Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Tað kom nærmast sum ein bumba stutt undan miðdegi, at stjórin á Smyril Line seinastu tvey árini, Peter Holm, er loystur úr starvi. Tað hevur annars ver­ ið ein sólskinssøga í før­ oyskum handilslívi, at Smyril Line hevur vent gongdini frá at bara hóra undan, til at geva eitt sunt yvirskot. Tí kemur tað helst óvart á mong, at Peter Holm ikki longur skal stýra skútuni Smyril Line. Og enn meiri undrunnar­ vert verður tað, tá nevnd ar­ formað ur in, Klaus Kjær ulff, einki annað hevur at bera fráfarandi stjóranum, enn lovorð. – Tað er »uttan drama­ tikk« at stjóraskiftið fer fram, og vit skiljast í sátt og semju, sigur Klaus Kjær ulff og undirstrikar, at Peter Holm hevur verið dugna­ ligur sum stjóri og hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri Smyil Line. Um orsøkina til, at Peter Holm nú fer frá sum stjóri, sigur Klaus Kjærulff, at tað er ein søk millum nevndina og fráfarandi stjóran. – Samstarvið millum nevnd ina og Peter Holm hevur altíð verið gott, og vit skiljast í sátt og semju, leggur nevndarformaðurin dent á. Hann sigur, at felagið byggir víðari á tað arbeiði, sum Peter Holm hevur gjørt, men at tað altso verður við einum nýggjum stjóra, sum fyribils verður Rúni Poulsen, inntil nýggjur stjóri er settur. Og nær tað verður, dugir Klaus Kjærulff ikki at siga í løtuni. s tríðið um stjórnarskipan Før­ oyar hevur fylgt alt ov nógv í føroyskum politikki gjøgnum árini – og tað hev ur so mangan verið orsøk til, at tað ikki ber til at finna skilagóðar polit iskar loysnir. Tá eitt land stríðist í meira enn hundrað ár um, hvørja skipan vit skulu hava við Danmark, og tá allir flokkar á tingi uttan Javnaðar flokk­ urin og Miðflokkurin eru sprotnir beinleiðis úr stríðinum um sam­ bandið við Danmark, so sigur tað okkum, at her má okkurt fáast upp á pláss. Arbeiðið í stjórnarskipanar­ nevnd ini tykist bera á tað borðið, at ein tjóðarsemja fyri einaferðskuld er at hóma. Hetta er áhugavert í sær sjálvum. Men nú tykist vargur at vera komin í – og sum ikki einaferð, so eru tað føroyingar sjálvir sum klutra málið – og í hesum førum draga tað upp í danskan politikk. Tað er ein sjálvfylgja, at tað eru føroyingar sjálvir, sum skulu siga, hvat vit vilja. Tað eru vit, sum skulu gera av, hvussu framtíðar viðurskifti okkara skulu vera við Danmark. Hetta hava fleiri forsætisráðharrar sagt – og hetta segði Lars Løkke Rasmussen eisini í samráðnum í gjár. Hetta undirstrikar, at danir – alment í øllum førum – ikki fara at leggja seg út í, hvørja stjórnarstøðu føroyingar fara at velja sær. Tað er eisini soleiðis, at tað skal vera. Spell at so lítið forstáilsi er fyri før­ oysk um politikki í Danmark, har hann verður viðgjørdur av donsk­ um politikarum og donskum fjøl­ miðla fólkum, sum lítið og einki inn lit hava í føroyskan politikk og før oysk viðurskifti sum heild. Tað er valla tann sama breiða semj an um framtíðar sambandið við Dan mark. Men tað sum hevur týdn ing við hesum arbeiði, sum nú fer fram, er at vit leggja stjórnar­ skipanartilgongdina til rættis, so vit eru samd um, hvussu broytingar verða gjørdar. Tí broytingar verða gjørdar, broytingar, sum gera Før­ oyar alsamt meira sjálv støð ugar. Hjá teimum flestu er loysing frá Danmark einki endamál í sær sjálv um. Loysingin er hugsjónin hjá ein um flokki. Sam bandið er hug sjón in hjá einum øðr um flokki. Men tann størsti part urin av Før­ oya fólki tekur undir við eini skip­ an, sum alsamt flytur meira vald til Før oya. Ein fólka atkvøða um loysing hevði helst fallið við einum braki. Loys ingin er bara ein av fleiri avleiðingum av framtíðar stjórn­ arskipanini, sum kann koma. Tað, sum hevur týdning er, at vit fáa eina stjórnarskipan, sum allir føroyingar kunnu kenna sum sína, so vit ikki eisini brúka næstu hundrað árini til destruktivt kjak um loysing og samband. Loysing frá Danmark einki endamál í sær sjálvum 100 ára stríð er nóg mikið Fríggjadagin hugleiða Klintri mús og Mikkj al revur um skúla task una. Øll, sum fara í fyrsta flokk eftir summ arfrítíðina hava nú høvi at fara í bók handilin Rit & Rák í SMS í Havn at hoyra fysioterapeut greiða frá, hvat ein góð skúlataska er, og hvussu taskan eigur at verða brúkt. Henda stevna verður í Rit & Rák fríggjadagin 18. juni millum klokkan 16.30 og 17.30, ein tíma, og ein tíma leyg­ ardagin 19. juni, frá klokkan 11 til 12. Í sambandi við til takið fara Klintri mús og Mikkj al revur úr Valbakka­ skóginum at hjálpa til. Áðrenn tiltakið fríggja­ dag in verða skúlataskur burt urlutaðar, og leyg ardagin verða barna bøkur burtur lut­ aðar. Klintrimús við skúlatasku Takk til herin í Suður afrika njál Djurhuus KjaK á síðu 16 Einki at siga til at samkynd rýma anniKa vang KjaK á síðu 25 Petur Holm loystur úr starvi eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo