Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Sosialurin Oyggjablaðið Kappróðrarfelagið á Glyvrum hevur aftur í ár nógvar manningar rógvandi, hóast eldra ættarliðið ikki er so væl umboðað, sum tað mangan hevur verið. Felagið hevur tó ásannað, at skulu úrslit røkkast, so krevst at hava fáar vaksna­ mannabátar við góðum fólki. Somuleiðis kann sigast, at felagið ikki hevur gjørt nóg mikið burturúr breiddar­rógvingini. ­ Tí kann mangan verða ringt at fáa nýggja og góða rávøru, sum tikið verður til. Sølmundur við kvinnum 6­mannafarið Sølmundur er mann að við kvinnum í ár. Hetta er júst sama manning sum undanfarna ár. Tó er ein broyting. Í 2009 róðu hesar kvinnur seg til eitt triðja pláss við einari venj ingarætlan, sum var tilætlað mann fólki. Manning og nevnd valdu at broyta hetta, og tóku upp samskifti við navnframu Katrin Olsen um at tilrættisleggja eina ætlan til Sølmunda­kvinnurnar. Hetta játtaði Katrin so, og sjálv hevur hon bæði fylgt og verið við til venjingar hjá kvinnunum. Fyrsta úrslitið var longu at síggja til royndarstevnuna á Skála, tá Søl­ mundur var eina heila bátslongd fremstur. Tað veruliga góða úrslitið kom so á Norðoyarstevnu, tá Sølmundur vann sín fyrsta FM kvinnuróður í søguni. Og mín sann, um tær ikki vunnu aftur á Sundalagsstevnuni um vikuskiftið. Hetta fegnast vit almikið um í felagnum, og gleða okkum til eitt spennandi kappingarár hjá 6­mannaførum við kvinnum. Eysturoyingur. Flaggskipið hjá felagnum er Eyst uroyingur. Eysturoyingur hevur seinastu mongu árini verið tann bát urin, sum hevur klárað seg av­ bera væl í føroyskum kappróðri. Í ár er báturin mannaður við nýggjum og góðum gomlum. Trígg ir dreingir eru komnir av FM­manningini av Tjaldrinum í fjør – tríggir av Eysturoyingi í fjør – ein sum var við Heiðabátinum (og hesir fýra hava allir róð við Heiðabátinum gullárini) – og so tríggir av gomlu Eysturoyingamanningini, og eru hesir millum mest vinnandi rógv arar í Føroyum nakrantíð. Róð ursmaðurin er Sundamaður. Útgangsstøðið í fólkameinginum er gott. Men alt vil ikki altíð til, sum ein sjálvur vil tað. Eysturoyingur hevur mist nógv fólk, men hóast hetta, so riggaði at manna bátin endaliga til Norðoyarstevnu – og har megnaði stolta 10­mannafarið so at vinna sín fyrsta FM róð ur sera sannførandi í ár. Á Sunda­ lagsstevnuni um vikuskiftið gjørd ust teir nr. 2 ­ sløg tvey sekund aftanfyri Vestmenning. Tað krevst nógv at rógva í dag, ein skal venja hvønn dag – og ikki minni – brúka nógva tíð uppá at hvíla. Hetta førir so við sær, at trupult er at hava eldri rógvarar, tí at ítróttargreinin er hørð og tíðarkevjandi. Hetta krevur tessvegna góða tilrættis­ legging. Tí hevur felagið aftur sett seg í samband við Eskild Ebbesen um venjingar­ ætlanina, og Eskild hevur sostatt fyri fjórðu ferð gjørt okkum eina ætlan, sum í ár tó er nakað broytt. Vit vóna sjálvandi at Eysturoyingur ferð at halda seg á FM­kós, og serliga spent er manningin at vinna við 10 mannafarinum á heimasjógvi. Bert ein rógvari, sum situr umborð hevur vunnið á heimasjógvi við 10­mannafarinum áður. Tað var í 1998. snorri@sosialurin.fo Spennandi róðrar við góðum fólki Eysturoyingur hevur seinastu mongu árini klárað seg avbera væl í føroyskum kappróðri. Í løtuni liggja teir fremstir í stigum Børnini ikki gloymd Í ár hevur Kappróðrafelagið hesar barnamanningar rógvandi: Tjaldrið barnaróður gentur: Hesar eru ikki líka royndar sum Spógva- manningin, men læra tó at rógva, so tær kunnu fáa úrslit seinni uppá árið. Spógvin barnaróður gentur gjørdust nummar 2 á Norðoyarstevnu og nummar 3 á Sundalagsstevnuni. – Vit rokna við, at hesar koma at gera um seg í ár. Hesar hava allar róð áður, og tað sæst eisini á úrslitinum. Eisini hava vit eina gentumanning við Tjaldrinum. Hesar eru um 15 ár+. Nakrar av hesum hava róð áður, men ikki allar. Tær vóru júst ov stuttar til eina bronsu á Norðoyarstevnu, so vit vóna at tær fara at koma seg sum árið líður – tó at tær eru væl yngri enn teirra kappingarneytar. Sum nakað heilt nýtt hevur felagið fingið nógvar góðar Old Boys og Old Girls rógvarar í felagið. Hetta er sera hugaligt, og hava hesar manningar manna 10 mannafarið og 6 mannafarið. Tað lívgar almikið at fáa gamlar kreftir í felagið aftur, og mugu vit siga, at vit hava sera høgar vónir til hesar manningar, nú vit hava sæð tær vant. Fríggjadagin 18. juni er opið til kl. 20.00 Góða eystanstevnu Heiðavegur 30 600 Saltangará Tlf. 60 22 00 Sosialurin / KvR 34 18 00