Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Sosialurin Oyggjablaðið Og hon gjørdi hetta frá fyrsta degi av og líka til eg bleiv fimm ár, sigur Klæmint takksamur. Tung boð Klæmint var sjálvandi alla tíðina undir eftirliti av læknum. Men tað var synd at siga, at teir góvu foreldrunum og honum góðar vónir fyri framtíðina – ella til eitt av tí, sum dreingjum dáma allarbest, nevniliga at sparka bólt. – Teir søgdu beinleiðis við mammu og babba, at eg fór at fáa eitt heilt vanligt lív sum allir aðrir smádreingir. Men so løgdu teir aftrat, at brekið var so mikið álvarsamt, at eg ongatíð kom at spæla fótbólt, greiðir Klæmint álv­ ar samur frá. Sjálvur minnist Klæmint ikki nógv frá allarfyrstu barnaárum sínum. Hann veit tó, at hann hevði sínar vinmenn og at teir spældu øll hugsandi dreingjaspøl í heim­ bygdini – og teir sparkaðu mín sann eisini fótbólt! – Ja, eg rann og sparkaði, og gjørdi akkurát tað sama sum allir hinir. Har var eingin munur á. So líðandi kom eisini hugurin til at víðka sjónarringin eitt sindur innan fótbóltsheimin. Næsta stigið í so máta var fótbóltsfelagið NSÍ í Runavík. Avgerandi málið Tá Klæmint fór í 1. flokk í barna­ skúlanum í heimbygdini, byrjaði hann »against all odds« eisini at venja í yngsta liðnum hjá NSÍ. Her fekk hann beinanvegin eyguni upp fyri, hvussu stuttligt og gott tað var at spæla fótbólt á einum liði. Og her hevur hann verið líka síðani, nú hann verður 20 ár í komandi mánaði. – Mær dámdi heilt ómetaliga væl at sparka, og eg legði líka í, hvat læknarnir høvdu sagt um framtíð mína sum fótbóltsleikari, sigur hann. – Eg havi faktist ongatíð hugs að nakað serligt um júst tað. Tað er bert í fáum førum, at brekið forðar honum í at kunna gera alt á einum vølli. Hann fær m.a. illa skotið tey vanligu ristspørkini við vinstra fóti. – Tað er faktist tað einasta, men tað leggi eg heldur einki í, sigur Klæmint, sum kortini hevur skorað fleiri týðandi mál fyri NSÍ í hesum kappingarárinum við høgra fóti. Millum hesi man teljast málið, hann gjørdi í minniliga dystinum ímóti AB í Runavík hin 4. mai. Nýggj mál Tað var ikki fyrrenn í 2007 at Klæmint av álvara kom við á besta liðið hjá NSÍ. So líðandi hevur hann bitið seg fastan sum áleypari og sum mál­ skjútti. Hann hevur higartil skotið fimm av teimum 25 málunum sum felagið hevur fingið í ár. Christian Høgni hevur skotið trý fleiri enn hann. – Jú, tað betýðir sjálvandi nógv, at eg nú byrji inni til hvønn dyst. Tað gevur mær líkasum mót til at hanga í, og tað ger tað sjálvandi eisini stuttligari at spæla fótbólt, slær hann fast. Hetta hevur venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen uttan iva sæð, og hevur tí givið Klæminti nógva spæli tíð higartil í kappingarárinum 2010. Hugurin at spæla fótbólt er so stórur, at hann hugsar eitt sindur um, hvat skal henda víðari á fót­ bóltsleið hansara. – Eg læri í løtuni til timburmann, so tað skal eg hava liðugt fyrst. Eg verði liðugur um eitt ár, og so fáa vit at síggja, hvat fer at henda, slær hann fast. Tað gekk einki serligt hjá NSÍ at byrja við í Vodafone-deildini. Men við eitt kom gongd á verju og álop, og í dag liggja teir nr. 2 í deildini, bert tvey stig aftanfyri HB. Leygardagin vunnu teir 2-1 ímóti FC Suðuroy. Her átti Klæmint eisini sín lut í sigrinum. Sambært heimasíðuni hjá NSÍ kom mál hansara soleiðis: »Í 16. minutti leggur NSÍ seg á odda við máli frá Klæminti. Jústinus, sum var rættuliga væl upplagdur í dag, vinnur bóltin frá Obi Charles nakað frammanfyri miðjuna úti í høgru síðu, setir ferð á og leggur innfyri til Klæmint, sum smekkar til, málmaðurin hálvbjargar, men Klæmint er skjótur á returinum og skjýtur bóltin uppundir nettakið, og so er støðan 1-0 til NSÍ. Eitt sera gott mál av Klæminti, sum eisini spældi sera væl í dag«. Dystarskráin er hørð teir komandi dagarnar. Í kvøld skulu teir spæla ímóti Víkingi í Gøtu, og leygardagin verður spennandi oddabrak og stevnudystur við Løkin, tá oddaliðið HB kemur á vitjan. Nr.2 U21 manglar Tá tann sjey ára gamli Klæmint byrjaði at venja við NSÍ, grunaði hann neyvan, at hann skuldi røkka so langt í fótbólti, sum hann longu hevur gjørt. Umframt tað at hann er vorðin fastur maður í NSÍ-álopinum, hevur hann eisini verið á bæði U15, U17 og í U19-landsliðunum. - Eg bíði bara eftir boðum frá venjaranum hjá U21-landsliðnum, sigur Klæmint við einum brosi. – Eg eri komin langt í fótbólti, men eg havi so sanniliga eisini kempað fyri tí, sigur Klæmint Andrasson Olsen, sum aftur fekk mál leygardagin ímóti FC Suðuroy Mynd: Álvur Haraldsen Tað betýðir sjálvandi nógv, at eg nú byrji inni til hvønn dyst. Tað gevur mær líkasum mót til at hanga í Eg má bara siga, at mamma var sera íðin í viðgerðini av fótinum. Og hon gjørdi hetta frá fyrsta degi av og líka til eg bleiv fimm ár