Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 4 Sosialurin Tóku barnið Randi Jacobsen Lagið er ringt heima hjá Maj-Britt Jacobsen í Havn. Hon og mamman Majk- en eru fullkomiliga upp- loystar í gráti. Hini skyld- fólkini syrgja eisini, og vinkonurnar hjá Maj-Britt skiftast um at vera hjá og taka sær av familjuni. Hetta er ein familja, sum júst hevur mist eitt barn. Barn ið er tó ikki deytt. Seinn a partin mána dagin komu myndug leik ar nir og tóku hálvt annað ára gamla Mark us, sum er ættaður úr Etiopa. Hann varð fluttur til Dan mark ar sama dag, og Maj-Britt og tey sleppa ongan tíð at síggja hann aftur. Í 2008 vórðu Majbritt og maðurin góðkend at kunna ættleiða eitt barn. Tað tók langa tíð at fáa barnið, men 5. januar í ár fingu tey mynd av dreing- in um. 27. februar fóru foreldrini saman við báðum ommunum til Etiopa, og 2. mars kundu tey fara eftir honum á ein- um barnaheimi. 12. mars komu tey so heim til Føroya við Markusi, sum er næstan 20 mánaðir nú. Tá ið Maj-Britt í fjør fekk ein treytaðan dóm við eitt ára royndartíð fyri eina býtta gerð, fór hon beinanvegin til poli tiið og bað um eina revsi váttan. Hana fekk hon, og har stóð einki á. So hugsaði hon ikki meira um tað. Lívið gekk sín dagligu gongd. Markus treivst væl. Hevði tað gott Bæði barnavernd, heilsu- syst ir in og ein pyskologur hava úttalað, hvussu gott drong urin hevði tað. Hann var ein glaður drongur, sum mentist í hvørjum. – Men fríggjadagin í hin ari vik uni kom bræv frá Ríkis um boðnum um, at maðurin hjá mær í fjør fekk ein dóm fyri rúsdrekkakoyring, og at hetta høvdu vit dult, sigur Maj-Britt. Ikki fyrr enn tá visti hon, at tað finnast tvey sløg av revsiváttanum. Í øðrum slag num stend ur einki, tí ta vátt anina kann persónurin brúka, tá ið hann ella hon eitt nú søkir arbeiði. Frá politinum hevði hon fingið at vita, at í hennara váttan stóð einki, tí sambært dóm- inum skuldi hon hava ein kans aftr at. Men so er tað hitt slag- ið av revsiváttanum. Tá ið hægri myndugleikar spyrja eftir revsi váttan, fáa teir alt at vita.. – Høvdu vit vitað hatta, høvdu vit ikki ættleitt eitt barn. Eg skilji heldur ikki, at myndugleikarnir gera slíkar kanningar, eftir at foreldrini hava fingið barnið. Tær kann ingarnar áttu at verið gjørdar framm anundan, at eitt barn verður rykt upp úr sínum heimlandi og fer til onnur fólk í einum øðrum landi og knýtir seg at teimum, sigur Maj-Britt. Í brævi frá Ríkisum- boð num fekk Maj-Britt at vita, at tað var henn- ara skylda at koma við upplýsingunum um revs- ing, og at málið nú fór at verða tikið uppaftur. Kallað á fund Málið var fyri hjá Ríkis- Ættleiðing 29 ára gamla Maj-Britt Jacobsen í Havn er í knúsi. Sonurin Markus, sum hon ættleiddi fyri hálvum fjórða mánaði síðan, er tikin frá henni. Orsøkin er gamlar smáar syndir hjá mammuni og pápanum, heldur hon Tær flestu myndirnar av Markusi hevur Maj- Britt tikið niður, tí hon orkar ikki at síggja tær nú. Á vegginum hongur ein tekning hjá dreinginum, og beint fyri at Markus varð tikin frá henni, skundaði hon sær at fáa eitt minni av hond og fóti hjá dreinginum á pappír Myndir: Álvur Haraldsen