Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað, verða bingju plássini hjá IRF í flestu bygdunum í Suðuroynni, skjótt niðurløgd. Afturfyri skal so ein stór, felags ruskstøð byggjast í Trøllavík, miðskeiðis í oynni, har IRF annars longu nú hevur miðstøð í Suðuroy. Tey, sum so hava rusk, sum tey plagdu koyra í bingjurnar í teimum ymsu bygdunum, skulu sostatt koyra til Trøllavíkar við burt­ ur kastinum. Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at hugskotið um eina felags ruskstøð í Suðuroy, fekk IRF eftir at Tvøroyrar Býráð nakað síð­ ani bar upp á mál at flyta bingjuplássið á Tvøroyri til Trøllavíkar. Taka støðu seinni Stjórin í IRF sigur, at málið er nú lagt fyri kommunurnar í Suðuroy og tær hava nú tað mesta av árinum í ár at viðgera spurningin í. Hann leggur dent á, at enn er ongin avgerð tikin enn. Hann leggur eisini dent á, at ætlanin er ikki at leypa fram av, tí her er talan um eina skipan, sum hevur bæði fyrimunir og vansar við sær. – Fyrimunurin er, at í Trøllavík kann ein stór rusk støð gerast, sum fer at hava opið nógv longri enn bingjuplássini í teimum ymsu bygdunum hava í dag. Í eini felags ruskstøð fer eisini at bera til at gera skipanir, har burturkastið kann skiljast nógv meiri nágreiniliga enn tað verður nú. – Verður ein felags rusk­ støð bygd í Suðuroy, verður talan um eina støð, sum fer at líkjast innsavingarstøðini á Sandvíkarhjalla í Havn og sum fer at hava opið leingi, eisini leygardagar, sigur Poul Andrias Joensen. – Sostatt fer tað at vera lættari hjá fólki at sleppa av við ruskið, tá ið tað hóvar teimum, tí tað verður ikki neyðugt í so stóran mun, sum nú, at leggja ruddingina til rættis eftir, nær bingjuplássið er opið. – Ein annar fyrimunur við eini felags ruskstøð er, at innsavningin verður ratio­ nellari og sostatt eisini bílig­ ari upp á seg. Annars fer hetta ikki at skapa nakað serligt av arbeiðsplássum, men kortini væntar stjórin, at tað helst verður brúk fyri einum fólki afturat í starvi hjá IRF í Suðuroy. Nakrir vansar Vansin er so hinvegin, at hjá nógvum fer tað at vera longri at koyra við burtur­ kastinum. Í hesum sambandi hugs ar IRF serliga um tær fjarskotnastu bygdirnar í Suðuroy, Sandvík, Sumba og Lopra. – Endaliga úrslitið kann verða, at bingjuplássini í teim um fjarskotnastu bygd­ unum verða varðveitt kortini, tí tað fer at verða órímiliga langt hjá teimum at koyra til Trøllavíkar. Ein heilt annar møguleiki er so eisini tann, at bingjur til tað burturkastið, sum skal brennast, verða varðveittar í teimum fjarskotnastu bygd­ unum, men at alt annað rusk skal førast til Trøllavíkar, eitt nú jarn, vandamikið burt ur­ kast og burturkast til endur­ nýtslu. – Vansin er sjálvandi, at føla fólk, at tað er ov langt til ruskplássið, fara tey bara at tveita frá sær í náttúruni. Sjálvt um tað er stutt til ruskplássini, sum skipanin er í dag, slepst kortini ikki heilt undan, at fólk tveita frá sær í náttúruni og tað skal helst ikki vinda upp á seg við at vit gera tað longri at sleppa av við burturkastið – Hetta eru viðurskifti, vit hugsa nógv um og sostatt skal ein samanlegging gerast við skili, sigur Poul Andrias Joensen. aki@sosialurin.fo Kann brúkast aðrastaðni Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at verða bingjuplássini í Suðuroy løgd saman í eina felags ruskstøð, er tað fyrsta økið í land inum at hetta verð ur roynt. Og hann sigur, at verður hetta ein roynd, sum eydnast væl, kann tað verða ein skipan, sum eisini kann setast í verk í øðrum pørtum í land­ inum. Hann staðfestir, at tað verður dýrari og dýrari at savna burt­ ur kastið inn, men tað er kortini avgjørt, at næsta ár, verður gjaldið ikki hækkað. Hinvegin er tað greitt, at í 2012 fer gjald ið at aftur at hækka. Í løtuni kostar tað kommununum 1.320 krón ur fyri hvørt fólk fyri at sleppa av við burturkastið. Sam stundis er rot­ tangagjaldið 180 krón­ ur fyri hvørt fólkið. Hvussu stór hækk­ ingin verður í 2012, dug ir stjórin ikki at meta um enn. Savna rusk í Suður oy í einum staði BINGJUPLÁSS Nú kannar IRF møguleikan at niðurleggja bingjuplássini í fleiri bygdum í Suðuroy. Ístaðin skal ein felags ruskstøð gerast mitt í oynni, sum øll skulu koyra til við sínum burturkasti Tað eru bæði fyrimunir og vansar SamaNLeGGING Næsta samanleggingin í Suðuroy verður kanska av tí meiri óvæntaða slagnum, tí nú verður arbeitt við at leggja ruskplássini í oynni saman. Tað hevur bæði fyrimunur og vansar við sær, sigur stjórin í IRF