mikudagur 16. juni 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
20
Sosialurin
Jan Müller
Hetta skilst frá keldum á
Jarðfeingi, sum nú í eina tíð
hevur bíðað í spenningi eftir,
at ENI skuldi fara undir at
bora sjeynda brunnin á
landgrunninum.
At
boringin
nærkast
kundi arbeiðsfundurin og
økta virksemið í hølunum
hjá ENI í Havn í farnu viku
bent á. Tá vórðu umboð fyri
ENI og ymsar myndugleikar
savnað til at gjøgnumganga
eitt nú tilbúgvingarætlan
og øll onnur hugsandi við
ur skifti í sambandi við bor
ingina.
Tað hevur tikið meiri tíð
hjá Total, sum í løtuni brúkar
boripallin í norskum øki at
gera sítt arbeiði liðugt. Og tí
er boriskráin broytt nakrar
ferðir hesa seinastu tíðina.
Men nú tykist løtan nærkast,
tá hol aftur verður sett á
føroysku undirgrundina.
Úrslit í september
Boringin er mett at taka um
leið 75 dagar, og tað merkir at
verður borurin settur í fyrst
í juli mánað, so verður hon
liðug umleið hálvan sepø
tember. Tað er trupult at
fáa nakað at vita frá italska
fyristøðufelagnum
um
kom andi boriverkætlanina.
Men hyggja vit í seinastu
útgávuna av Faroe Business
Report, sum kom út nú um
dagarnar, so verður sambært
skotska oljujournalistinum,
Jeremy
Cresswell,
mett,
at Anne Marie leiðin inni
held ur møguleika fyri ein
um góðum úrsliti. Dýpið,
har borað verður, er 1250
metrar. Farið verður eftir
ser stakliga tveimum mál um
í undirgrundini, og ser frøð
ingar meta, at annað málið
kann goyma upp í 600 mill.
tunnur av olju og hitt millum
500 mill. og 2 milliardir
tunnur.
Bjartskygdur
Graham Stewart, stjóri í
Faroe Petroleum, sum er
við í verkætlanini, er bjart
skygdur og sigur við Faroe
Business Report, at Anne
Marie leiðin er tann leiðin
á Føroyaøkinum, sum er
best kannað. Felagið hevur
verið við í oljuleitingini frá
byrjan fyri 10 árum síðani.
Hann sigur, at Anne Marie er
eitt sera stórt prospekt (485
km2) og líkist nógv tí stóra
oljufundinum, sum er gjørt
beint
hinumegin
markið,
Rosebank/Lochnagar.
Anne Marie er bert 30
kilometrar frá hesi kelduni.
Hann vísir á, at har er lítið
basalt. Sagt verður, at hetta er
mest lovandi økið í Føroyum
og verða kolvetni funnin, so
verður tað nakað stórt. Váðin
er moderatur, nú man er farin
at skilja jarðfrøðina í hesum
økinum betur. Hann sigur
eisini við blaðið, at Anne
Marie er nógv øðrvísi enn
Williamøkið, sum BP boraði
í 2007 og 2008, har teir máttu
gjøgum
tjúkk
basaltløg,
áðr enn komið varð niður á
sedi ment, sum so aftur vóru
skuffandi.
Jeremy Cresswell heldur
sjálvur fyri í greinini, at
tað annars sera loynisama
oljufelagið ENI fer helst at
verða undir stórum trýsti
til at kunngera úrslitið av
bor ingini heldur fyrr enn
seinni, orsakað av føroyska
tjóðskaparliga áhuganum.
Umframt ENI, sum hevur
30% í loyvinum, hava Dana
Petroleum 25%, OMV 20%,
Faroe Petroleum 12,5% og
Cieco 12,5%.
jan@sosialurin.fo
Hetta er mest lovandi
økið í Føroyum og verða
kolvetni funnin, so
verður tað nakað stórt.
GrahaM Stewart
Hol á undir grund ina
um mánaðarskiftið
7. brunnurin Eftir fleiri seinkingar verður nú roknað við rættiligari vissu, at pallurin
West Phoenix setir borin í føroysku undirgrundina um mánaðarskiftið juni/juli.
West Phoenix borar um mánaðarskiftið