Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 10 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Tað er týsdagur 4. mai 2010 og eini 400 fólk eru komin til nakað so sjáld­ samt sum ein botndyst í Runa vík, millum NSÍ og AB. Fótbóltsveðrið er av tí allarbesta, men tað hugsa fólk neyvan so nógv. Tí her stendur nógv uppá spæl á vøll­ inum við Løkin. NSÍ hevur ongan sigur vunnið higartil í kappingini, nú fýra umfør eru spæld. Bert eitt einstakt stig er komið í hús, og kreppa tykist vera í fe lag num, tí úrslitini ikki hava verið sum væntað og vónað. Liðið er umskipað nakað til dyst in, soleiðis at Klæmint Olsen nú er fremsti maður í álopinum, saman við liðfelaga sínum Christiani Høgna Jacobsen. Allir 11 á vøllinum tykjast tendr­ aðir og vilja vinna dystin. Tá farið varð til hálvleiks, var lítið sum bendi á, at NSÍ skuldi vinna henda dystin. Men tá leikararnir komu út til seinna hálvleik, var talan um eitt annað lið, sum beinanvegin legði til brots við vandamiklum álops­ spæli. Tað skuldu bert ganga 10 minuttir aftr at til hol kom á: NSÍ hevur fríspark úr 25 metrar frá­ støðu. Skot ið rakar AB­ verj una, bólt ­ urin støkk ur út til Christ ­ ian Høgna sum lang ar til, og inni í 5­metri num skal Klæ mint bert seta fótin á og snitta bóltin í málið til 1­0. Frøin var sjálvandi stór á hon­ um, hinum leikarunum og við­ halds fólkum teirra. Men málið hevði eisini ein annan og kanska nógv størri týdning fyri NSÍ­liðið, tí nú kom verulig gongd á flótandi álopsspælið – ikki bert í hesum dystinum, men síðani. Teir vunnu henda dystin 3­0 og hava vunnið allar dystirnar síðani. – Jú, hetta var ein minniligur dystur og eisini eitt minniligt mál sum eg fekk, sigur Klæmint Olsen við einum brosi. – Eg eri glaður fyri, at eg eri komin so langt sum eg eri á fót­ bóltsleiðini. Men eg havi so sanni­ liga eisini kempað fyri tí. Venjing og venjing 17. juli 1990 varð Klæmint Andrasson Olsen borin í heim. Foreldrini vóru, sum vera man, errin av og fegin um sítt nýfødda barn. Tað var kortini eitt, ið harmaði tey bæði eitt sindur: Tey høvdu nevniliga fingið at vita, at sonur teirra, hetta fyrstafødda barn teirra, hevði eitt likamligt brek. Hann hevði nevniliga klumpfót í vinstra beini. Her var talan um eitt brek sum kanska ikki var av teimum stóru, men sum kortini kundi koma at merkja lív hansara sum ungur, og ikki minst sum vaksin. Hóast foreldrini uttan iva hava fingið eitt minni sjokk av boðunum frá læknunum, so fingu tey kortini at vita, at hjálp var at heinta fyri lítla Klæmint. Stutt eftir føðingina varð hann lagdur undir skurð, og foreldrini fingu boð um at venja og mýkja fótin hvønn einasta dag – morgun og kvøld í einar 45 til 60 minuttir hvørja ferð í eitt heilt ár. Hetta varð gjørt so trúliga, eins og hann var til kanningar í Danmark við jøvnum millumbilum. Umframt hetta skuldi hann eisini sova við einum skinnara, soleiðis at fóturin so líðandi kom uppá pláss. Og soleiðis, at fylgjurnar av brekinum gjørdust so avmarkaðar sum til bar. – Ja, eg má bara siga, at mamma var sera íðin í viðgerini av fótinum. – Eg havi kEmpað fyri tí Rituvík »Hann hevur klumpfót. Hann fer at hava eitt vanligt lív, men fótbólt - tað kemur hann ongatíð at kunna spæla«, ljóðaðu boðini frá læknunum til foreldrini hjá tí nýfødda Klæmint Andrasson Olsen. Hetta var fyri skjótt 20 árum síðani, men í dag er hann ein av føstu og fremstu áleyparunum hjá NSÍ, her hann eisini dugir at gera mál. – Eg elski at sparka bólt, sigur ungi rituvíkingurin við nr. 13 á rygginum. Lesið her samrøðuna við unga mannin sum ikki góðtók keðiligu boðini frá læknunum.