mikudagur 16. juni 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
Sosialurin
Snorri Brend
Nú tað stundar til stevnu, er ikki
frítt, at tey mongu handilsfólkini á
eystara armi á Skálafjørðinum hava
gjørt seg út.
Ein teirra er mótahandilin Shop-
Inn, har úrvalið er stórt og har
nógv verður gjørt burtur úr at vísa
klæðini fram á rættan hátt.
Mary Klein ynskti hesa løtuna
eisini at síggja, hvat úrval nú fekst
her. Hon gongur á Handilsskúla á
Kambsdali, og hevði henda dagin
bert ta einu royndina eftir.
– Ja, so er liðugt fyri í summar,
slóð hon fast.
Mary hevur mangan áður vitjað
í Shop-Inn, og kann bara staðfesta,
at tey duga væl at selja klæðir.
– Eg kann so ikki seta fingurin á
nakað. Hetta er eitt fittligt fólkaslag,
sigur Mary Klein brosandi.
Hon er ikki einasti fremmandi
gesturin í dag. Stutt frammanundan
høvdu tvær konur úr Klaksvík verið
í somu ørindum.
Detti inn á gólvið
Veðrið var avgjørt til vildar at
keypa sær klæðir henda mikudagin
í farnu viku.
Sólin skein oman og niðan,
og øll tyktust vera í góðum lagi.
Eisini hand ils fólkini vóru merkt av
góða veðrinum, m.a. her á Glyvra-
vegnum.
Granni hjá Shop-Inn er blómu-
handilin Orkis, og her var eitt gott
úrval av vøkrum blómum sett út
fyri dyr at leska sær av sólini.
Inni í mótahandlinum gekk
Mary og hugdi eftir tí stóra úrval-
inum sum finst í handlinum við tí
avmarkaða plássinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð at Mary
er farin inn í Shop-Inn.
– Eg plagi at detta inn á gólvið her
viðhvørt, sigur hon við einum brosi.
– Ja, tað er faktist næstan hvørja
ferð eg fari út á Skálafjørðin.
Buksur
Í mótahandlinum finst nógv av tí
sum kvinnum dáma at hyggja eftir,
royna og í mongum førum eisini
keypa.
Hetta sama kundi Mary úr
Fugla firði eisini staðfesta: Úrvalið
hjá Shop-Inn er meiri til hennara
stíl.
– Mær dámar sera væl at koma
inn her. Eg finni næstan altíð tað,
sum eg komi eftir, sigur hon.
Í dag vóru hon og dóttirin, Marna
sum nevnt farnar út á Skálafjørðin
at hugna sær í góðveðrinum. Men
hon hevði eisini eitt annað ynski, ið
hon vónaði at fáa uppfylt her.
– Eg ætlaði at hyggja mær eftir
einum vanligum buksum. Men nú
komu tit og órógvaðu meg, sigur
hon við einum brosi.
Um hon fekk keypt sær sínar
buksur, skal kortini verða ósagt.
Inn at shoppa mótan
Glyvrar – Eg havi altíð fingið góða tænastu her í Shop-Inn, sigur Mary Klein úr Fuglafirði.
Mikudagin vitjaði hon enn eina ferð í mótahandlinum á Glyvrum
– Eg fái altíð góða tænastu her, sigur Mary Klein (uttast høgrumegin) úr Fuglafirði, sum her hyggur sær eftir einum buksum
á Glyvrum. Uttast vinstrumegin er dóttirin, Marna og í miðjuni handilskvinnan, Harriet Højgaard
Mynd: Jens Kristian Vang
Øðrvísi úrval
Mótahandilin Shop-Inn er
ein av mongum í Runavíkar
kommunu.
Hjá kvinnum er tað ein
sannroynd, at stuttligt er
at fara burtur í aðra bygd at
tjekka úrvalið av á tí stað-
num.
Undir eini vitjan í einum
mótahandli í Fuglafirði her-
fyri, hittu vit eina kvinnu úr
Klaksvík sum var farin til
handils her.
Hetta kann handils kvinn-
an, Harriet Højgaard eisini
staðfesta, tí higar koma fólk
allastaðni frá, bæði úr Eyst -
uroynni, Havnini og aðra-
staðni.
– Beint áðrenn tit komu,
vóru tvær konur frá Klaksvík
her, sigur hon.
Beint
áðrenn tit
komu, vóru
tvær konur úr
Klaksvík her
Harriet Højgaard,
HandilSkvinna
Mær dámar sera væl at
koma inn her. Eg finni næstan
altíð tað, sum eg komi eftir
Mary klein, viðSkiftafólk