Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 4 Sosialurin Oyggjablaðið – Í dag var einki arbeiði, uttan tað at avskipa eitt sindur, sigur vestmenningurin Birgir Streymoy, sum er búsitandi á Glyvrum. Hann er arbeiðsformaður hjá Føroya Fiskavirking á bryggjuni í Runavík, og hevur við móttøku og útflýggjan av fiskinum at gera. Hetta arbeiði hevur hann røkt seinastu 10 árini, nú hann tók sær ein lítlan steðg í arbeiðinum stutt fyri middag henda mikudagin í farnu viku. Einki skip ella nakar bátur liggja við bryggju, bert Tróndur í Gøtu liggur uttarlaga á tí eina molanum. – Í dag eru gólvini turr inni á virk inum. Og í gjár varð heldur ikki arbeitt, vísir Birgir á. – Vit vita, at tað verður landing í morgin, men ikki, hvør fær henda fiskin. Liðugt Arbeiðið hjá Birgiri er ikki eitt 8-16 arbeiði. Tá bátar koma inn til landing, ræður bara um at fáa hetta gjørt bæði skjótt og gott. Tá er gott hjá honum at hava góðar landarar aftrat sær. Teir kunnu ofta møta longu klokkan seks á morgni, og fara ikki til hús aftur, fyrrenn alt er liðugt. Og tá er líkamikið um klokkan er 4-5 um seinnapartin, ella 7-8 um kvøldið. – Í morgun hava vit avskipað nakað í hesa bingjuna, sum stendur beint her á kajini. Eg veit ikki hvar hon skal, greiðir Birgir frá. – Vit eru um at verða lidnir fyrrapartin, sigur Birgir Streymoy, trukkførari Mynd: Jens Kristian Vang Liðugt fyri í dag Eystanstevnutilboð frá Sense í Runavík 20% avsláttur av øllum tógvi fríggjadagin og leygardagin Sense Heiðavegur 10 · 620 Runavík telefon 448482 · andriasa@sense.fo Sosialurin / KvR 34 18 00