mikudagur 16. juni 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
Sosialurin
25% færri fiskidagar
Vilmund Jacobsen
Eftir vánaliga tilgongd av
toski á landgrunninum
fleiri ár á rað, eru tveir
árgangir, ávikavist 2008
og 2009, nú á veg, og toska
stovnurin er tískil í vøkstri.
Um ráðandi er, sigur Hav
stovan, at ungfiskurin fær
frið at seta til.
– Tískil eiga upp vakst
rarøkini nær landi og á
øðrum leiðum í størst
møgu ligan mun at friðast
fyri fiskiskap.
Veiðitrýstið eftir toski
seinastu árini er mett at
hava verið ov høgt, sjálvt
um
nógvir
fiskidagar
hava verið óbrúktir. ICES
mælir til ein niðurskurð í
veiðitrýstinum eftir toski
upp á 24% fyri komandi
fiskiár.
– Vit mæla hinvegin
til eina ætlan tey næstu
árini fyri at stilla veiði
trýstið rætt og mæla í
fyrsta umfari til at skerja
dagatalið 25% í mun til
tað tillutaða dagatalið í
verandi fiskiári.
Hýsa illa fyri
Havstovan vísir í sínum
tilmæli á, at hýsustovnurin
eisini er illa fyri og hevur
alla vernd fyri neyðini.
– Hóast 2009 árgangurin
tykist at vera frægari enn
tilgongdin seinastu mongu
árini, sæst hetta ikki aftur
í stovninum fyrr enn um
eini tvey ella trý ár.
– Rættast hevði verið at
banna allari beinleiðis veiði
eftir hýsu og at minka mest
møguligt um hjáveiði av
hýsu í øðrum fiskiskapum.
Men hetta er trupult, tí
hýsa verður fyri tað mesta
veidd í einum blandaðum
línufiskiskapi eftir toski
og hýsu, og toskastovnurin
er so væl fyri, at hann tolir
ávísa roynd.
Havstovan metir tó, at
tann ætlan, ið stovnurin nú
skjýtir upp við 25%skerj
ing um
av
dagatali
og
øðrum ásetingum, eisini fer
at hava gagnliga ávirkan á
hýsustovnin.
ICES endurskoðar
Upsastovnurin er hampi
liga væl fyri, og gýtingar
stovnurin er mettur at
vera oman fyri minst til
rádda markið hjá ICES.
Hinvegin er veiðitrýstið
eftir upsa 38% størri, enn
mælt verður til.
Havstovan
sigur,
at
ICES í løtuni endurskoðar
hægst tilmælta veiðitrýst
fyri upsa.
– Vit meta, at tann ætl
an, ið her verður skotin
upp at stilla dagaskipanina
rætt við at minka líðandi
um dagatalið, eisini fer at
hava gagnliga ávirkan á
upsastovnin, sigur Hav
stovan í sínum tilmæli til
landsstýrismannin í fiski
vinnumálum.
vilmund@sosialurin.fo
Til lag ing av
daga skip an
FISKIDAGASKIPANIN Havstovan mælir til
líðandi tillaging av fiskidagaskipanini. – Vit
meta, at okkara tilmæli fer at hava gagnliga
ávirkan á botnfiskastovnarnar, sigur stovnurin
í sínum tilmæli til landsstýrismannin
Enn einaferð kann
fiskiflotin rokna við, at
fiskidagarnir verða skerdir
nøkur prosent aftrat
Mynd: Vilmund Jacobsen
TILMÆLI
Havstovan mælir til, at fiskidagarnir fyri komandi fiskiár verða
skerdir við 25% - sum saman við øðrum ásetingum skulu verða liður
í eini ætlan at stilla veiðitrýstið rætt, sum stovnurin sigur
Mynd: Vilmund Jacobsen
um stovnarnir verða so smáir
– ella so illa fyri – at vandi er
fyri, at eingin líkinda tilgongd
kann spyrjast burtur úr.
Sama fiskidagatal
Um nakrar dagar fer fiski
daganevndin,
sum
eitt
nú umboðar vinnuna, at
koma við sínum tilmæli til
landsstýrismannin,
Jacob
Vestergaard, um fiskidagar
og um, hvussu fiskiveiðan
skal skipast í fiskiárinum
2010/2011.
Tilmælið hjá fiski daga
nevndini
verður
handað
landsstýrismanninum
hin
22. juni, og í seinasta lagi hin
18. august 2010 fer so Jacob
Vestergaard, at leggja sítt
uppskot fyri løgtingið.
Flestu
undanfarin
ár
hevur tað verið so, at Hav
stov an mælir til stórar niður
skurðir, meðan fiskidaga
nevndin plagar at mæla
til óbroytt fiskidagatal, tó
við verandi avmarkingum
og tekniskum ásetingum,
sum longu eru í lógini um
vinnuligan
fiskiskap
og
teimum kunngerðum, sum
eru nýttar at hesi.
Nýggja fiskiárið byrjar hin
1. september 2010 og endar 31.
august í 2011.
vilmund@sosialurin.fo
... flestu undanfarin
ár hevur tað verið so,
at Havstovan mælir
til stórar niðurskurðir,
meðan fiskidaganevndin
plagar at mæla til
óbroytt fiskidagatal...