mikudagur 16. juni 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
16
Sosialurin
Njál Djurhuus
Fagnaðarljóð
Ikki var tað undarligt, at alt Suður-
Afrika bros andi reistist á føtur
við upp lyft um ørm um róp andi
Tshabalala!
Hesin
fót bólts leik-
ari hevði givið teim um vón ina, nú
heims meist ara skap ið
í
fót bólti
var byrj að, og Suður-Afrika av
øllum var fyrsta landið, ið skor aði
eitt frálíkt mál. Eg sá send ing frá
Soweto, ið er býar partur beint uttan
fyri Johannesburg. Har búgva tey
mest fátæku í landinum, tey vóru
stolt sum hanar har tey dansaðu
og róptu úti á gøtuni, so ein
bókstaviliga hoyrdi vuvuzela-ljóðið
av HM, ið fylti stovu mína har eg
sat bergtikin og hugdi at í Oslo. Ikki
at undrast yvir at Cape Town, ja alt
landið er útselt fyri oyraproppar.
Tshabalala hevur skrivað navn sítt
í søgubókina við gullbókstavum,
og fótbólts áhugaði um allan heim
koma frameftir rætt sum er at
rópa navnið, ja sjálvt í Gundadali
fer onkur at rópa Tshabalala tá
mál verður skorað, tí orðið rullar so
ótrúliga lætt á tung uni!
Tá eg gavst sum leiðari vegna
aldur, vóru fleiri tal ur hildnar og
sagt varð, at ein hevði evnir at
verða posi tivur og geva herðaklapp
og góða leiðbeining til øll, bæði
arbeiðstakarar og brúk ar ar. Tað er
møguligt, at so er, tí tað er drepandi
við leiðarum, ið alla tíðina skulu
verða atfinningarsamir og dømandi.
Hetta er ein stórur trupulleiki
í nógvum virkjum og til tíðir í
andaligum sam komum tíverri, og
úrslitið verð ur hareftir, men tað
mest ótrúliga er, at hesir per sónar
ofta einki síggja, tí tey hava kikaran
fyri tað blinda eygað.
Herðaklapp
Ynski eg í hesi grein at geva til
Frelsunarherin í Suður-Afrika. Eg
eri stoltur av tykk um og at verða
við í ein um felagsskapi, sum hev ur
um hugsan fyri bæði tí handaliga og
andaliga. Tit hava 179 sam komur
um landið, og í tí stóra sosiala
arbeiði tykkara hava tit fjølbroytt
arbeiði fyri alt ættarliðið, til dømis
tey sjúku og gomlu, og eg veit at tit
hava tríggjar sjúkrasystraskúlar,
har bæði kvinnuligir og mannligir
næmingar fáa sína útbúgving.
Hóast summir av myndugleikum
landsins ikki viðurkenna Aids
og HIV, so vita tit at AIDS fyrstu
ferð var sjúkuavgjørt í 1981 og HIV
eyðmerkt í 1984 av tveimum lækna-
vísindaliðum úr USA og Fraklandi.
Tíverri ríður henda sjúka landið
sum ein sonn marra!
Halleluja
Eg lovi Harranum í dag og eri sera
errin og stoltur av frelsunarher-
brøðrum
og
systr um
okkara
í Suður-Afrika. 11. juni byrjaði
heims meist ara skapið í fótbólti,
men tey hava alla reiða í nógvar
mán aðir fyri reikað seg til tað.
Leiðsla Frelsunar her sins setti Patti
Niemand kaptein til at leiða fyri-
reik ingar arbeiðið, og meðan menn
kappast á fót bólts vølli, eru allir
limir Frelsunar hersins kallaðir út
á gøturnar til satt upp bygg ingar-
arbeiði.
Tey hava fingið góða hjálp frá
frelsunarherfólki úr øðrum londum
úr Afrika og serstakliga frá USA
og Canada. Málið er at arbeiða á
gøtunum og í viðarlundum, har
viðhaldsfólkini hjá teim um ymisku
londunum halda til.
Barnaklubbar og
fótbóltskúlar
Frelsunarherurin hevur í dag 73
barnaklubbar og 40 fót bóltsskúlar
í Suður-Afrika.
Hetta arbeiði skal víðk ast stórt,
og tey hava sum mál undir heims-
meistara skap inum at fáa 10.000
nýggjar limir. Arbeitt hevur verið
við eini telduskipan fyri hetta
arbeiði, og har er alt liðugt nú. Ein
roynir at fáa børn ini burtur frá
gøtuni og lógar broti, samstundis
sum ein veit at hópur av børnum
verða misnýtt kynsliga.
Søla av menniskja
kroppinum
Vit høvdu eitt fjølbroytt og gott
arbeiði i Vancover í Canada undir
vetrar-OL fyrr í ár, og har hevur
ein fingið góðar royndir sum koma
væl við nú. Tí er ein hópur av
frelsunarherfólki harfrá eisini við
í Suður-Afrika. Tíverri er søla av
menn iskja kropp inum ein økjandi
trupul leiki, og eg eri sera stoltur av,
at millum annað Frelsunarherurin
um allan heim er í hernaði ímóti
hesum óhugnaliga leiki, ið fer fram.
Sjálvur kenni eg fleiri, ið hava livað
av skøkju levnaði í Oslo, og tað er
rætt sum ein teirra segði: »Eg byrjaði
sum 13 ára gomul, nú eri eg farin um
tey 50 og likam mítt kennist sum
ein stinkandi kloakk!«
Undir HM ynskir Frelsun ar-
herurin at geva kunning um hetta
evni til øll, og eftir sum tað nú er
HM í fótbólti, verður reyða kortið
givið út til øll við eini frágreiðing.
Frelsunarherurin er eisini við
í einum felagskristiligum tiltaki í
HM undir navninum »The Ultimate
Goal!« Har hava vit luttikið í fleiri
ár.
HM í fótbólti
heldur fram til miðjan juli, og nógv
okkara gleða okkum til tað.
Tað eru ikki fótbólts spælarar
og leiðarar har, ið skapa hesar
trupulleikar, eg havi nevnt
í hesari grein, tí eg eri
sannførdur um, at høvdu
teir rátt, so hevði hes in
ólevn aður verið bann-
aður.
Men
tíverri
koma
kenslu-
og hjartaleysir
speku lant ar
í
kjalar vørr-
in um av tí,
ið
gott,
hugnaligt, áhugavert og
spennandi er. Tí treingir
heimurin øll positiv menn -
iskjur, ið taka saman sam-
arbeiðs hendur og virka
fyri, at heimurin verður
ein betri staður at liva
í, har øll hava lívsins
rætt undir tryggum og
góðum viðurskiftum.
Vert er at nevna, at
tað hendir nógv annað
positivt
sum
góð
mentunartiltøk uttan
fyri leikvøllinar.
So mín áheitan er:
Setið tykk um við sjón-
varpið og hugn ið tykk um
yvir tað, tit síggja av monnum,
ið kappast um æru og heiður.
Bestu ynskir til dómara stættina
eisini. Eg ynski eitt gott, friðaligt
og rættvíst heimsmeistaraskap,
men samstundis vil eg biðja tey
trúgvandi um at biðja fyri teimum,
ið erliga stríðast uttan fyri leik vøll-
irnar ímóti niðurbrótandi kreft-
um.
Við ítróttarkvøðu!
TSHABALALA!
Ikki var tað undarligt, at alt Suður-
Afrika bros andi reistist á føtur við
upp lyft um ørm um róp andi Tshabalala!
Hesin fót bólts leik ari hevði givið
teim um vón ina, nú heims meist-
ara skap ið í fót bólti var byrj að, og
Suður-Afrika av øllum var fyrsta
landið, ið skor aði eitt frálíkt mál.
Tshabalala skoraði fyrsta málið í
opningsdystinum í HM í Suðurafrika