mikudagur 16. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
18
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Tað var tann tíð, tá føroyski báturin
hevði sín týdning, tá farið varð á
handilsferð ella til útróðrar.
Tá hesin týdningur so líðandi
minkaði við menningini á sjógvi og
landi, var farið undir at skipa fyri
kappróðri á ólavsøku og í sambandi
við aðrar stevnur.
Fyrstu árini var mest róð við
teimum bátum sum vóru tøkir,
men seinnu árini hava feløgini latið
smíðað bátar til kappróður.
Í síni tíð var tann víða kendi og
væl dámdi Niklas í Koltri hann, ið
smíðaði flestu bátarnar. Í dag er
Sámal Hansen úr Runavík hann,
ið smíðar allarflestu kapp róð rar
bátarnar. Og einki bendir á, at hann
fer at gerast arbeiðsleysur við tað
fyrsta.
– Nei, tað rokni eg ikki við. Eg eri
beint nú í ferð við at gera ein bát
lidnan. Og so standa ein rúgva av
øðrum bátum og bíða, sigur Sámal
Hansen, sum beinanvegin ætlar
sær undir tann næsta.
Hóast hann í mangar mátar
hevur eitt einsligt arbeiði, er hann
eisini við í øðrum verki. Hann er
formaður í tí lokala róðrarfelagnum,
og er stýrimaður í bátinum sum
dóttir hansara rør við. Og so er
hann mín sann eisini venjari hjá
smádreingjunum í NSÍ.
– Tú sært, – eg havi nokk at gera,
og havi næstan ikki tíð at smíða
bátarnar, sigur hann við einum
brosi.
11 sterkir mans
Inni í kjallara sínum er Sámal í
løtuni í ferð við at smíða ein nýggj
an kappróðrarbát.
Talan er um eitt nýtt 10mannafar
til Havnar Róðrarfelag – við øðrum
orðum: ein nýggjan Havnarbát, sum
verður klárur í hesi vikuni.
Ætlanin var vist, at hann skuldi
vera klárur til ársins fyrsta FM
róður í Klaksvík næstseinasta
viku skiftið. Og fyri Sámal hevði
tað neyvan verið nakar trupulleiki
at halda tíðarfreistina.
Men í farnu viku upplivdi Sámal
tað heldur sjáldsama og løgna, at
hann ikki fekk fatur á øllum til far
in um til liðuggerð av bátinum, m.a.
tí serliga seyminum.
– Hinvegin vísti tað seg, at tað
var nokk eingin manning til bátin
beint nú. Og tí havi eg tikið árarnar
og annað fram um tað, greiðir Sám
al frá. – Annars hevði hann langt
síðani verið liðugur.
Tí er lítið hugsandi at nýggi
Havn arbáturin fer at rógva sín
fyrsta róður á Eystanstevnu. Fyrst
er altso neyðugt, at 11 sterkir mans
bjóða seg fram at manna bátin.
Hetta átti at verið ein gularót
hjá sterkum monnum. Tað er ikki
gerandiskostur at ein sleppur at
taka ein nýggjan kappróðrarbát í
nýtslu.
15 bíðaðu
Ein av døgunum í hesi vikuni var
annars ætlanin, at Havnarbáturin
skuldi latast nýggju eigarunum.
Men lítið sannlíkt er, at Sámal verð
ur arbeiðsleysur við tað fyrsta.
Sum ein av ídnu bátasmiðum
okkara hevur hann smíðað eitt stórt
tal av verandi kappróðrarbátum
okkara – einar 60 í tali. Og fleiri
aðrir standa longu nú á bíðilista.
– Ja, eg havi nakrar bíleggingar
liggjandi, kanska ikki so nógvar
Ein bátur kann
Runavík – Eg havi framvegis góðan hug at smíða
kappróðrarbátar. Men so má eg samstundis viðganga,
at hetta er eitt sera einsligt arbeiði, sigur bátasmiðurin,
Sámal Hansen. Síðani hann smíðaði fyrsta bátin í 1996,
hevur hann latið langt omanfyri 60 aðrar úr hondum.
Eg havi onga frágreiðing
um, hví tað er so, at tað er
vorðið »smart« hjá kvinnum
at rógva kapp her í Runavík
– Tað tykist, sum kvinnurnar
ikki smæðast við at seta seg við
árarnar, meðan ov fáir menn
hava áhuga fyri kappróðri beint
nú í øllum førum, sigur Sámal
Hansen, sum eisini er formaður
í lokala kappróðrarfelagnum.
Tað hevur ikki gingið eins væl
og undanfarin ár at manna
bátarnar hjá monnunum í ár,
meðan tað hevur gingið munandi
lættari hjá kvinnunum.
Hesa somu gongdina ella
munin sær ein aftur innan
aðrar ítróttargreinir í økinum:
Kvinnurnar hava havt trupult við
at manna liðini í fótbólti, men eru
hinvegin rættiliga frammarlaga
í fimleikafelagnum STØKK og
hondbólti við Tjaldrinum.
Í ár er soleiðis bert manning fingin
til Eysturoying, meðan kvinnurnar
og genturnar taka sær av restini.
Og restin er ikki so heilt lítil kortini:
Her hevur felagið soleiðis gentur
í Spógvanum og Tjaldrinum í
barnaróðrinum, eins og 5-manna-
farið Tjaldrið er mannað og
6-mannafarið Sølmundur.
- Eg havi onga frágreiðing um, hví
tað er so, at tað er vorðið »smart«
hjá kvinnum at rógva kapp her í
Runavík, sigur Sámal Hansen.
Smart at rógva hart
HavnaBÁTuRIn
Róðrarfelagið í Havn hevur
bílagt nýtt 10-mannafar. - Tað er
liðugt nú, men eg havi skilt at teir
hava havt trupult við at manna
Havnarbátin, sigur Sámal Hansen
Mynd: Jens Kristian Vang