Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 22 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í juni 1975 tóku 21 lærarar prógv á Føroya Læararskúla. Fremst .f.v.: Birita G. Petersen, Vestmanna, Elisa Waag, Tórshavn, Marianna Dahl, Tórshavn, Guðrið Jensen, Tórshavn, Poulina Slættanes, Klaksvík, og Arnfríð Joensen, Toftir. Miðraðið: Ólavur Højgaard, Vestmanna, Trúgvi Jacobsen, Vágur, Zacharias Hammer, Tórshavn, Jógvan Asbjørn Skaale, Tórshavn, Bjarki G. Skúvadal, Vestmanna, Andrass Henriksen, Sørvágur, Niels, J. Petersen, Sandur, Jákup Lindberg, Tórshavn, og Petur Kruse, Sørvágur. Aftast f.v.: Símun Joensen, Gásadalur, Jóannes Joannesen, Dalur, Olaus Jespersen, Hov, Niels J. Nielsen, Vágur, Símun Simonsen, Vestmanna, og Manne Persson, Tórshavn. Kelda: árið ið fór 1975 Fyri 35 árum síðan: Lærarar í 1975 Á Nátturuvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya hava fýra lesandi staðið útbúgvingina M.Sc. í leit­ ingarjarðalisfrøði. Teir eru: Benadikt Joensen, Heðin Abrahamsen, Fríðrik Heine­ sen og Bjarni Petersen. M.Sc. er stytting fyri latínska heitinum magister scientiarum, men oftast verður enska heitið Master of Science brúkt. Útbúgv­ ingin er normerað til 2 ára fulltíðarlestur omaná B.Sc.­ prógv. Teir fýra hava tikið lesturin afturat arbeiði, so hann hevur tikið nakað longri. Tað var í 2003, at Fróð­ skaparsetrið við kunngerð nr. 109 fekk heimild at geva masterútbúgvingar. Hinar deildirnar hava givið nøkur fá prógv síðani; men hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur fingið masterprógv á Náttúruvísindadeildini. Masterritgerðin hjá Fríðrik og Bjarna hevur heitið Processing of seismic data and design of 3D seis­ mic surveys ─ Case examples from Kollafjørður, Skopunar­ fjørður and from the seismic line OF94­029, og vegleiðari hevur verið Robert James (Jim) Brown, professari á Fróðskaparsetrinum, fyrr­ verandi professari á universi­ tetinum í Calgary í Canada. Masterritgerðin hjá Bena­ dikt og Heðin hevur heitið Magnetotelluric survey from north to south onshore the Faroe Islands, og vegleiðarar hava verið Jim Brown og Laust B. Pedersen, professari á universitetinum í Uppsala. mg M.Sc. á Fróðskaparsetrinum 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 18. juni fyllir Mikkjal á Bergi, Klaksvík, 75 ár. Hann er burturstaddur. 80 ára føðingardagur Hósdagin 3. juni fylti Ane Elkjær Hansen á Nesi 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í missiónshúsinum á Toftum leygardagin 19. juni frá kl. 12. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Leygardagin 19. juni verður Solborg Joensen, Leirvík, 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa upp á Solborg, eru hjartaliga vælkomin við Bólstein 4, millum kl. 16 og 19. Silvurbrúdleyp Týsdagin 15. juni høvdu Nomi Høghamar og Edvard Pauli Ejdesgaard, Eiði, silvur­ brúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 19. juni kl. 19 á Gerðisvegi 7. Tey, ið ynskja at gleðast saman við okkum eru hjartaliga vælkomin. Merkisdagar Í sambandi við at brøðurnir Sjúrður og Djóni Kunoy leygardagin 6. juni gingu niðan á hægsta fjall á Kun­ oynni, Kúvingarfjall, at seta upp eina koparplátu við ymiskum sitatum, nevndu vit at ein onnur pláta varð sett upp á Kunoyranakki, norðast á Kunoynni, í 1972. Teir sum hava sítt navn graverað har eru: Jens Juel Sólbjørg, Klaksvík, Páll Klettskarð, Haraldssund, Símun Petur Rasmussen, Haraldssund, og Johan Purkhús, Klaksvík. Vit hava nú fingið myndir frá hátíðarhalinum, tá tann plátan varð sett upp í 1972. Myndirnar eru úr savninum hjá Johan Purkhús í Klaksvík, ið var ein av teimum, sum hevur sítt navn graverað í plátuna. mg Hátíðarhald á Kunoyarnakki í 1972 Hátíðarhald við fløggum og steypum á Kunoyarnakki í 1972. Á myndini eru f.v.: Jens Juel Sólbjórg, Jóhan Purkhús, Símun Petur Rasmussen og Páll Klettskarð Robert James (Jim) Brown, ph.d., professari í jarðalisfrøði, saman við Benadikt Joensen, Heðin Abrahamsen, Fríðrik Heinesen og Bjarni Petersen Mynd: Jens Kristian Vang Á platuni stendur: Áðrenn fjøllini vórðu til og tú skapti jørðina og jarðarríkið. Ja, frá ævunum til ævirnar ert tú Gud. Tann kraft var ikki kørg, sum bygdi tey í forðum. Ja, handaverk tíni, tey lova tær øll. Hetta minni veri vígt skaparanum av Føroya vøkru náttúru. Á sumri 1972 Jens Juel Sólbjórg, Jóhan Purkhús, Páll Klettskarð og Símun Petur Rasmussen