mikudagur 16. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
18
Sosialurin
Glyvrar – Nei, eg standi ikki og
kokkist, sum tað kanska sær út til. Eg
hiti faktiskt bara bikið upp, so tað er
lættari at smyrja takið, sigur Jóan Magnus
Skoradal, sum arbeiðir hjá AP Handverk.
Snorri Brend
Hetta er ein mikudagur, og veðrið er
avgjørt til uttandura arbeiði her við
kirkjuna á Glyvrum.
Uppi í eini lyft stendur Allan og
riggar til at leggja bikið á takið. Og
niðri undir honum stendur Jóan
Magnus og rør í eini grýtu.
Teir báðir – arbeiðsgevarin Allan
Poulsen og arbeiðsmaðurin Jóan
Magnus Skoradal - hava fingið eina
ávísa uppgávu at loysa. Ella rættari:
Tvinnar.
Upprunaliga skuldu teir báðir
hjá AP Handverk einans reinsa
takið, vaska tað og at enda mála tað.
Men tá til stykkis kom, mátti eitt
sagnorð knýtast aftrat arbeiðinum:
At umvæla.
Takið var so mikið illa farið, at
neyðugt var at geva tí eina eyka
hond.
– Annars var vandi fyri, at enn
størri skaði kundi hent, sigur Jóan
Magnus Skoradal, sum inntil fyri
kortum sigldi sum meistari við
rækjuskipinum Fríðborg.
Hann hevur ikki fingið annan
kjans enn, og arbeiðir tí í løtuni hjá
AP Handverk, sum hevur heimstað
sín í Saltangará.
Takbik
Glyvra kirkja varð í síni tíð vígd í
1927, og endurvígd í 1981 eftir eina
munandi útbygging.
Men tíðarinnar tonn slítur eisini
á bygningin uttan, og nú var komið
hartil, at takið mátti umvælast og
reinsast. Serliga nógvur gróður var
á teimum sunnaru síðunum.
– Vit hava nú vaskað tað, og
síðani skal tað umvælast. Her er
serliga talan um kambarnar, sum
eru illa farnir, greiðir Jóan Magnus
frá.
Hetta er bert fyrri partur av upp-
gávuni, tí annar parturin er at forða
fyri, at slíkt hendir aftur í bræði. Nú
skal nevniliga bikið bræðast.
– Ja, so snøgga vit takið aftur, og
smyrja síðani takkit ella takbik av
slagnum Icopal á aftur.
Hita upp
Hóast kirkjan hevur síni ár á baki
og takið hevur uppliva tær fýra
árstíðirnar mangar ferðir, hevur
talan kortini ikki verið um nakran
leka í hesum umfarinum.
– Nei, tað hevur ikki likið, men
tað er nokk meiri tað, at gróðurin
er farin so illa við takinum - uttan
at nakað er gjørt við júst tað, vísir
Jóan Magnus á.
Til tess at bøta um og forða fyri
endurtøku, hava teir báðir – Jóan
Magnus og Allan – lagt ein dúk við
glastrevjum á og síðani máling ella
bik omaná.
Sum við øllum øðrum biki, er
best um tað er hitað upp eitt sindur,
og ikki kalt.
– Ja, vit royndu at smyrja tað
uppá beint frá blikkinum, men
tað gekk so ræðiligt av tí tá, so tað
góvust vit við aftur.
– Vit valdu ístaðin bara at hita
tað, og so brúkar man jú tað minni,
slær hann fast.
snorri@sosialurin.fo
BIKIÐ
Jóan Magnus Skoradal »kokkast«:
– Bikið er so nógv lættari at smyrja, tá
tað er hitað upp eitt sindur, sigur hann
Mynd: Jens Kristian Vang
Vit royndu at smyrja tað
uppá beint frá blikkinum, men
tað gekk so ræðiligt av tí tá,
so tað góvust vit við aftur
KaMBar
Fyrst var ætlanin bert at reinsa takið, men seinni vísti tað seg at vera neyðugt eisini at umvæla
tað. Her er Allan Poulsen í lyftini og í ferð við at umvæla ein av kambunum á kirkjutakinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Tíðarinnar tonn
tók takið