mikudagur 16. juni 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
Sosialurin
Oyggjablaðið
ur í runavík
FRAMTÍÐ
»Lær hin unga vegin«. Ein
genta er komin á vøllin við
Løkin í Runavík, meðan eitt
av eldru systkjum hennara
er til venjing. Kanska
verður hon ein stjørna eina
ferð í framtíðini. Skal tað
gerast veruleiki, er í øllum
førum neyðugt við venjing,
venjing og uppaftur meiri
venjing, eins og teir stóru.
GRAS
Hóast tað enn eru nakrir
dagar til Eystanstevnu er
neyðugt at hvør einasti
grøni blettur í kommununi
er snøggur til vikuskiftið.
Nógv er gjørt fyri at
fríðka um í Runavíkar
kommunu, og tað verður
ikki minni gjørt burtur
úr um vikuskiftið.
GUTÚRUR
kki hissini túrur, sum hesi barnagarðsbørnini av Toftum vóru farin á. Tey
gið allan veg upp um hæddina, og vóru nú nærum komin á fyrsta mál teirra
Klokkan var farin at nærkast middegi, og nú skuldu tey fáa sær ein bita.
eingin matpakki á skránni, men ein góð máltíð í Sjócafé’ini ístaðin.
BILAR IKKI
Tveir mans frá bilsøluni Auto Service í Havn - vinstrumegin Heðin Weihe
og Poul Jákup Poulsen - hava júst riggað til at taka ímóti fyrstu áhugaðu
viðskiftafólkunum, ið fegin vilja keypa sær ein nýggja bil. Huginum at keypa
sær ein nýggjan bil bilar neyvan. Spurningurin er bert, hvat pengamappan
sigur. Men teir báðir sølumenninir eru í øllum førum til reiðar.
TRUKKARI
Jógvan á Toftini er
fastur trukkførari her á
havnalagnum í Runavík.
Beint upp undir middag
henda dagin var dagsins
fyrrapartsverk lokið, og
tíð varð at stilla upp til
myndatøku. At Jógvan
er av Toftum, sigur
eftirnavn hansara alt um.