Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 12 Sosialurin Páll á Reynutúgvu vann Dómur Páll á Reynatúgvu skal hava 2,75 mió. krónur frá Anfinni Rubek Nielsen i sambandi við ætlaðu verkætlanina við golfvølli á Sandi. Føroya rættur staðfesti, at avtalan um, at Páll á Reynatúgvu skuldi lata jørð, og hin gjalda, stóð við Randi Jacobsen Fyri tveimum árum síðan avtalaðu Páll og Kristina á Reynatúgvu øðrumegin og Anfinn Rubek Nielsen hinumegin eina stóra verkætlan. Í Traðardali skuldi gerast golfvøllur, frítíðarhús, matstova og mangt annað. Ætlanin varð av ongum, men avtalan millum partarnar stendur við. Tað var niðurstøðan hjá Føroya rætti í dóminum, sum varð sagdur týsdagin. Í fyrstani varð arbeitt miðvíst við at seta ætlanina í verk. Alt tað formliga viðvíkjandi jørðini varð avgreitt. Páll og Kristina á Reynatugvu skuldu lata jørð til ætlanina, og hin skuldi gjalda. Tað kom so langt, at Páll á Reynatúgvu tók seyðin á jørðini av. Tað gekk væl til eitt vist, men tá ið tað kom til at skriva endaliga handilin undir, vildi Anfinn Rubek Nielsen ikki spæla við longur. Tað kom av, at heimsbúskapurin var farin at rilla og av tí stóru upphæddini, sum Páll og Kristina á Reynatúgvu upprunaliga ætlaðu sær fyri jørðina, segði Anfinn Rubek Nielsen í rættinum. Hann umrøddi verkætlanina sum luftkastellir. Dómurin var greiður. Avtalan stendur við, og Anfinn Rubek Nielsen varð dømdur at gjalda hinum partinum 2,75 mió. krónur umframt rentur. Hann skal eisini gjalda sakarmálsútreiðslurnar. Páll á Reynatúgvu sigur i viðmerking, at sjálvandi fer peningurin at koma væl við, tí tey settu sítt egna í veð, tá ið tey keyptu jørðini. Men fyri tey telur tað enn meira at fáa staðfest, at tey ikki hava verið óheiðurlig og ikki hava roynt at svika nakran. randi@sosialurin.fo Drotninga­ hjúnini fyrstu gestirnir Drotningavitjan Skúvoyingar fyrireika eina fyribils minni framsýningum bjargarøkt og bjørgini í skúlanum, og ætlanin er, at Margretha Drotning og Heindikur prinsur skulu verða fyrstu gestirnir á framsýningini Randi Jacobsen 1. juli koma Margretha Drotning og Heindrikur prinsur á vitjan úti í Skúvoy, og skúvoyingar eru av álvara farnir í gongd við at hampa og rudda í bygdini. – Ein stórur partur av arbeiðinum skuldi ger ast kortini, men tá ið vit fingu at vita um vitj anina av Margrethu Drotning og Heindriki prindi, varð meira ferð sett á, sigur Harry Jens en, borgarstjóri í Skúvoy. Fólk eru komin at asfalt era, og tað ar­ beiðið var ætlanin at gera í summar. Ætl­ anin var eisini at um­ væla trappuna oman í fjøruna, og fólk vóru frammanundan komin út at umvæla brim garð­ in, sum fekk skaða í vet­ ur av brimi. – Ætlanin var ikki at mála skúlan í summar, men tað hava vit fingið fólk út at gera nú, og tað sama við flaggstengrum, sigur Harry Jensen. Tað var so umráðandi at fáa skúla málaðan, tí nýstovnaðu Skúvoyar Forn minna felag og Skúv oyar Forn minnis­ savn ætla at hava eina minni framsýning um bjargarøkt, bjørgini og fuglateljingar klára í skúlanum. Tey ætla eisini, at Margretha Drotning og Heindrikur skulu verða fyrstu gestirnar á fram sýn­ ingin. Fólk frá Føroya Forn­ minnissavni hev ur ver ið og hjálpt skúvoy­ ingum við at seta fram­ sýningina upp. Upprunaliga ynskið hjá gestafyriskiparunum var at ganga ein ávísan tein, men ein tími hevði verið í so lítið til tann túrin, og tí komu skúvoyingar við upp­ skot inum um heldur at vísa framsýningina fram fyri gestunum. randi@sosialurin.fo Her í dalinum skuldu gerast golfvøllur, frítíðarhús og annað Mynd: savnsmynd Allar bygdir, sum fáa vitjan av Margrethu Drotning og Hendriki Prinsi í summar, ger eitt stórt arbeiði við at hampa og fríðka. Skúvoy er einki undantak Mynd: Birgir Waag Høgnesen