Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 2 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Oyggjablaðið næsta mikudag: Jóansøka Aftur í ár verður skipað fyri karni­ vali á Eystanstevnu. Ítróttarfólk í øllum aldri frá feløgunum Støkk, NSÍ og Kapp­ róðrar felagnum NSÍ luttaka. Karni­ valurin verður fríggjakvøldið 18. juni. Byrjað verður í Glyvra skúla kl. 19, og haðani verður gingið út á Torgið, har stevnan verður sett. Í ár verður temað “Grease”, sum er ein kendur filmur frá 1978. Eins og undanfarin ár, verður nógv gjørt burturúr, og luttakararnir fara á besta hátt at lýsa tema’ið við millum annað búnum, útgerð og gomlum bilum. Tá luttakararnir er komnir á økið, fáa øll, bæði luttakarar og onnur, høvi at royna Zumba, sum Bodil H. Tausen skipar fyri. Tað verður spennandi at síggja, hvat luttakararnir hava fingið burturúr, og gleða vit okkum til karnivalin í ár. Grease á karnivali