mikudagur 16. juni 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
Sosialurin
Oyggjablaðið
– Ein kirkjugarður skal sjálvandi
haldast sum so mangt annað, sigur
gravarin, Børge Lamhauge. Ein
av hansara uppgávum er at halda
kirkjugarðin við Glyvra kirkju.
Nú veðrið er av tí allar besta,
henda mikudagin í farnu viku,
var Børge farin í holt við eina
av dagsins uppgávum longu frá
morgunstundini.
Ein av mongu grasblettunum
í kirkjugarðinum skal sláast enn
einaferð.
– Líkt er til, at grasið vekur væl
í ár, hóast kuldan sum hevur verið,
sigur Børge Lamhauge.
Hann hevur eisini ábyrgdina
av kirkjugørðunum í Rituvík og í
Oyndarfirði.
Lættari
At halda ein kirkjugarð umfatar
ikki bert tað at sláa grasið. Sum
gravari her á Glyvrum hevur Børge
eisini aðrar uppgávur.
Ein onnur uppgáva er at gera
gravirnar klárar í samband við
jarðarferð.
Hvussu nógvar gravir ið verða
grivnar um árið, er sjálvandi ójavnt.
Men okkurt árið hava teir grivið
25 gravir íalt í teimum trimum
kirkjugørðunum á Glyvrum, Oynd
arfirði og Rituvík.
Fyrr tók tað sína tíð, tí tá varð
tað gjørt við spaka og handamegi.
– Í dag hava vit eina gravi
maskinu, so nú gongur tað nógv
lættari, sigur Børge Lamhauge.
Við sláimaskinuni gongur tað
bæði skjótt og væl at sláa grasið
í kirkjugarðinum á Glyvrum
Mynd: Jens Kristian Vang
Skal eisini haldast
Bakkavegur 9 · FO-625 Glyvrar · Faroe Islands · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09
bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com
sansir.fo
Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum. Samanborið við bestu út lendsku ali-
feløgini hevur Bakkafrost ein góðan og sunnan rakstur, ið kastar væl av sær. Í
heimshøpi liggur Bakkafrost millum tey størstu feløgini mált eftir framleiðslunøgd.
Hesa støðu ætlar Bakkafrost at halda fast í, og ætlar sær at vaksa, tá ið høvið býðst.
Bakkafrost hevur aliloyvir á 15 støðum, rekur fimm smoltstøðir, og hevur tvey
slátur virkir. Framleiðslan av liðugtvøru liggur á Glyvrum, har ið Bakkafrost eisini
hevur sína høvuðsskriv stovu.
Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðar-
framleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar.
Bakkafrost varð skrásett á Oslo Børs í mars 2010.
BakkaFrOST ynSkIr øllum
eina góða eystanstevnu