Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Sosialurin frá henni um boðnum og hjá adop­ sjóns samráðnum, sum kom til ta niðurstøðu, at góðkenningin til at ætt­ leiða varð tikin aftur frá Maj­Britt og manninum. – Við stuttum skotbrái fingu vit boð um at koma á fund hjá Ríkisumboðnum klokkan 2 fríggjadagin í sein astu viku, og um kvøld­ ið vóru eg og mamma aftur á fundi við ein fulltrúa hjá Ríkis umboðnum. – Hon spurdi meg um alt millum himmal og jørð, og tá ið eg ikki mintist okkurt, segði hon seg hava allar tær upplýsingarnar, sigur Maj­Britt. Fulltrúin segði henni, at um hon ætlaði at kæra, skuldi hetta gerast í sein­ asta lagi klokkan 10 mána­ morgunin. Tað var ikki lætt at náa, tí viku skiftið var ímillum. Innrás Mánadagin var familjan saml að, og knappliga sóu tey fremm anda fólk í tún­ in um. Har vóru umboð fyri barna verndina, ein sosial­ ráð gevi, ein fulltrúi frá Ríkis um boðnum og tveir politistar. – Túnið fyltist við bil um, og tey komu til okkara uttan aðra ávaring. Eg varð biðin um at pakka nøkur klæðir niður og finna fram bamsur og annað, sum Markus var góður við, sigur Maj­Britt. Hon grætur alla tíðina, með an hon sigur frá. – Og eg havi fingið at vita, at mánakvøldið fóru tey til Danmarkar við honum, tí hann skuldi á eitt barnaheim. Men hvar kundi eg ikki fáa at vita. Eg fekk eisini at vita, at eg ongantíð síggi Markus aft ur. Majbritt sigur, at tað var ein ræðulig løta. Hon var púra frá sær sjálvari og hini í familjuni eisini. Lagið var heldur ikki gott á gestunum í túninum. – Og pápin hjá dreingin­ um er ikki heima. Hann er um borð á skipi út fyri Nigeria og slapp ikki at siga farvæl við sonin. Tá ið hann kemur heimaftur, er eingin sonur í húsunum. Avleiðingar fyri barnið? Maj­Britt skilir ikki stigið, sum myndugleikarnar hava tikið móti barninum. Mark­ us varð ryptur upp við rót í Etiopia og kom til Føroya til fólk, sum hann knýtti seg at beinanvegin. Útlitini til, at hann fór at fáa eitt gott lív, vóru góð. Nú varð hann eina ferð enn skræddur frá sínum næstu. – Hvussu við barnsins tarvi? Eitt er, at vit øll eru farin í knús, men hvat kann hetta ikki fara at gera barn­ inum? Maj­Britt hevur gjørt sær greitt, at hon aldrin aftur verið mamma. – Vit vónaðu í fleiri ár at fáa eitt barn, men ikki bar til. Umsíðir fingu vit heim sins fittasta barn, og so komu tey bara og tóku hann, sigur Maj­Britt, sum er í tí óvan ligu støðu, at hon er í bar silsfarloyvi men hevur einki barn. – Eg veit ikki, um eg tori út aftur í gerandisdagin. Fólk halda meg ivaleyst vera eina vánaliga mammu. Alt mítt lívsgrundarlag er rypt undan mær, sigur Maj­ Britt. Lene Moyell Johansen, sum hevur viðgjørt hetta málið hjá Ríkisumboðnum, vil ikki gera nakrar við­ merkingar til ítøkiliga málið. Hon hevur tagn­ arskyldu. Hon vil tó siga so mikið, at hon er sannførd um, at avgerðin var røtt út frá galdandi lóggávu. Eftir tilmæli frá tí føroyska adopsjóns sam­ ráð num, ið er samansett av einum lækna, einum løg frøðingi og einum sosial ráðgeva, tók Ríkis­ um boðið avgerðina um, at góðkenningin til at ætt­ leiða skuldi fella burt ur, og henda avgerð varð staðfest í donsku adop sjóns nevnd­ ini, har 10 fólk sita. Átta av hesum umboða ymiskir fakbólkar. Fýra limir um boða læknavísindi­ pædia tri, intern medisin, psykia tri og barna­ og ung dóms psykiatri, ein limur er sálar frøð ingur, ein limur er sosial ráð gevi, tveir limir eru løg frøð ing­ ar, meðan tveir limir eru leikfólk – formaðurin er landsrættardómari. – Hetta var ein ógvus­ lig avgerð við stór um menniskjaligum avleiðing­ um, so tað hevur sjálvsagt ikki verið nøkur løtt avgerð at taka. Ríkisumboðið kann ikki upplýsa, hvat var orsøkin til, at eitt so ógvusligt stig varð tik ið, sigur Lene Moyell Johan­ sen. Sambært Dan Knudsen, ríkisumboðsmanni, hevur einki slíkt mál nakrantíð áður verið í Føroyum, men ta er hent fyrr í Danmark. Fyrsta mál av sínum slag Lene Moyell Johansen, fulltrúi hjá Ríkisumboðnum vónar ikki, at hon nakrantíð aftur fær eitt slíkt mál upp í hendurnar