Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Sosialurin Oyggjablaðið n halda í 10 ár Ringur skrivari ... Í hesum HM-døgum hevur nógv verið at hoyrt um tann nýggja bóltin, ið verður brúktur í kappingini. Tað eru ikki allir fótbóltsleikararnir sum eru eins fegnir um hann. Tá talan er um kappróður, hevur onkur verið frammi og tosað um, hvussu bátarnir eru bygdir. Hildið verður, at bátarnir kanska eru ov tungir at rógva við og at teir taka lættari vatn í seg nú enn teir gjørdu áður, ístaðin fyri at venda árunum annan veg, og kanska spyrja, hvussu manningin man vera fyri likamliga. Nógv róðrarfólk ganga høgt uppí, at báturin ikki skal viga ov nógv, og eru úrslitini ikki teimum eftir vild, kemur ynskið fram um at skifta bátin úr 3. ella 4. hvørt ár. Í arbeiði sínum møtir Sámal onkutíð slíkum úttalilsum, hóast báturin ikki nýtist at vera so nógv slitin. Hinvegin er neyvan nakar ivi um, at ein spildurnýggjur bátur eisini átti at verið ein gularót, sum mong nýggj feløg dyrgja við fyri at fáa manningar. sum eg onkutíð havi havt, greiðir hann frá. – Ta einu tíðina vóru ikki færri enn 15 bátar á bíðilista. Tá Havnarbáturin er liðugur, fer Sámal beinanvegin at gera klárt til ta næstu uppgávuna. Tað er eitt 6-mannafar til Argja Róðrarfelag. Eftirspurningurin eftir bátum stendur og fellur á mangar mátar við, hvussu vinnulívið hevur tað. Uttan góðar stuðlar hava mong róðrarfeløg helst trupult við at fíggja eina slíka íløgu. Halda leingi Sum bátasmiður ynskir Sámal Hansen sjálvandi, at hann hevur nóg mikið at gera. – Ja, faktiskt áttu feløgini at skift bátar sínar út nógv oftari, enn hvat tey gera, sigur hann við einum skálkabrosi. Veruleikin er hann, at ein væl hildin bátur væl hildin, kann halda í rættiliga nógv ár. Eitt dømi um hetta eru tann nýggi og tann gamli Eysturoyingur. Í fjør fekk felagið eitt nýtt 10-manna far, í mun til tann gamla sum er frá 1998. Men um ein hugdi eftir teimum báðum, har teir stóðu lið um lið í neystinum, var nærum vónleyst at siga, hvør var tann nýggi og hvør var tann gamli. – Tað viktigasta er, at báturin verður væl røktur. Verður hann tað, kann hann saktans halda í 10 ár ella meiri, slær Sámal Hansen fast. Ta einu tíðina vóru ikki færri enn 15 bátar á bíðilista Tað viktig­ asta er, at báturin verður væl røktur. Verður hann tað, kann hann saktans halda í 10 ár ella meiri