mikudagur 16. juni 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
16
Sosialurin
Oyggjablaðið
Ein mikudagu
Mikudagin í farnu viku vitjaði bygdaredaksjónin hjá Sosialinum í Runavík. Í góðveðrinum henda dagin var
nógv virksemi uttandura og innandura, eins og myndamaður okkara vísir við hesum myndum sínum.
So er bert eftir at vóna, at sama veðrið verður um vikuskiftið.
GONG
Tað var ik
høvdu ging
- Runavík.
Í dag var e
MATSTOVA
Pêche er ein av
matstøðunum í Saltangará,
sum lat upp fyri júst
einum ári síðani. Kokkur
í matstovuni, sum pápi
hansara eigur, er Egi
Othard Danielsen av
Strondum. Hóast húsið var
fult av svongum fólkum,
gav hann sær kortini
stundir at leypa uttandura
til eina myndatøku.
STUÐLAR
Uttan eitt gott bakland, bar neyvan til at
hildið einum slíkum felagi sum NSÍ uppi.
Tey vaksnu fylgja við børnunum til venjing
og til dyst. Og so er hetta eisini eitt gott
høvið at fáa sær eitt prát í góðveðrinum,
meðan børnini venja á vøllinum.
SKOT
NSÍ er eitt at virknu fótbóltsfeløgunum í landinum. Her hevur
ein eisini skilt, hvussu týdningarmikið tað er, at tey ungu og
børnini verða sett við. Hesi ungi drongurin roynir seg við
einum skoti, og man hann ikki hava fingið bóltin í málið?
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang