Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 14. juni · Nr. 94 Sosialurin Pedagogar til Dagstovnin Mýrifípuni og Sóljuna í Trongisvági Vit søkja eftir einum pedagogi í fast starv í Sóljuni (Útibarnagarðurin), 30 tímar um vikuna frá 02.08.2010 Tveimum pedagogum sum barns­ burðaravloysarar, 30 tímar um vikuna, annað starvið á Reyðu stovu frá 02.08.2010 til 30.06.2011 og hitt á Vøggustovuni frá 02.08.2010 til 31.10.2011 Fá meira at vita um størvini og umsóknarfreist við at fara inn á heimasíðuna hjá Tvøroyrar Kommunu www.tvoroyri.fo Dagstovnurin Mýrifípan Smærugøta 8 · 826 Trongisvágur · Tlf. 37 27 00 T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Sosialráðgevi til Eysturoyar barnaverndartænastu Eitt farloyvisstarv, ¾ tíð, sum sosialráðgevi í Eysturoyar barnaverndartænastu er leyst at søkja til setan frá 01.08.2010 til 31.03.2011. Um Eysturoyar barnaverndartænastu Eysturoyar barnaverndartænasta fevnir um Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu. Uppgávan hjá barna­ verndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan. Umsitingarliga er Eysturoyar barnaverndartænasta eind undir Sosialu deild í Runavíkar kommunu. Starvið Tú kemur, í tøttum samstarvi við sosialdeildarleiðaran og hin sosialráðgeva á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum sum barnaverndar­ umsitingin tekur sær av. Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.: • at fyrireika mál til nevndarviðgerð • at ráðgeva og vegleiða barna­ og ungdómsfamiljum við serligum tørvi • at ráðgeva barnaverndini í barnaforsorgarlógini • at seta í verk og fylgja upp fyriskipanir • at virka sum samskipari í málum har fleiri myndugleikar eru við • at samstarva tvørfakligt • at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við fakpersónar og stovnar á barna­ og ungdómsøkinum Vit leita eftir starvsfelaga, ið: • er útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra viðkomandi miðallanga útbúgving • hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir • hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna og ungdómsfamiljum við serligum tørvi • megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini • hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg Vit bjóða tær Eitt spennandi farloyvisstarvstarv við nógvum av­ bjóðingum og við góðum møgulleika fyri førleika­ menning. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kom­ munala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmanna­ felagið ella annað viðkomandi fakfelag. Fleiri upplýsingar Fáast við at venda sær til Jákup H. Foldbo, sosial­ deildarleiðara ella Jenny Petersen, sosialráðgeva á telefon 417000. Søk starvið Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi 29.06.2010 kl. 12:00 Runavíkar Kommuna att. Eysturoyar barnaverndartænasta Heiðavegur 26 Postboks 139 FO­600 Saltangará Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 · Postrúm 139 FO­610 Saltangará Lærarastørv í Hvalbiar skúla Hesi størv verða lýst leys: • 1 starv uml. fulla tíð fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 16. august 2010 til 31. mars 2011 • 1 starv uml 12 tímar vegna avlopstíð skúlaárið 2010/2011 Endaliga tímatalið av hesum seinasta starvi verður ásett eftir 1. september 2010 Tímatalvan til barnsburðarfarloyvi fatar um: • Føroysk í 4. fl • Donsk í 4. fl • Kristni í 4. fl • Serundirvísing • Flokslærari í 4. flokki Tímatalvan til starvið vegna avlopstíð fatar um: • Søgu, landalæru og enskt í framhaldsdeildini Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum • hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi • vera fakliga væl fyri og professionell • vera engageraði og fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum • vera fyrikomandi • starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugað í at menna skúlan Førleikakrøv: Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla og viðkomandi linjulestur. Lønar og setanartreytir: Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin 21. juni 2010 Eru spurningar størvunum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Elsu Birgittu P. Petersen, á tlf. 375083 ella 375858 Hvalbiar skúli hevur komandi ár 95 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast 12 lærarar FRÍTÍÐARHEIMIÐ Í SKRIVARAGØTU Frítíðarheimið í Skrivaragøtu søkir eftir pedagogi 40 tímar um vikuna frá 1. august 2010 ella eftir nærri avtalu. Frítíðarheimið er samdøgursstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri við menningartarni koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Pláss er fyri 5 fólkum í senn. Starvið er farloyvisstarv í eitt ár. Skrivlig umsókn við prógvum og arbeiðs­ váttanum skal sendast til: Stýrið fyri Frítíðarheimið Skrivaragøtu 5 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 30. juni 2010 kl. 12.00. Les alla lýsingina á heimasíðu okkara: www.naerverk.fo/leys størv ella á pedagog@pedagogfelag.fo Skrivaragøtu 5 · FO-100 Tórshavn Telefon: 313353 · Telefaks: 319839 Teldupostur: friskriv@serforsorg.fo Lesið - so eru tit við