Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Sosialurin Oyggjablaðið Nú nærkast av álvara til ársins triðju stevnu – Eystanstevnuna í Runavík. Henda stevna hevur nógv ár á baki, og spurn ingurin er enn eina ferð, um hon hevur sama áhuga millum runavík ingar og eysturoyingar í dag sum áður. Tann spurningin settu vit okkum at kanna. Inni í handlinum Brotið í Saltangará hittu vit seks av viðskiftafólkunum teirra. Spurningurin til teirra var hesin: Gleðir tú teg til Eystanstevnu í ár? Gleða seg til stevnuna Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang – Eg verði ikki heima hetta vikuskiftið. Ólavur Højgaard, Saltangará – Ja, eg gleði meg til stevnuna, serliga til fótbóltin. Anja Mortensen, Runavík – Ja, eg gleði meg til kappróðurin. Elvin Weihe, Saltangará – Eg var ikki heima í fjør, so eg gleði meg til stevnuna í ár. Marita Johannesen, Toftir – Ja. Eg eri serliga spent til 10-mannafarsróðurin og hvussu tað fer at ganga Eysturoyingi. Annars gleði eg meg til fótbóltin og lívið í býnum. Og so vóni eg, at tað verður sól. Mona Langgaard, Saltangará – Tað er serliga allan fimleikin hjá STØKK, ið eg gleði meg til. Og sjálvandi eisini til karnevalið. Dagbjørt Sólheim, Saltangará