Kristus okkum at nýta tvang? At TVINGA onnur menniskju at fylgja Bíbliuni? Ella at TVINGA onnur til at vera kristin? Kristus álegði okkum ongatíð at nýta tvang. Og tað er júst tað, vit gera, tá vit á ym­ iskan hátt royna at forða samkyndum í at skráseta seg í parlag. Um samkynd ynskja at skráseta seg í parlag, so er tað tí, at tey halda, at tað er rætt. Og hóast eg trúgvi, at tað er skeivt at liva sum samkyndur, so má eg kortini loyva teimum at liva eftir teirra sannføring. Eisini hóast eg trúgvi, at kristindómurin er universellur, og at sann­ leikin, ið hann boðar, er abso­ luttur. Kirkjan áløgd at ávara, ikki at tvinga Sjálv trúgvi eg, at samkynd velja Kristus frá, tá tey velja at liva sum samkynd. Tí haldi eg, at tað er sera týdn­ ingarmikið, at tann kristna meinigheitin rópar varskó og ávarar ímóti hesum. Sum Bill vísur á, so eru vit kristnu jú áløgd at vera salt og ljós. Hetta eru vit, um vit í kærleika vísa menniskjum á teirra ekstrema tørv á Kristus – og í hesum liggur, at vit eisini eru erlig og siga, at alt ikki er rætt og gott. Men vit kunnu ikki tvinga menniskju til at velja Kristus og boðorð hansara. So at fara inn og tvinga menniskju at fylgja Bíbliuni við at lóggeva á hesum øk in­ um, meti eg ikki vera í sam­ svar við evangeliið. Katrin Hovland Petersen Í samsvar við evangeliið at tvinga onnur at fylgja Bíbliuni?