Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 14 Sosialurin Er tað HM ella H&M, ið setir dagskránna? Sigur ein HM, hugsa kvinnur kanska um klædnamerkið Hennes & Mauritz, meðan menn óivað fáa eygu so stór sum fót­ bóltar, og hugsa um hemsmeistarakappingina í fótbólti, sum er í Suðurafrika í hesum døgum, og sum verður varpað í sjónvarpi fleiri ferðir um dagin. Hvussu er, og ikki, so eru tað hesir báðir bókstavirnir, ið seta dám á gerandisdagin í hesum døgum. Og tað er HM í fótbólti, ið hevur skuld í hesum. Framum alt annað heimligt stríð og strev ella løtuverk, so er tað í Suðurafrika, at stórhendingarnar fara fram. Og hesar fáa vit beint inn í stovuna, tí Kringvarpið sendir árla og seint nakrar av dystunum. Hetta gleðir mong, men kann óivað eisini varpað ljós á ósjónlig mørk, ið annars eru vanlig fyri, nær sjónvarpið sleppur at valda, og hvat skal vísast í stovuni. Soleiðis er tað nú einaferð, og eigur helst so at vera. Tað eru 4 vikur, so er alt við tað gamla, og so eru tað aftur desperatar húsmøður ella dansikapping, ið stjelur hyggjarar og bestu senditíð. Og her skal als ikki rógvast uppundir, at mannfólk hyggja at einum, og kvinnur at øðrum. Óivað hyggja bæði menn og kvinnur at fótbólti, húsmøðrum og dansi. Men fjalast kann ikki, at hasi hornini, ið seta larmandi dám á dystirnar hesaferð í Suðurafrika, eru ótolandi. Hyggjast má eftir HM við ljóðinum settum á minsta mark, so onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, eru tað kanska fleiri, ið hugsa. Annað, ið setir dagskrá, er løgmaður, og útsøgnir hansara á ríkisfundi herfyri. Dagur og Vika hevur tikið evnið upp, og rós eiga mannig og vertur fyri, at ongin spælir mikrofonhaldari, men farið verður eftir landsins kosnu, so teir ikki sleppa at snúgva sær undan við lættkeyptum undanførslum. Nýggja sniðið, ið Dagur og Vika hevur, er ein avgjørdur bati. Eg veit tó ikki, um hetta er tað, ið eg hevði hugsað mær, tí heldur vildi eg havt eina betri og breiðari tíðindasending, og so aðrar kjak­ og temasendingar. Um tær so bara vardu í 10, 15 ella 20 minuttir. Men lat tað fara. Allur bati bøtur. Føroyingar eru allastaðni. Og teir gera av og á vart við seg úti í heimi.Onkur á heldur óhepnan hátt. Ein fekk eitt flogfar at lenda, so hann kundi verða tveittur úr flogfarinum í Canada, har løgregla stóð fyri honum. Útlendskir miðlar settu navn á mannin og onkur føroyskur netmiðil hevði onkra leinkju, ið vísti á hesa avdúking, fyri síðani at taka hetta burtur aftur, er mær sagt. Eitt føroyskt blað skal eisini hava havt hesa avdúking á forsíðuni. Slíkt eigur at skapa kjak um miðlar, mannagongd og miðlasið. Og tað hevur hetta, sum skilst, eisini gjørt. Í Føroyum hevur verið vanligt at vísa hógv, innan lopið verður avstað við mynd og nøvnum, tá ymiskt viðkvamt verður viðgjørt. Hetta er helst gott. Men sjálvandi ikki bara gott. Eitt kjak um hetta er viðkomandi og uppá sítt pláss, eins og kjakið um, nær miðlar eru keyptir ella seldir og í lummanum á øðrum. Men hetta síðsta tykist verða gloymt longu nú, og kódnað í kjakið um nakrar metingar hjá løgmanni í Skagen, og øllum spenniginum, sum HM hevur við sær. Fólk tykjast at vera til dystin fús beinanvegin, okkurt kemur upp at venda, men tó tykist, sum skjótt kólnar fjús, og leitast skal skjótt eftir nýggjum og spennandi hermótum at berjast á. Tí at dvølja ov leingi á sama stað, tað er ein farin tíð. Til tess er ferðin ov stór í okkara gerandisdegi, og skjótt flytist fokus. Miðlar Dagfinn Olsen dagfinn.olsen@skulin.fo Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar. Til dystin fús Leo Poulsen Tað hevur skapt nógv kjak og nógva umrøðu, at Imme Dam í einari talu í Ebenezer mælti fólki frá, at fara til konsert hjá Elton John. Og í morgun hevði Rás2 sett honum stevnu at tosa um taluna. – Hetta hevur verið ein sjáldsom vika. Eg havi ong­ antíð flent so nógv, sum í gjár, eftir øllum skeivu end­ ur gevingunum. Og tí eri eg glaður fyri, at tit spæla taluna av, sum eg helt, tí so kunnu fólk sjálvi gera sær sínar tankar um, hvat eg segði og hvat eg meinti, segði Imme Dam. Sambært honum livir Elton John eitt lív í andstygn fyri Harranum. – Eg fegnist um sangin í síni heild, men tann, sum tráat eftir at hoyra handan mannin, hevur ikki sangin í hjartanum, segði Imme Dam. Hann vísti til dirigentin í Himli, sum varð stoyttur út, tá hann sjálvur vildi verða tilbiðin. – Satan vildi verða tilbiðin og tað vilja teir eisini, sum syngja Satans sangir, segði Imme Dam, sum annars undraðist á, at hetta, hann segði, skuldi fara so langt út um Ebenezer. Hann vísir til Bíbliuna sum sigur, at tað e andstyggiligt, at maður livir saman við manni. – Tað er ein markering, sum fer fram, og hví velja tað verra fram um tað betra, spyr Imme Dam sum heldur, at skapningurin nú er komin í fokus heldur enn skaparin. Bønhoyrdur Annars avdúkaði Imme Dam, at hann ikki soknar við, at konsertin verður av nøkrum. – Eg havi í hvussu er biðið Harran um, at hann forðar fyri, at konsertin verður til nakað, og Hann hoyrir bønir, segði Imme Dam. Hann heldur eisini lítið um úttalilsir í fjølmiðlunum, har leiðslan í Ebenezer verð­ ur endurgivin fyri at taka frástøðu frá tí, sum Imme Dam hevur ført fram. – Eg veit einki um, at leiðslan í Ebenezer hev­ ur havt nakran fund um hetta málið, og tað er undr­ unnarvert, at eingin í leiðsl­ uni torir at stíga fram við navni, segði Imme dam. Tað undraði hann heldur ikki, at limir úr eitt nú Lívdini fara mannsterkir til konsert hjá Elton John. – Tað eru tey, sum fylgja Harranum, og so tey, sum latast at gera tað, staðfesti Imme Dam. Hann hevði einki ímóti at svara spurningum, sum lurtararnir sendu inn í sendingini, men hann hevði eitt ófrávíkiligt mark. Og tá vertirnir settu eitt lag hjá Elton John á, var Imme Dam ógvuliga avgjørdur: – Spæla tit Elton John, so fari eg til hús, segði hann. Og soleiðis fánaðu tónar­ nir av »Your Song« hjá Elton John út og vórðu avloystir av »It’s a Beautiful Life« hjá Ace of Base. Og meðan Imme Dam takkaði vertinum fyri dirvi, at senda eina slíka sending, valdi hann kortini at taka ímóti einum atgongumerki til konsertina hjá Elton John við orðunum: – So veit eg, at tað verð ur ein áhoyrari færri til kon­ sertina! Eg rými spæla tit Elton John So avgjørdur var gesturin í morgunsendingini hjá Rás2, Imme Dam. Hann var boðin í rásarúmið at tosa um taluna, hann helt í Ebenezer, har hann ráddi fólki frá at fara til konsert hjá Elton John Verturin í morgunsendingini, Barbara Holm, handar Imma Dam eitt atgongumerki til konsertina hjá Elton John Mynd: Álvur Haraldsen GÁVUMILD